mánadagur 22. oktober 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Kvikur sum fáur og sett sær stórt mál
500 metrum, men einans miðal á
2000 metrum, sum teinurin hjá
10-mannaførum jú er.
– Tá fann eg út av, at eg var ein
sprintari og ikki nakar langteina
rógvari, sigur Rói, sum av álvara
hálsaði um til renningina.
– Eg keypti mær píkaskógvar
hetta árið og gjørdist føroyameistari
á 100m. Síðani havi eg vant nógv
sprint og havi betrað um tíðina hjá
mær ígjøgnum árini, men eg havi
havt nógvar steðgir vegna skaða,
serliga skinnabeinsbruna, sigur
Rói.
Hóast smáskaddur, so rann
hann FM í 100m í 2011 og 2012. Hann
vann gull í báðum førum og er tískil
føroyameistari trý ár á rað.
Venur dúgliga
Rói er fyri stuttari tíð síðani flutt
ur til Danmarkar, har hann gongur
á Danmarks Tekniske Universitet
í Kongens Lyngby. Venjingarum
støður hansara eru framúr góðar
í fremsta danska felagnum innan
frælsan ítrótt, Sparta.
– Eg venji seks ferðir um vikuna.
Eg havi tørv á einum frídegi fyri
ikki at ovurstreingja beinini. Venj
ingin byrjar við upphiting í einar
40 minuttir, har m.a. verður joggað
2km,
dynamiska
útstrekking,
koordinatiónsvenjingar,
ferð-
økingar á 80m við øktari ferð eini
3-4 ferðir. Síðani verður farið til
intervallini, sum verða lagað til so
hvørt sum eg venji skjótleika ella
úthaldni, sigur Rói um venjingar
hansara.
Krevur nógv
Tá ið runnið verður á 100m í kapp
ing, verður hetta avgjørt upp á
skamt omanfyri 10 sekund. Tað er
sera lítið í mun til venjingina hjá
Róa, sum er seks ferðir um vikuna
og ímillum tveir og tríggjar tímar
hvørjaferð. Tískil er stórur munur
á hvussu nógv tíð liggur aftanfyri
venjingina í mun til tíðina í kapp
ingunum. Tað merkir tó als ikki, at
tað krevst minni.
– Tað sum krevst fyri at gerast ein
góður sprintari, er í høvuðsheitum
styrki, teknikkur og eitt sindur av
sprint-úthaldni, men eingin kondi
skal til yvirhøvur. Eins og við øllum
øðrum ítrótti, so krevst nógv tíð,
ein venjing varir jú ímillum tveir
og tríggjar tímar, so tað skal vilji
til at brúka somikið nógva tíð. Tá
ið ein rennur 100m, skal fokus vera
í toppi, tí ein lítil villa kann kosta
eina heila kapping. Tað krevst at
halda høvdið kalt og ikki at hugsa
um kappingarneytarnar, greiðir Rói
frá.
Vil hava oyggjaleikagull
Sum ítróttarfólk flest hevur Rói
sett sær eitt mál – og tað er eitt
stórt mál, tó als ikki órealistiskt.
– Mítt mál til síðstu kappingina
í ár var at klára oyggjaleikakravið,
og tað gekk sum tað skuldi. Eg rakti
dagin, og tað var super. Mítt næsta
mál er at vinna gull á Bermuda.
Vinnarin síðsta ár rann 10.80, so
tað skal nógv venjing til at koma
frá 11.37 og niður har. Sjálvandi ætli
eg mær eisini at vera kvikastur í
Føroyum nakrantíð, men tað kemur
av sær sjálvum, um eg skal hava
møguleika at vinna Oyggjaleikir
2013, sigur Rói.
Einans ein rennari á 100m
við hvítum húðarliti, nevniliga
Christophe Lemaitre úr Fraklandi,
hevur megnað at runnið undir
10.00. Stendur tað til Róa, so verður
hetta talið innan rúma tíð økt til
tveir.
– Langtíðarmálið er at koma
undir 10.00, um alt gongur sum tað
skal. Ein skal serliga ansa eftir skað
um í sprinti, tí tað kostar nógva tíð
at venja uppaftur. OL-kravið er 10.18
á 100m, og tað er betri enn danska
metið, vísir Rói á í mun til at renna
seg til OL.
Brøkpartar telja
Tá ið teinurin verður avgjørdur inn
an somikið fá sekund, galda smá
lutir og hvørjir einastu brøkpartar
av einum sekundi. Hetta er Rói
fullgreiður yvir og venur hart eftir
at røkka tindunum. Eitt met, sum er
krav at seta fyri at at røkka hesum,
er persónliga metið. Persónliga
metið hjá Róa er í løtuni 11.37. Hann
nærkast støðugt føroyska metinum
hjá Heina Hátún frá 2003, sum er
11.27.
– Tað er eitt realistiskt mál at
taka hetta metið til næstu føroysku
kapping, sum verður næsta ár, um
líkindi eru til tess, sigur Rói.
Eitt krav fyri at eitt met skal
galda, er, at rennarin ikki hevur havt
meiri enn 2,0 m/s av undanvindi.
albinus@sosialurin.fo
Tað sum krevst fyri at gerast ein góður
sprintari, er í høvuðsheitum styrki, teknikkur
og eitt sindur av sprint-úthaldni, men eingin
kondi skal til yvirhøvur
Eingin stendur Róa Holgarsson
mát, tá ið hann rennur í Føroyum
Mynd: hvirlan.fo