mánadagur 22. oktober 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað var eitt sindur av einum bak
kasti hjá VB, at liðið fyri góðari viku
síðani mátti lúta fyri Neistanum, ið
vitjaði í Vági. Men nú VB aftur var
á heimavølli, hesa ferð ímóti StÍF,
sá fyrstu løtuna einki serligt út,
tí strandakvinnur stríddust veru
liga fyri sakini, so leingi sum tær
kundu.
Hetta var annars fyrsti dysturin
hjá StÍF, tí ein stórur partur av lið
num hevur verið burturi í námsferð
arørindum, so tveir dystir undan
hesum eru útsettir. Kanska vant
andi dystarvenjingin eisini gjørdi
sítt, men í øllum førum megnaði
StÍF bara at fylgja við av álvara
meginpartin av fyrra hálvleiki, tá
munurin bleiv hildin niðri.
Síðstu løtuna fyri steðgin gjørdi
VB tó eitt lítið lop, so seks mál blivu
á muni í steðginum. VB sá út til at
halda væl um hesa leiðslu, líka til
StÍF hevði hug at nærkast og fekk
minkað munin niður í tvey mál,
26-24, tá sjey minuttir vóru eftir.
Men so skoraði VB seks ferðir á rað,
uttan at StÍF fekk nakað mál, og so
var hesin dysturin avgjørdur.
VB vann sostatt rímiliga trygt
og kom aftur á slóðina, hóast StÍF
fekk hildið fast ta fyrstu løtuna og
megnaði at koma afturíaftur. Sum
fleiri av hinum liðunum, hevur VB
spælarar, ið skulu spælast ordiliga
inn á liðið, so har er kanska meira í
væntu, meðan StÍF hevur stórt sæð
sama fólkið og skal royna at stað
festa, at talan er um eina stigvísa
menning.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Seinnu árini hava ábendingar verið
um, at kvinnurnar hjá Kyndli eru á
rættari kós, og leygardagin gekk
sjón fyri søgn, at helst er nakað
um tað, tí tá eydnaðist teimum á
heimavølli at vinna á vanliga sterku
Stjørnuni við trimum málum. Hetta
var fyrsti landskappingardysturin
hjá Kyndli, so talan var veruliga
um
eina
dreymabyrjan
hetta
kappingarárið.
Dysturin byrjaði javnt, men
mitt í fyrra hálvleiki fór Stjørnan
úr 4-4 upp á 9-4, og tað kundi verið
enn størri munur, um Stjørnan
ikki misbrúkti so illa. Tey flestu
mundu tí hugsa, at hetta bleiv ein
av teimum vanligu dystunum, har
Stjørnan plagar at enda omaná, tá
avtornar.
Men longu fyri steðgðin fekk
Kyndil
komið
so
nøkulunda
afturíaftur og fekk steðgað mál
skjótingini
hjá
gestunum,
so
munurin minkaði aftur. Tað sá tó
meginpartin av seinna hálvleiki út
til, at Stjørnan kláraði at halda fast,
tí klaksvíkskvinnur vóru mestsum
alla tíðina eitt lítið sindur framman
fyri.
Tá seinni hálvleikur var gott og
væl hálvrunnin, kom avgerandi
vendin, tí tá eydnaðist Kyndli at
javna til 14-14, og so lá annars væl
fyri við grønu málskjótingini, tí við
fýra málum á rað kom Kyndil upp á
18-14 og í grundini avgjørdi dystin.
Stjørnan royndi at koma afturí
aftur, men fekk bara minkað um
munin og ikki steðgað Kyndli.
Nú var hetta fyrsti dystur hjá
Kyndli, ið fekk víst, at liðið saktans
kann bjóða av, og tá ætlanin er at
gera vart við seg, er ikki nógv so
gott fyri sjálvsálitið, sum at vinna
á Stjørnuni, ið hinvegin haltar
eitt sindur enn, tí ikki var gamalt,
at Stjørnan stóð við ongum eftir
fyrstu tveir dystirnar.
