mánadagur 22. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Sigast má, at tað er sjáldsom
hending, at bara 34 mál verða skotin
í einum heilum dysti, men tað var
samantalda úrtøkan hjá báðum
pørtum, tá Neistin og VÍF leygar
dagin spældu í ítróttarhøllini á
Hálsi. VÍF vann dystin greitt við seks
málum og var longu í steðginum á
odda við sjey, men langt var millum
málini í dystinum.
VÍF fekk eina dreymabyrjan og
kom á odda 6-1 fyrstu tólv min
uttirnar, men hóast Neistin ikki
megnaði at svara tað stóra aftur,
megnaði VÍF heldur ikki at revsa
hetta í nóg stóran mun. Kanska
greiða hálvleiksleiðslan eisini fekk
dússað vestmenningar eitt sindur
niður, men í øllum førum var hetta
lítið at hyggja at.
Í seinna hálvleiki var framvegis
langt millum málini, men tá megn
aði Neistin so at fylgjast við VÍF
tað fyrsta korterið, áðrenn VÍF
eftir smáum tíggju minuttum fór
frá 16-9 upp á 19-9 og endaliga av
gjørdi dystin. Ímóti endanum slapp
Neistin at pynta um úrslitið, og tað
var so tað.
hilmarjan@sosialurin.fo
atlantic airways-deildin menn
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
5
146
-129
17
9
2 VÍF
4
113
-89
24
6
3 Kyndil
4
112
-101
11
5
4 StÍF
5
132
-119
13
4
5 H71
4
104
-110
-6
4
6 Neistin
4
87
95
-8
2
7 Team Klaksvík
4
75
-126
-51
0
Neistin - VÍF 14-20 (5-12)
Neistin: Teitur Magnusson 6, Jugoslav Djumic 3, Andras Joensen 2, Beinur Davidsen 1, Rói
Hansen 1, Grímur Pedersen 1
VÍF: Filip Jojic 9, Andrias Eriksen 2, Joen Pauli Høgnesen 2 Magnus á Rógvi 2, Sámal
Jákup Djurhuus 1, Agnar Joensen 1, Jákup Andrias Joensen 1, Regin Joensen 1, Magnus
Müller 1
Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Arnar Dam
KÍF - StÍF 24-23 (13-13)
KÍF: Andrias Nielsen 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Nicklas Selvig 5, Rúni Joensen 4,
Tony Weyje 2, Rógvi Weyhe 1
StÍF: Sveinur Justinussen 9, Borgar Danielsen 6, Jógvan G. Joensen 4, Pætur Joensen
3, Jørmund Joensen 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andrias F. Hansen
Áskoðararnir í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin máttu í løtum
bíða eftir málunum, tí næstan tveir minuttir vóru millum málini í
dystinum millum Neistan og VÍF, sum vestmenningar tó vunnu greitt
Mynd: Álvur Haraldsen
Málturkur á Hálsi
Hilmar Jan Hansen
Kollfirðingar eru framvegis teir
einastu, ið enn ikki hava tapt
ein dyst, og nú teir hava verið
fimm ferðir á vøllinum, er tað
bara javnleikurin ímóti Kyndli
í øðrum umfari, sum hevur
kostað stig. Tí bendir nógv
á, at KÍF er minst líka væl til
reiðar í vetur sum undanfarnu
vetrarnar, og nú liðini hava
spælt fýra ella fimm dystir í
part, er KÍF trý stig framman
fyri nummar tvey.
Hinvegin hava strandingar
havt eina meira blandaða
byrjan, tí eftir at teir løgdu fyri
við at vinna á Team Klaksvík,
taptu teir á útivølli fyri VÍF
og Kyndli, áðrenn tað eftur
bragdaði á heimavølli við sigri
á H71. Nú var StÍF aftur á úti
vølli, men hóast tað bleiv til tap
fyri KÍF, fingu strandingar víst,
at teir hava dygdir, ið kunnu
fara at roynast, sum vetrinum
líður.
