mánadagur 22. oktober 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Tað hevur leingi ljóðað, at HB
vil hava Arnbjørn Hansen sum
fremsta mann á liðnum. Arnbjørn
hevur í fleiri ár verið millum vanda
miklastu áleypararnar í Føroyum
og hevur øll árini verið trúgvur
móti EB/Streymi.
Tað er okkurt sum bendir á, at
EB/Streymur í ár fær harða kapping
HB um álopsessið. Víkingur hevur
eisini inni í myndini, men sum
skilst, so er Arnbjørn ikki sinnaður
at spæla fyri Víking. Tað er eitt
sindur ógreitt hvat hendir í EB/
Streymi. Fyribils hevur málið um
stolnu pengarnar ikki viknað liðið
nakað á vøllinum.
Tá harðast stóð við penga
málinum frættist, at fleiri leikarar
ikki fingu løn og ætlaðu sær at
skifta felag. Hetta hevur so ikki
verið nakað at sæð til undan hesum
kappingarárinum. Tí er eisini væl
hugsandi, at felagið er væl fyri og
megnar at halda fast í teir flestu
av manningini. Serliga, tá hugsað
verður um FM heitið, sum eisini
gevur góðan vinning.
Greitt er, at Pauli G. Hansen
gevst, meðan Sorin Anghel skiftur
til AB. Tað skiftið er tó enn ikki
komið endaliga upp á pláss. Her
skal EB/Streymur til at hava onkran
í staðin, sum teir skulu kappast á
sama høga stigi komandi ár.
Heldur ikki venjaraspurningurin
er avgreiddur, men tað ljóðar at Bill
M. Jacobsen er millum nøvnini, ið
EB/Streymur kundi hugsað sær.
Eitt annað navn er Piotr Krakowski,
sum ikki tykist skula halda fram í
07 Vestur. Hann hevur fyrr verið
venjari í felagnum.
Hin álopsleikarin, ið HB hevur
eygui eftir er Gilli Sørensen, sum í
farna kappingarári hevur spælt við
TB. Hann hevur somuleiðis verið
fastur maður á U21 landsliðnum og
í A-landsliðshópinum.
Hann er í løtuni uttanlands, men
kemur einki burtur úr har, so skal
HB verða klárt at fara avstað við
skjóta vonginum.
Ndende til Gøtu
B68 hevur alment boðað frá, at tað
verður útsøla av fleiri leikaraunum
hjá teimum. Menn sum Christian
Høgni Jacobsen, Einar T. Hansen,
Hans Jørgensen, Ahmed Keita,
Ibrahima
Camara,
Emmanuel
Ukpai og Ndende helst ikki halda
fram í felagnum.
Her hevur ljóðað, at Ndende er á
veg til Víking, sum eisini leingir við
Evrard Ble. Fleiri feløg hava víst
Ndende áhuga. Hann var millum
trúgvastu leikararnar á B68 liðnum
í fjør. 29 ára gamli Ndende Adama
Gueye, sum kemur úr Ghana, kom
til B68 í 2008 og hevur spælt millum
25 og 31 dystir hvørt kappingarár.
Tað frættist eisini úr Gøtu, at
Víkingur leitar eftir einum fram
herja uttanlands. Millum annað í
Ungarn, sum er heimstaðurin hjá
steypahetjuni og málmanninum
hjá Víkingi, Geza Turi.
Einar T. Hansen skifti til B68 frá
NSÍ undan hesum kappingarárinum,
men sum skilst, so verður tað nokk
heldur í ÍF, at vinstri bakkurin
endar. Jan Ellingsgaard flytur niður
og tí kemur ÍF at mangla ein vinstra
bakk komandi ár.
Hans Jørgensen, sum var í upp
skoti til ársins málverja, fær neyvan
trupult við at finna sær eitt nýtt
felag. Spurningurin er bara hvat
felag manglar ein málmann. KÍ
hevur fleiri ferðir melda út, at teir
fyrst og fremst vilja klaksvíkingar
heim aftur til KÍ. Tí er ikki óhugs
andi, at KÍ hevur eyguni eftir mál
manninum hjá B36, Meinhardi
Joensen. So verður eitt opið pláss
í B36.
Jákup Mikkelsen gevst í Fugla
firði, men hevur hevur ikki endaliga
tikið avgerð um hann gevst sum
fótbóltsspælari á hægsta stigi í
Føroyum. So ein møguleiki er eisini,
at ÍF hevur hug á málmansevnunum
hjá U21 landsliðsmálverjanum.
Jann Ingi Petersen, liðskipari hjá
B68, segði við Sosialin fyri kortum,
at hann ikki er sinnaður at spæla
eitt ár í næstbestu deildini. Tí skal
hann eisini finna sær eitt nýtt felag.
Her eru sikkurt fleiri um boðið.