hilmarjan@sosialurin.fo
besta deildin kvinnur
Besta deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
2
61
-46
15
4
2 VB
3
75
-76
-1
4
3 Kyndil
1
21
-18
3
2
4 Stjørnan
2
37
-41
-4
0
5 VÍF/Tjaldur
1
23
-29
-6
0
6 StÍF
1
25
-32
-7
0
Kyndil - Stjørnan 21-18 (9-11)
Kyndil: Anja Heinadóttir 6, Guðrið G. Eystberg 4, Annika Sigurðardóttir 4, Turið Arge 3,
Bjarta Johansen 1, Anna Sofía Hjalt Mohr 1, Birita Mortansdóttir 1, Randi S. Wardum 1
Stjørnan: Joan M. Joensen 4, Una Olsen 4, Ema Bezanovic 3, Bára Skaale Klakstein 2, Ella
Petersen 2, Judit Hansen 1, Lovisa Lassen 1
Dómarar: Kári Hansen & Karstin Joensen
VB - StÍF 32-25 (16-10)
VB: Gurið Mortensen 8, Tamara Radic 8, Rannvá Johannessen 5, Marijana Trbojvic 4,
Helga E. Kjærbo 3, Christina Holm 2, Andrea Nielsen 1, Una Nolsøe 1
StÍF: Rebekka Justinussen 8, Fríðrun Danielsen 5, Oddrún Danielsen 5, Paula Høgnesen 4,
Erla Petersen 2, Rebekka Poulsen 1
Dómarar: Kári Hansen & Karstin Joensen
Kyndil bjóðar av
Hondbóltur Ungu Kyndilskvinnurnar vunnu í
sínum fyrsta dysti á Stjørnuni, sum verri enn so
sær út til at vera komin nóg væl í gongd enn
Hilmar Jan Hansen
Mong klóraðu sær í nakkanum,
tá tað í tólvta tíma undan
kappingini
stóð
greitt,
at
kvinnuliðini bara blivu seks
í tali í vetur, tí tvey teirra
løgdu saman. Tað, sum helst
undraði mest, var, at tað vóru
júst VÍF og Tjaldur, ið valdu
at kasta saman, tí tey næstan
liggja í hvør sínum enda á
meginøkinum. Men fleiri hava
so víst á, at júst hesi bæði liðini
supplera hvørt annað væl, tí
tey hvørt í sínum lagi hava tað,
sum hitt ikki hevur.
Um
vikuskiftið
spældi
nýggja, samansetta liðið sín
fyrsta dyst, og talan var um
rættan elddóp, tí VÍF/Tjaldur
skuldi á útivølli spæla ímóti
tvífalda meistaraliðnum hjá
Neistanum, ið ikki tykist vera
vikna tað allarminsta síðani
síðsta kappingarár, men heldur
hevur enn fleiri ungar streingir
at spæla uppá.
Gestirnir komu væl frá
byrjan og vóru á odda fyrstu
løtuna, men so javnaði Neistin
og tað gekk javnt á tað nógva av
fyrra hálvleiki. Men stutt fyri
steðgin eydnaðist Neistanum
at smoyggja sær framum
og vinna fyrra hálvleik við
tveimum málum.
Eftir
steðgin
megnaði
Neistin at halda fast og styrkja
sær um leiðsluna, uttan at
VÍF/Tjaldur av álvara slapp
innaftur í dystin. Onkursvegna
vísti Neistin størri yvirskot,
meira styrki og kanska eisini
betri form, samstundis sum
skotstyrkin hjá VÍF/Tjaldur
var darvað eitt sindur av, at
nógv lá á Adinu Petrea, tí Liljan
Djurhuus ikki fekk spælt so
nógv fyri skaða.
At Neistin verður við heilt
har frammi, er eingin sum
helst ivi um, men spurningurin
er so, hvat vestmenningar og
runavíkingar megna, tá liðið
er fullmannað og enn meira
samanspælt. Enn eru tó nógvir
dystir eftir, sum kunnu vísa
tað, og tey í VÍF/Tjaldri mugu
bara brynja seg við toli
hilmarjan@sosialurin.fo
Nýggja og samansetta liðið, VÍF/Tjaldur, fekk
seg roynt longu í fyrsta dystinum, sum var ímóti
tvífalda meistaraliðnum hjá Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen
Neistin - VÍF/Tjaldur 29-23 (15-13)
Neistin: Barbara Brauer 8, Nicoleta R. Hansen 6, Marjun Danberg 5, Bára Hansen 4,
Birita Jacobsen 3, Ása Dam á Neystabø 1, Jacklin Durhuus 1, Liljan Mohr 1
VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 11, Sarah Hansen 3, Heidi Sevdal 3, Eilin Hansen 2,
Barbara Nygaard 2, Amanda Kristiansen 1, Tóra Seloy 1
Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Arnar Dam
Neistin koyrir avstað
Hondbóltur Meistaraliðið hjá
Neistanum fekk mótstøðu frá VÍF/
Tjaldur, men tað munaði bara í einum
hálvleiki, so alt bendir á, at Neistin
aftur í vetur bara skal fara avstað
VB aftur á slóðina