mánadagur 22. oktober 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kommunuvalið 2012 er
fyri framman. Og ikki
tykkum, ið velja skulu,
at siga, so verða miðlar
av øllum slagi oystir
undir við gyltum lyftum;
lyftum, sum aloftast eru
eins og sápubløðrur, ið
bresta, so skjótt valstøð
ini hava latið aftur, eins
og høvdu tær ongantíð
verið.
Nú kundi eg sjálvandi
sum øll onnur valevni
roynt at borðreitt við
eini vakrari og væl
smakkandi matskrá við
trimum ella fleiri rætt
um av valfleski, fyri
líkasum at komið út í øll
horn. Men satt at siga,
so havi eg hvørki skil
ella áhuga fyri at fram
leiða vallyftir úr luftini.
Hinvegin eru tað nøkur
viðurskifti, ið eg veruliga
brenni fyri.
Eitt, sum hevur mín
áhuga, er, hví politikarar
ikki halda øll tey lyfti, ið
teir val eftir val sleingja
út í luftina. Hvussu ber
tað til, at tað bert er ein
mánað, fjórða hvørt ár,
at tað hevur týdning at
betra korini hjá teimum
ungu, eldru, evnaveiku,
sálarsjúku,
pensióner
aðu, lesandi osfr.?
Eg haldi, at tað er
nokk av valfleski, men
alt ov fá, sum steikja
tað. Eitt, ið eg vil nýta
ein stóran part av míni
tíð til, um eg gerist lim
ur í Tórshavnar Býráði,
verður at minna fólka
vald á tey lyfti, tey hava
givið borgarunum; lyfti,
sum enn ikki eru hildin;
lyfti, ið tey snøgt sagt
ikki so frægt sum hava
roynt at hildið. Í mínum
hugaheimi kemur tað
undir valsvik at lúgva
seg
til
atkvøður
og
ikki at halda tað, ein
lovar! Okkara millum
manna so vælumtókti
borgarstjóri; .... hvat ið
vallyftum
viðvíkur?...
her vil eg her geva eitt
dømi: Tey heimleysu í
Tórshavn, teir sokallaðu
"bumsarnir", sum sita
niðri í Steinatúni og
drekka tað, ið tey skulu
hava, er eitt tílíkt mál.
Tað er ikki ein pensjón,
sum møtir okkara ung
dómi á veg heim úr
skúla, ella okkara verka
fólki á veg heim frá
arbeiði. Hetta er heldur
ikki lætt fyri misbrúk
aran, sum situr niðri í
Steinatúni. Tað er niður
gerandi fyri allar part
ar. Og ábyrgdina eigur
borgarstjórin.
Trupul
leikin hevði ikki verið,
um hann á sinni helt
lyftið, hann gav, tá hann
valdi at skúrurin, sum
stóð niðri á Skálatrøð
skuldi niðurtakast og at
ein onnur loysn skuldi
finnast sum skjótast.
Hvat bleiv av lyftinum?
Hvar er loysnin? Tað,
sum skelkar meg, er, at
tað eru teir flokkarnir í
Tórshavnar býráð, sum
skulu eitast at hava
sosial viðri sum hjarta
mál, ið sita við valdinum
og lata standa til. Nógv
av hesum ólukkuligu
fólkum eru fólk, sum
eg eri stoltur av at kalla
vinir og gevur tað ringan
smakk í munnin, soleiðis
sum
myndugleikarnir
lata standa til og gloyma
givin lyfti!
So, meðan vit bíða
eftir valinum, kunnu
vit so passandi minnast
á gomul lyfti, sum ikki
vórðu hildi, lyftir, ið
nokk aftur fara at síggja
dagsins
ljós
nú
tað
stundar til val.
Miðflokkin kann so
eingin lasta fyri líkasælu
í Tórshavnar Býðráði!
Meðan
vit bíða
kommunuval 2012
Arnfinn á Birtuni
Valevni Miðfloksins til
Tórshavnar Býráð
Brúgv, høll og Klubb 160
Brandur í Dali
valevni hjá Tjóðveldi til
býráðsval í Tórshavn.
Tórshavnar Kommuna anno
2012 fevnir víða. Norður
um Kjalnes og heilt suður á
Kirkjubønes umframt sjálv
andi oyggjanar sum hoyra
høvuðstaðnum til.
Eg búgvi sjálvur á Argjum
sum legði saman við havnina
í 1997 Tí fari eg at nevna
nøkur mál sum kunna menna
hendan partin av kommuni.
Eg vil tó leggja dent á, at tílík
menning er eins umráðandi
í hinum økinum í kommun
uni.
Sum tilflytari á Argjum
sær man helst ting, við øðrum
brillum enn tey ”innføddu”.
Men hóast ein ikki hevur
slitið sínar barnaskógvar á
vestara áarbakka. Haldi eg
meg duga at síggja nøkur ting
sum Argir og argjafólkum
tørva, um vit vilja, at bygdin
skal halda á at mennast.
Nýggja brúgvin um Sandá
skal gerast sum skjótast.