Í ítróttarhøllini í Kollafirði
legði KÍF annars bragdliga frá
landi og helt seg í eina góða
løtu eini trý mál frammanfyri,
men so fekk StÍF fatur í rætta
endanum og javnaði til 8-8. Tað
stóð á jøvnum í steðginum 13-
13, men beinanvegin í seinna
hálvleiki royndi StÍF at sleppa
avstað, og tað eydnaðist í eina
løtu.
StÍF legði seg á odda 17-13
og fekk hildið seg framman
fyri KÍF tað nógva av seinna
hálvleiki, til KÍF kom afturí
aftur síðstu tíggju minuttirnar.
KÍF slapp tvey mál framum og
fekk hildið so nøkulunda fast
og megnaði at vinna við einum
máli 24-23.
At kollfirðingar vinna á
heimavølli, er einki at siga til,
og aftur í vetur teljast teir uttan
iva millum stóru favorittarnar
at koma í FM-finalurnar til
várs. Hinvegin hevur verið eitt
sindur meira torført at mett
um StÍF, men sum tað sær út
nú, megna strandingar at bjóða
øllum av, so spennandi verður
at síggja, hvussu langt tað
røkkur, nú fleiri eru um boðið
í vetur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kollfirðingar
knáari
Hondbóltur Hóast KÍF vann og
er greitt oddalið, so gav dysturin í
Kollafirði leygardagin ábendingar um,
at StÍF hevur dygdirnar til so líðandi
at blanda seg upp í oddastríðið
Hondbóltur Tað var langt millum snapsirnar,
tá Neistin leygardagin tók ímóti VÍF
Hilmar Jan Hansen
Lítið bendir á annað, enn at tað
verður tungt í vetur hjá Team
Klaksvík, eftir at tað annars síðsta
vetur gekk so øgiliga væl. Profilarnir
eru farnir, so talan er næstan um
endurbygging, men hóast hetta, so
fingu klaksvíkingarnir ein góðan
fyrra hálvleik ímóti Kyndli hós
kvøldið.
Tað nógva av tíðini gekk javnt á,
og fimm minuttir fyri steðgin stóð
á jøvnum, men so slapp Kyndil sær
framum og var á odda við trimum
í hálvleikinum. Síðani øktist mun
urin bara í seinna hálvleiki, so
Kyndil at enda vann við tíggju mál
um, sum var tað, ið undan dystinum
var væntandi.
Óivað kann Kyndil gera vart við
seg í kappingini um finaluplássini,
men so skal konsentratiónin vera
størri, enn hon var hesa ferð í
Klaksvík, tí gjørdu teir grønu sær
nóg stóran ómak, vunnu teir eisini
uppaftur greiðari. Kanska tað, at
mótstøðan á pappírinum ikki skuldi
verið tann stóra, virkaði sløvandi,
men í slíkum dystum eiga tey góðu
liðini at vísa, at tey eru betri, og
tað megnaði Kyndil bara í seinna
hálvleiki.
Tungt er hjá Team Klaksvík at
hála seg upp, men í fyrra hálvleiki
var spælið ikki so galið, so kanska
eru vónir um, at liðið so líðandi
kann taka seg fram. Nýggjur mál
maður er komin til Klaksvíkar, og
um hann fer at spæla væl, kann tað
hava smittandi ávirkan á restina av
liðnum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Team Klaksvík - Kyndil 20-30 (10-13)
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7, Beinir Heðinsson 4, Dánjal Kjærbo 4, Jens
Pauli Mohr 3, Andrias Ellingsgaard 1, Vilhelm Vilhelmsen 1
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 7, Hørður Fannar Sigþórsson 6, Frank Askildsen 4,
Josef Abrahamsen 3, Andrias Sólsker 3, Rógvi Dal-Christiansen 2, Birgir Poulsen 2,
Finnur Hansson 1, Høgni Klein Olsen 1, Ludvík Súnason 1
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum
Kyndil sløsaði illa