Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Ein føroysk genta vakn­aði við kaldan dreym sunnu­ nát­t­ina klokkan hálvgum tvey, tá ein 30 ára gamal mað­ur brádliga stóð inni í íbúð hennara á Oyrasunds Kollegi­inum og ætlaði at neyð­taka hana. Maðurin hevði antin pistól ella revolvara í hond­ ini, og hann hevði turri­klæð fyri andlitið. Inni í íbúðini tók brotsmaðurin kvør­ka­ tak um gentuna. - Tú gert, sum eg sigi, hótti brotsmaðurin, sum síða­ni lat seg úr klæðunum og legði seg í songina hjá gentu­ni. Hann byrjaði at nerta við hana, men tá hon segði seg hava herpes, kom ótti á mannin, og var hann skjót­ur at lata seg í klæðini aft­ur og rýmdi úr íbúðini í M bygninginum. Danska løgreglan er ikki í iva um, at brotsmaðurin ætlaði at neyðtaka føroysku gentu­na. Maðurin handtikin Ein 30 ára gamal mað­ur, sum eisini býr í Dals­lands­ gade, bleiv í gjár handtikin og er skuldsettur fyri neyð­ tøk­ur­oynd. Stutt eftir at maðurin var farin úr íbúðini, ringdi gent­ an til løgregluna, og hon hev­ur verið til kanningar á Cent­er for Voldtægtsofre á Ríkis­sjúkra­húsinum. Føroyska gentan er skak­ að av hendingini, har mað­ ur­in við vápni eisini bað um at fáa navnið á gentuni. Sam­bært Ekstra Blaðnum tosaði maðurin danskt, men er ivaleyst útlendingur. Gentan flutti inn í íbúði­ na fyri fáum døgum síðani. Sam­bært løgregluni er einki, sum bendir á, at mað­ ur­in hevur brotið seg inn til gentu­na, og tí verður hildið, at hann møguliga sjálvur hev­ur læst seg inn í íbúðina í M bygn­ing­inum. - Gentan hevur júst tikið við íbúðini, og tí kanna vit, um brotsmaðurin møguliga áð­ur hevur havt ein lykil til hesa íbúðina. Hurðin er ikki brotin, og einki er annars at síggja á hurðini. Vit halda ikki, at hann er komin inn í íbúðina gjøgn­um eitt vind­ eyga, sigur kann­ing­ar­leið­ar­ in, Sajjad Haider við Ekstra Blað­ið. Føroyingar á Oyrasunds Kollegi­inum eru sum vera man skelkaðir av hend­ing­ ini, og tosað verður nú um at seta upp vakmyndatól á øki­num. Danska løgreglan fór undir at avhoyra 30 ára gamla mannin í gjár­kvøld­ ið, eftir at ein rætt­ar­frøði­lig kanning var gjørd. Maðurin verð­ur grund­lóg­ar­av­hoyrd­ ur í dag við kravi um varð­ halds­fongsling. Sosialurin hevur roynt at fingið orð á kann­ing­ar­ leið­ar­an í málinum, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blað­ ið fór til prentingar. Neyðtøkuroynd móti føroyskari gentu Sunnunáttina breyt ein maður inn í íbúðina hjá eini 20 ára gamlari føroyskari gentu á Oyrasundi og royndi at neyðtaka hana