Hetta fer at vera ein stórur
lætti hjá teimum mongu
sum ferðast hvønn morgun
um Sandá. Ferðslutøppurin á
Argjavegnum, Dr. Dahlsgøtu
og á Velbastaðvegnum er til
dagligan ampa fyri fólk sum
ferðast har á leiðini. Henda
brúgv er so umráðandi fyri
atkomumøguleikar til og frá
Argjum at eg tori at siga við
vissu, at Argir verður eitt stað
við nógv størri atdráttarmegi
fyri nýggj búfólk tá brúgvin
er liðug. Projektering er
longu í gongd, og umráðandi
er at hetta arbeiði ikki verð
ur steðgað, við tað at skeivu
fólkini sleppa framat grót
húsinum á vaglinum.
AB og ÍA ungdómar sleppa
sum er, knívskorið ikki inn
í hallinar í Havn. Mítt boð
uppá eina loysn á hesum
mismuni er at ein nýggj høll
verður raðfest frammaliga
og verður bygd her á Argjum
sum skjótast. Staðfest kundi
passandi verið har, sum
fyribils
arbeiðshøllin
hjá
felagnum sum bygdi und
ir Kongavarða stendur nú.
Um rætti arkitekturin var
settur at tekna, kundi tann
loysnin verið framúr hepp
in. Staðið liggur væl fyri,
tætt við skúlan, millum teir
nýggju býlinganir, beint við
høvuðsveg og við góðum
møguleikum at gera ríkiligt
av parkeringsplássum. Onn
ur loysn á staðseting kundi
verið vestanfyri fótbóltsvøll
in, hendan loysn kundi eisini
givið betri lívd á fótbólts
vøllinum. So pláss skula vit
nokk finna til høllina, um so
at vit bara fáa latið eyguni
á býráðslimum upp fyri
stóra tørvinum. Her kann eg
skoyta uppí, at tað eru fýra
ítróttarhallir í kommununi
og at um undirtøka verður
fyri hesi høll, verður hon
tann fyrsta sum er bygd vest
an fyri Havnará.
Havnin hevur Margarin
fabrikk,
Hoyvík
hevur
Klubb 188, so nú er tíð at vit
fara at hugsa um ungdómin
á Argjum og gera eitt Klubb
160. Fleiri hølir eru tøk á
Argjum og eiga vit at finna
eina loysn, so tey ungu hava
eitt stað har tey kunnu hittast
undir skipaðum umstøðum.
Hetta er átroðkandi, ung
dómur á Argjum sum ikki
hevur áhuga í ítrótti, hevur
dags dato einki skipað til
boð. Hetta er eisini nakað
sum kann gerast heilt skjótt,
og eg ivist ikki í at tey ungu
á Argjum, høvdu tikið væl
ímóti einum slíkum tilboði.
Hetta eru trý ting sum eg
meti vera sera umráðandi
fyri framhaldandi menning
vestan fyri Sandá.
Onnur ting eru sjálvsagt
eisini, men týdningarmikið
er at vit áhaldandi minna
okkara kosnu fólkum á, at
kommunan er annað enn
miðbýur og Tórsvøllur.
Kollafjørður skal vetrarfriðast
Jákup Dam
Í Kollafirði eru mong, ið
ilskast inn á seyðin, sum
gongur og melur millum
húsini. Hetta fáa tey í løtuni
ikki gjørt so nógv við, tí
støðan er jú tann, at seyðurin í
Kollafirði hevur rætt at koma
inn um bøgarðarnar helvtina
av árinum – vetrarhálvuna.
Tað er tí skylda hjá hvørjum
einstakum at girða seg inni,
so at seyðurin kann ganga í
frið og náðum og bíta stráini,
sum annars eru at finna
millum húsini.
Mong eru tey í Kollafirði,
sum hava gjørt nógv við at
fríðka uttan um húsini og
hava fingið vakran urta
garð. Og ikki er altíð so
lætt at halda svongu ónum
uttanfyri, tí freistandi er
hjá teimum at leypa uppum
at fáa sær ein leskibita úr
onkrum
urtagarði.
Hetta
er irriterandi hjá teimum,
ið hava lagt stóra orku í at
hava tað vakurt og hampiligt
uttan um seg, og tað er tí ikki
løgið, at mong ynskja seyðin,
har ið piparið grør.
Mín meining er, at tað
eigur ikki at vera ein skylda
hjá tí einstaka at girða seg
inni fyri at fáa frið fyri seyði
– hetta hoyrir stutt og greitt
ikki
nútíðarsamfelagnum
til. Kollafjørður eigur tí at
verða vetrarfriðaður. Hetta
skal sjálvandi gerast eftir
galdandi reglum, so at bønd
ur o.o. fáa endurgjald fyri
mist vetrarbit.
Verði eg valdur í býráðið,
so fari eg at arbeiða fyri at
fáa Kollafjørð vetrarfriðan,
soleiðis at seyðurin heldur til
uttan fyri bøgarðarnar, með
an fólkið húsast innan fyri í
frið og náðum.
Um tit kollfirðingar vilja
hava eina sterka rødd, sum
veruliga umboðar bygdina, í
býráðið, so vel Jákup Dam á
lista E.