mánadagur 22. oktober 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Hóast 100m-teinurin í renning er
ein hin best umtókti innan all
an frælsan ítrótt yvirhøvur og er
kendur kring allan heimin, so hava
Føroyar síðani Heina Hátún fyri
góðum 10 árum síðani ikki átt ein
somikið kvikan rennara, sum eitt
nú møguliga kundi bjóðað øðrum
av á hesum stutt-teininum í oyggja
leikahøpi.
Men henda bíðitíðin er eftir
øllum at døma við at vera av. 20 ára
gamli Rói Holgarsson úr Vestmanna
hevur eina serliga gávu. Hann
rennur skjótt – ógvuliga skjótt. Sum
lítil varð bitið merki við kvikleika
hansara, og tað kom serliga til
sjóndar tá ið hann spældi hondbólt.
Tá ið hann legði hondbóltin til síðis
sum 15 ára gamal, meldaði hann
seg á sjálva 16 ára føðingardegi
sínum til stuttleika til 100m og
200m-teinarnar í FM. Men tað var
eingin
serlig
føðingardagsgáva,
hann gav sær sjálvum. Hann endaði
aftastur í báðum teinunum.
Síðani er nógv vatn runnið í
ánna og Rói Holgarsson venur nú
seks ferðir um vikuna við fremsta
felagnum
í
Danmark
innan
frælsan ítrótt, Sparta. Tíðirnar á
100m-teininum eru nú somikið
góðar, at hann av álvara hóttir
níggju ára gamla metið hjá Heina
Hátún, umframt at hann hevur
runnið kravtíðina til oyggjaleikir
á Bermuda næsta summar. Har er
málið gull.
Rann í hondbóltsskóm
Rói Holgarsson er uppvaksin í Vest
manna sum næstyngstur av einum
systkinaflokki, ið telur fýra – hann
eigur eina yngri systur og tveir eldri
beiggjar. Ítróttur hevur altíð ligið
familjuni nær, og í hondbóltsbygdini
Vestmanna var tað eisini hondbólt,
sum Rói íðkaði sum lítil. Her varð
lagt merkis til kvikleika hansara, og
tá ið hann sum 15 ára gamal gavst
við hondbólti, fór hann at venja
styrkisvenjing í hálvtannað ár og
lyfti eitt nú 161 kilo í bonkpressi.
Kvikleiki hansara skuldi tó hava
ein møguleika afturat.
– Eg fór til stuttleika at luttaka í
FM í sprint sum 16 ára gamal, tann
dagin eg fylti 16 ár. Eg rann 100m og
200m, men endaði aftastur í báðum.
Eg hevði ongantíð runnið í kapping
áður og brúkti hondbóltsskógvar
í staðin fyri píkaskógvar, so eg
hugsaði, at eg mátti fara at klára
tað betur eina aðruferð og byrjaði
at venja sprint av og á, greiðir Rói
frá.
Og jú, sanniliga kláraði hann tað
betur árið eftir, tá ið hann – aftur í
hondbóltsskóm – rann seg til silvur
í 100m til FM fyri ung.
Føroyameistari
Fyri tveimum árum síðani stóð Róa
í boði at rógva við Vestmenningi.
Eisini her var Rói ein sannur sprint
ari og var bestur á manningini á
Kvikur sum fáur og sett sær stórt mál
Rói ætlar
at sprinta
undir 10
Frælsur ítróttur Hann meldaði seg bert til stuttleika
til FM í 100m og fekk ein frammaná. Hann endaði aftastur.
Kvikleiki hansara hevur tó altíð verið eyðsýndur, og eftir
nøkrum árum við betri útgerð og meiri venjing er 20 ára gamli
Rói Holgarsson úr Vestmanna nú ósvikaliga tætt við at gerast
kvikasti føroyingurin nakrantíð. Hann venur seks ferðir um
vikuna í donskum stórfelagi og hevur somuleiðis sett sær stór
mál: – Málið í løtuni er gull á oyggjaleikum næsta summar
og langtíðarmálið er at koma undir 10 sekund, sigur Rói
Eg venji seks ferðir
um vikuna. Eg havi tørv á
einum frídegi fyri ikki at
ovurstreingja beinini
Eg fann út av, at eg var
sprintari og ikki langteina
rógvari