Hann hevur fyrr spælt við NSÍ,
meðan EB/Streymur og ÍF missa
miðvallarar, umframt at Víkingur
eisini hevur pláss á miðvøllinum.
Formaðurin
í
ÍF,
Ólavur
Larsen, segði við Rás2 í samband
við fótbóltsgalla, at Flemming
Christensen í næstum kemur til
Føroyar at samráðast við ÍF um
ein sáttmála fyri komandi kapp
ingarár.
Í Fuglafirði hava tey tryggjað
sær, at Clayton Soares heldur fram
í felagnum komandi kappingarár.
trondur@sosialurin.fo
Hvør fer hvar?
Fótbóltur HB hevur eyguni eftir tveimum landsliðsleikarum, sum skulu loysa
álopstrupulleikarnar, Ndende ávegis til Gøtu og ÍF skal samráðast við venjara í
næstum. Tað eru nakrar av leysasøgunum í føroyska fótbóltsheiminum
HB vil hava
landsliðsleikaran,
Arnbjørn Hansen, sum
fremsta mann á liðnum
Hósdagin
kunngjørdi
Havnar
Bóltfelag, at Oddbjørn Joensen
verður venjari komandi ár, meðan
Fróði Benjaminsen verður leikandi
hjálparvenjari. Tað merkir somu
leiðis, at samráðingarnar millum
Sigfríð Clementsen og HB ikki
komu á mál.
Sigfríður sigur við Sosialin, at
hann ikki er beinleiðis bilsin av
støðuni, men vísur á at HB hevur
nádd málsetninginum bæði í ár og
í farna kappingarár.
– Málsetningurin tá eg tók við
í fjør var at bjarga felagnum frá
niðurflyting. Í ár var málsetningurin
at røkka Europa League luttøku. Vit
kláraðu báðar málsetningarnar og
tað eri eg stoltur av, sigur nú fyrr
verandi HB venjarin.
Ongin hevur megnað at siti í
venjarastólinum hjá HB í meiri enn
hálvt annað kappingarár síðani Ion
Geolgau, sum var venjari frá 1998 til
2002.
Í samrøðu við Rás2, segði for
maður í HB, Finnbogi Arge, at
ein av orsøkunum til at Sigfríður
Clementsen ikki helt fram var, at
liðið var ov óstøðugt og botnstøðið
var ov lágt. Hesum er Sigfríður ikki
heilt samdur í og kallar tað ein hálv
an sannleika.
– Vit hava havt eitt sera ungt lið í
ár og í fyrra hálvu høvdu vit lægsta
miðalaldurin. Í seinnu hálvu hava
vit verið støðugur og tað er komið
við tilgongdini av Jóhan Troest
Davidsen, Rógva Poulsen og Róki av
Fløtum, vísur Sigfríður Clementsen
á.
– So tað er bara ein hálvur sann
leiki. So hevði eg heldur vilja, at
HB hevði kallað ein spaka fyri ein
spaka, sigur Sigfríður víðari.
Talan hevur eisini verið um ein
fíggjarligan spurning og tað hevur
Finnbogi Arge eisini víst á. Bæði
loysnin við Fróða Benjaminsen sum
leikandi hjálparvenjara og Oddbirni
Joensen sum venjara benda á, at tað
strammar í pengakassanum hjá HB.
Núverandi loysnin er neyvan líka
dýr sum at fingið eitt nú Krzysztof
Popczynski
ella
Flemming
Christensen sum venjara.
– Eitt er spælið á vøllinum og
eitt er tann fíggjarligi parturin,
men eg undrist um tað kanska
eisini er okkurt heilt triðja, sum
ger seg galdandi, sigur Sigfríður
Clementsen uttan at koma nærri
inn á hvat tað skuldi verið.
Sigfríður
hevur
ætlanir
at
royna seg sum venjara komandi ár
og leitar nú eftir einum nýggjum
felagi.
– Eg eri savangur enn og eri
klárur til nýggjr avbjóðingar. Tíðin
í HB hevur verið góð og eg eri takk
samur fyri tað tíðina eg fekk í felag
num, men nú má eg bara leita mær
eftir einum nýggjum felagi, sigur
Sigfríður Clementsen at enda.
Fleiri feløg hava ikki avgreitt
venjaraspurningin
til
komandi
kappingarár. Í Effo-deildini er talan
um EB/Streym, ÍF, B36, NSÍ, TB og
07 Vestur.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur Sigfríður Clementsen heldur ikki fram sum venjari HB.
Tað er hann ikki beinleiðis bilsin av, men er glaður fyri tíðina í HB
Sigfríður er ikki bilsin
– Málsetningurin tá eg tók við í fjør
var at bjarga felagnum frá niður
flyting. Í ár var málsetningurin at
røkka Europa League luttøku. Vit
kláraðu báðar málsetningarnar
og tað eri eg stoltur av, sigur
nú fyrrverandi HB venjarin
Savnsmynd