Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hesi ráð eigur ein klókur maður, sum herfyri hugleiddi um politikarar. Hann sipaði til, at ein góður politikari skal lurta tvífalt so nógv sum hann skal tosa. Sum uppstillað meini eg, at tað er sera týdningarmikið, at veljarin fær eina góða lýsing av valevnunum, so velj­arin hevur annað enn heit­ar ballónir at grunda at­ kvøðuna á. Í hesari greinini fari eg at lýsa meg sjálva, politisk sjónarmið og mína áskoðan um tilfeingi. Um meg Eg eiti Bjørg Dam, eri 36 ár og uppvaksin á Argjum.Sam­an við manninum Høgna Egils­ trøð Hansen eiga vit ein drong sum er 4 ár og eina gentu sum er 6 ár. Vit búgva á Ternuryggi í Havn. Varð útbúgvin Eksport­ teknikari í 2004 og eri júst farin á Setrið, at nema mær kunn­leika um føroyskt mál, mentan og bókmentir. Eisini eri eg sjálvstøðug vinnu­rek­ andi og havi millum annað staðið fyri sølu- og markn­ aðarføring í TUTL í knapt 4 ár. Havi íðkað fleiri ítróttar- greinar, seinastu árini tó mest flogbólt, svimjing og renning. Politisk sjónarmið Tað hevur altíð ligið í kort­ unum, at eg skal arbeiða fyri einum betri samfelag. Einum samfelagið, sum er rúmligt, liberalt, sosialt, javnrættað, frælst, mentanarríkt og fótar sær sjálvum. Tað er eitt satt privilegium at vaksa upp í Føroyum. Av øllum milliardum sálum her á fold, var eg ein út av teim­ um áleið 500 børnum sum unntist at blíva før­oy­ing­ur í 1975. Her er fan­tast­iskt at liva og vaksa upp. Men sum út­litini eru í dag, at barna­ talið mink­ar, und­i­r­skot er av kvinn­um og lands­poli­ tikk­urin ger ógvus­lig inn­ triv í sam­felags­skipanir og høgrasnaring hótt­ir væl­ferð­ ina, so er ótrygg­leikin vaksin. Ein ótrygg­l­eiki, sum fær meg at ivast í, um føroyska sam­ felagið verð­ur kappingarført við granna­londini um børn okkara, um tey fara at lesa her, búseta seg her og um tað unnist mínum barnabørnum, sama privilegium, at blíva føroyingar. Eg kann ikki standa og hyggja at.Alt bendir á, at norð­urlendska sam­halds­ fasta vælferðarskipanin er tann besta, fyri at hava eitt gott samfelag. Kanningar staðfesta hetta ár um ár, at íbúgvarnir í norðurlondum eru ímillum teir eydnu­sam­ astu í heiminum. Føroysk tilfeingið er framtíðin Mín høvuðsritgerð í før­ oyskari fyritøku, arbeiði inn­an tónleikamentan og ferðavinnu seinastu fýra árini hava sannført meg um, at vit hava náttúru-, menniskja- og mentunartilfeingið í ríki- ligum nøgdum til at hava eitt vælferðarsamfelag. Ein fram­søkin og nýhugsandi menningar- , útbúgvingar- og vinnupolitikkur á kommu- nalum og lands stigið vildi givið føroyska samfelagnum fleiri inntøkukeldur. Ein sterk kommuna sum veitir tryggleika. Býráðspolitikkurin seinastu tvey valskeiðini hevur til alla lukku verið støðugur og trúverdigur. Vit kenna okk­ um tryggari, tí vit vita, at borgarstjórin verjir borg. Tað hevur hann víst aftur og aftur tá førdi landspolitikkurin hevur hótt okkara kommunu og vælferð. Føroyar verður ikki eitt betur og tryggari samfelag við, at vit hava ein verri høvuðsstað. Tí er tað sera týdningar­ mikið, at vit fáa ein sterkan Javnaðarflokk í komandi setu. Eg vil gera sum í kort­un­ um er lagt, við at stilla upp sum mótvekt til skeivu sam­ felagsgongdina. Eg vil í býráðið at verja, menna og umboða føroyskt tilfeingið. Tryggja ein yvir­ skipaðan heilsupolitik og verja barnaøkið. Ráðini eru skrivað aftan fyri oyrað, tað kundi hent seg, man bleiv politikari. Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.dk/ kommunuval 2012 Gastronomi, Havgrimur Johannesen, KOKS, Leif Sørensen, Hafnia, Garðurin, Cirkus og 500 starvsfólk Guðrun & Guðrun er eitt brand. Eyðvør Pállsdóttir er eitt brand. KOKS er eitt brand. Leif Sørensen er eitt brand. Vit eru errin av teim­ um, tey hava stóran týdning fyri okkara samleika, og vit halda at er tu fyrst vorðin eitt brand so gongur tað strúk­andi hjá viðkomandi. Vit taka tað eisini sum eina sjálvfylgju at vit kunnu eta á Nantong, Hotel Hafnia, Carello, Áarstovu, Kaffi­ húsinum, Etika, Baresso, Café Natúr, Burger King, Toscana, Marco Polo, Hvonn, fara niðan á KOKS til ein gastro­nomiskan bita, til jóla­ borð­hald á Hotel Føroyum og Dansifrøði og inn í Garðin, Cirkus, Rex, Glitnir osfrs. Men aftanfyri hesi brands og støð sum fjálga um okkara gerandisdag og náttarlív er harði, búskaparligi veru­leik­ in! Tað er ikki bara sum at siga tað at dríva hesa vinnu við avlopi. Tað krevst nógv arbeiði og langir arbeiðsd­ agar at fáa tað at mala runt og tað verður ONKI gjørt fyri at lætta um hóast øll tosa um stóra týdn­ingin av gastronomi og mat­stovu- virk­semi í sambandi við ferða­mannavinnu og – skjótt ! – okk­ara oljuvinnu. Tað verður tosað fyri deyvum oyrum í Vinnumálaráðnum um hesi viðurskifti. Eg kann nevna at td., lægri MVG til hesi støð og lægri MVG á rávørurnar vildi hjálpt sera nógv. Mat­stovu­ vinnurnar í Stockholmi og Reykjavik fóru at blóma tá MVG varð lækkað. Eisini skulu dansistøðini sjálvi avgera, hvussu leingi tey vilja hava opið. Afturlatingarlógin skal endurskoðast beinan­ vegin. Tað eru umleið 500 fólk sum heilt og partvíst starvast í hesari vinnu. Við okkara rá­vørum og dugnaligum starvs­fólkum kunnu vit koma langt saman. Eg vil gera hvat eg kann fyri at hækk gastronomiska støði og fíggjarligu úrtøkuna hjá hesari vinnu í Havn. Eisini er stórur tørvur á kokka og tænaraskúla og vóni eg Tekniski Skúlin við vælvild fer at hyggja at hesum. Brands skulu røkjast fyri at yvirliva ! Seinastu árini hevur Tórs­havnar kommuna miðvíst arbeitt við at minka um orkunýtsluna í kommununi. Allir kommu­nalu bygningar eru skrá­settir soleiðis, at vit kenna orkubrúkið og í hvørj­um standi bygn­ ingarnir eru í. Skrá­seting­ in av bygn­ing­un­um er grundarlagið undir eini miðvísari arbeiðsætlan, um hvussu bygningar skulu betrast, soleiðis at teir brúka sum minst av okru. Fleiri umvælingar eru framdar fyri at minka um orkubrúkið. Mill­um annað eru fleiri ketlar skiftir til minni orku­ krevjandi ketlar, rútar skiftir um við orkurútar, og onkur ventilatión er skift út. Hetta eru alt smærri broytingar, sum spara fitt av peningi og gevur minni útlát av CO2. Við støði í orku­kann­ ingini hevur býráðið sett ein arbeiðsbólk at orða kommunala orku­ politikkin. Gøtuljósini eru millum størstu orkubrúkarar í kommununi. Seinastu árini hava vit spart mun­andi orku upp á gøtu­ljósini. Hetta tí vit hava skift 16 av teimum umleið 105 stýringunum av gøtuljósunum út við minni orkukrevjandi stýr­ing­ar og skift til LED perur. Skiftið til LED hevur minkað munandi um orkubrúkið hjá gøtu­ ljósunum. Tí hava vit sett komandi ár til at skifta stýringar og perur á gøtu­ljósunum út enn fleiri støð, soleiðis at øll gøtu­ljósini í kommununi koma at brúka nógv minni orku. Boðanesheimið, sum letur upp um fáar dag­ar, verður hitað við sjóvar­ hita. Hetta er fyrsta roynd við sjóvar­hita í Tórs­havnar komm­unu. Ætlandi skal Müllers­ pakk­hús somu­leiðis leggja um til sjóvarhita. Um tað gongur væl við sjóvar­hitanum, so hava vit enn eina var­andi orkukeldu, sum vit sjálv­ sagt eiga at út­byggja. Tá vit longu hava eina skipan til sjóhita Yviri við Strond er upp­lagt, at vit útbyggja sjóvar­ hitan í tí økinum, so­ leið­is at húskini har úti fáa møguleika at leggja um til varandi orku. Somuleiðis at Tórs­byrgi, Lágargarður, Vardar íbúð­ir og aðrar íbúðir, hús og onnur á Boðanes­ hamri­num kunna leggja um og brúka sjóvar­ hitan. Tórshavnar komm­ una arbeiðir við varandi orku á fleiri økjum enn teim­um nevndu. Onnur í komm­ununi arbeiða eisini við varandi orku­ keldum, eitt nú Nóls­ oyar Orkufelag og Fjar­ hitafelagið. Tað fari eg at venda aftur til seinni. Framtíðar orku­ politikkur Johan Mortensen Valevni hja Tjóðveldi Elin Lindenskov Býráðslimur Tvey oyru og ein munn..... Bjørg Dam Valevni Javnaðar­flok­sins í Tórshavnar komm­unu