Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um eg verði valdur í bý­ ráðið fari eg at skipa fyri, at heildarloysn verð­ ur gjørd fyri alt vega­ strekkið sum er gamli bygdarvegurin í Kolla­ firði, Oyrareingjum og á Signabø. Vegurin er, stutt sagt, sera ótíðarhóskandi og í ringum standi. Vegurin er somikið smalur, at tveir bilar nógva­staðnis ikki kunnu møtast. Nógv ferðsla, eisini tung ferðsla, er á vegnum alt sam­døgrið og verður hetta einki fragari, tá ið bingju­ havnin einaferð veruliga verður tikin í nýtslu. Tíanverri eru eisini fleiri, ið koyra alt ov skjótt. Síðuvegirnir eru nógvir og sýnið út á veg­in er oftani sera ringt. Fleiristaðni er høgt oman av vegnum, at stórur skaði kann standast av, um bilur, súkklandi ella gangandi skuldi fari útav. Hóast vegurin er smal­ur, hevur nógva ferðslu, við dagstovnum og sethúsum beint út til vegin, harvið eisini børnum og ungum, ið nýta vegin til spæl og annað, so er eingin gonguteigur, so at siga ongar vegforðingar, veg­ merkingar ella annað, ið tryggjar trygdina. Fólk og børn brúka vegin sum gongu og súkklubreyt. Vaksin ferðast mest til aðru síðuna av vegnum og gera sítt besta at ansa eftir ferðsluni, men børn ganga og spæla ofta mitt á vegnum. Serliga nú, kvøldini gerast long, kann vera sera vandamikið bæði sum gangandi, súkklandi og koyrandi vegna mangl­andi vegmerking, mangl­andi gonguteig og ofta vánaligt ljós, lyktar­ pelar. Dagstovnar, foreldur og íbúgvar hava ferð eftir ferð gjørt Tórshavnar Kommunu vart við hendan vandaveg. Hóast smáar ábøtur, verður alt ov lítið gjørt fyri at betra um vegin, harvið minkað um vandan fyri stórari ólukku. Trygd hjá børnum og ungum og teimum, ið ferðast á vegnum, átti altíð at verið í hásæti, men enn er langt á mál. Niðurstøða Um eg verði valdur í býráðið fari eg at skipa fyri, at heildarloysn verð­ur gjørd fyri alt vega­strekkið sum er gamli bygdarvegurin í Kolla­firði, Oyrareingjum og á Signabø. Ynskiligt er, at loyvda ferðin fer frá 50 km/t niður á 30 km/t og at vegurin verður dagførdur so­ leiðis, at øll, børn og eldri, kunnu ferðast trygt á honum. Hetta merkir, at vegurin skal breiðk­ast flestustaðni, gongubreytir gerast, eins og vegmerkingar og ann­að, ið hoyrir einum nú­tímans kommunalum vegi til, skulu gerast. Mín vón og ynski er, at Kollfirðingar standa saman og velja meg í býráðið tí mítt hjarta­mál verður fyrst og fremst broytingar fyri Kolla­ fjørð. Bygdar­veg­ urin í Kolla­ firði, Oyrar­ eingjum og Signabø skal dagførast kommunuval 2012 Ólavur Olsen valevni til býráðið á listanum hjá Framsókn Endurtøka: Er fyrireikingartíð ikki tað sama sum dygdartíð? Levi Mørk býráðslimur Eg haldi at tað er sera umráðandi, at námsfrøðingar og hjálparfólk fáa tað sum teimun er lovað bæði undir og aftaná verkfalli. Vónandi spælir alt væl av, nú tá ið tingingar eru við Tórshavnar kommunu. Tað er ikki nok, bert við at fáa tíðina í ein sáttmála, nei her skal bæði innihald og pengar skulu fylgja við. Eg vísi til hesa røðu, sum eg helt undir verkfallinum. ”Góðu námsfrøðingar, hjálp­arfólk og áhoyrarar! Eg føli tað sum ein stóran heiður, at siga nøkur orð á hesum so týðandi verkfall “stríðs “degi hjá okkum limun í Føroya Pedagogfelag og fyri Føroya fólkið! Tíðirnar eru nógv broyttar síðani tá ið, eg var barn í 70 unum. Eitt nú fóru mammurnar hjá okkum út á arbeiðsmarknaðin, og harvið broyttist eisini sam­ felagsmynstrið so lýðandi. Vit hava eisini við tíðini, fingið fleiri vøggustovur, barna­garðar, frítíðarskúlar, ung­dómshús og búðstovnar. Føroya Pedagogfelag var sett á stovn í 1982 og hava vunnið okkum nógv rættindir sum fakfelagsrøðsla gjøgnum árini. Men stríði er ikki av enn og fakfelagsstriðið held­ur fram, hóaast tað er langur vegur á mál og tær peda­ gog­iskum krøllurnar eru nógvar. Men hóast nógvar krøllur eru, at berjast fyri, hava vit í dag eitt sterkt og sera sjónligt fakfelag. Sum virkuliga hevur prógva sítt virði fyri okkum øll og tað skulu vit limir hjá Føroya Peda­gogfelag vera ernir av. Gjøgnum árini er nógv er komið á skafti og so at siga, og nógvur framburður er fingin til vega gjøgnum áhaldandi stríð í tøttum sam­starvi millum fakfeløg og serliga við politiskar flokk­ar við vinstraførdum hug­sjónum. Har tey bleytu virðini sum oftast viga mest. Føroya Pedagogfelag hevur boðað frá verkfalli av teirri orsøk, sum vit øll vita, at vit pedagogar ikki fingu nakra fyrireikingartið og onga lønarhækkan. Fráboðanin um verkfallið er eisini tað einasta rætta. Tad vil eg takka nevndini hja Føroya Pedagogfelag fyri – og tad er neydugt, at vit pedagogar vísa okkara onøgd við støðuna og standa saman, hóast tað rakar ansingin hja okkara børnum, ungum, bú­ fólkum og foreldrum. Tað er hóast tað, ein góð og sterk kensla, at vera sam­an við einari sterkari peda­gogiskari eind, nú um dagarnar, meðan verkfalli stendur við. Men tað eru eisini, onn­ur viðurskifti, sum vit áhald­ andi skulu stríðast fyri, m.a. framhaldandi fáa hægri løn og ymsar viðbøtur til okk­ara limir. Vit hava i dag lægstu løn i landinum, og vit eru langt aftanfyri granna­ londini, tá ið talan er um góð sáttmálaviðurskifti. So her er framvegis mangt, sum vit pedagogar hava at stríðast fyri. Hví eru vit so í verk­falli hesuferð, jú tí løn­in er lág og vit hava td. onga fyri­reikingartíð. Eg má tí bara spyrja: er fyri­ reiking og pedagogisk arbeiði nú bert ein ” pedagogisk krølla”, sum tikið var til undir samráðinginum. Nei, svarið er, at fyri­reik­ ing er ein sjálvfylgja fyri starvsfóllk á tí pedagogiska økinum. Børnini í okkara sam­felag eru millum 6 og 9 tímar dagliga á dag­stovn­ um – so her skal jú bædi fyrireiking og orka til fyri víðari menning av børn­ unum. Somuleiðis verður leikað á næstan hvønn dag av okkara arbeiðsgevaranum, um at meira góðska skal til innan okkara øki, og krøvini halda áfram at vaksa, men lønin fylgir ikki við. Tit fáa onga dygdartíð, men bert ansing, hesin tyk­ ist tiverri boðskapurin at vera frá teimum, ið sita hinumegin borðið. Men tað er børn okkara, sum bløða undir hesum hugburði hjá arbeiðsgevarunum. Vit skulu eftirmeta og fylgja vid tí, sum er frammi í pedagogiska lívinum her heima og í grannalondum okkara. Samstundis sum vit skulu nøkta krøvini frá arbeiðsgevarunum – og krøv­ini eru sanniliga stór, sum okkara arbeiðsgevarar seta, men peningur fylgir sjálvd­an við. Alt hetta skal skipast, og tad tekur sjálv­ andi fyrireikingartið og hægri løn, og í mínari verð er fyrireikingartíð tað sama sum dygdartíð – og merk­ ir ikki ”minni av tíð til børn okkara,” sum eitt nú arbeiðs- gevarar sipa til.” Tað er tín mín vón, at her kemur meira burturúr enn ”orði fyrireiking, nei her skal bæði innihald og peningur fylgja við. Takk fyri. Ókeypis ferðasamband til Nólsoyar og Hestoyar Hanus Pál Jógvansson Í 2007 fór Tórshavnar komm­una undir eina roynd­ arskipan við ókeypis buss­ leið. Henda skipan hevur verið sera væleydnað og væl móttikin. Í dag taka flest øll fyri givið at býarbussarnir eru ókeypis. Men samstundis sum ein partur av borgarunum í Tórs­ havnar kommunu fáa boðið ókeypis ferðasamband mugu nólsoyingar og hestmenn gjalda fyri somu tænastu. Hetta kann og skal ikki góðtakast. Bjóðar Tórshavnar kommuna eina tænastu út skal hon vera fyri øll! Eitt mánaðarkort til Nóls­oyar og Hestleiðina kost­ar 500 kr. Hetta er 500 ferð­ir meira enn restin av borg­arunum í Tórshavnar kommunu rindar fyri somu tænastu. Tí er tað av alstórum týdningi at kommunan fær eina avtalu í lag við strand­ ferðsluna, sum tryggj­ar at tað gerst ókeypis hjá nóls­ oyingum og hest­monnum at ferðast í egnari kommunu.