mánadagur 22. oktober 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Christian Lamhauge Holst sat á
bonkinum allar 90 minuttirnar,
tá Silkeborg fríggjakvøldið tapti
3-0 fyri meistarunum úr FC Nord
sjælland. Í 70 minuttir spældi
Silkeborg fult upp við FC Nord
sjælland, men við trimum málum
upp á tíggju minuttir var alt tað
arbeiði gjørt til einkis, tá samanum
kom.
Eisini René Joensen sat á bonk
inum allan dystin, tá Brøndby tapti
1-0 fyri FCK í Parkini. FCK liggur
fremst, meðan Brøndby liggur
aftast. Ti var tað ikki so óvæntað,
at FCK fór við sigrinum, men talan
gjørdist um ein smalan 1-0 sigur og
donsku fjølmiðlarnir rósa brøndby
fyri avrikið.
Hallur Hansson, sum um viku
skiftið varð kosin til ársins mið
vallari í Effo-deildini, var í hópinum
hjá AaB, sum vann 2-1 á Sønder
jyske. Onkir av profilinum hjá AaB
vóru ivasamir til dystin, men tá tað
gjørdist greitt, at teir vóru klárir, so
var ikki pláss fyri Halli á dómara
seðlinum.
Jóan Símun Edmundsson slapp
heldur ikki upp í part, tá 1. deildar
felagið hjá honum, FC Fredericia
spældi 2-2 móti HB Køge. FC
Fredericia var aftanfyri 2-0, men
stríddi seg upp á 2-2.
Ongin Odmar
Heldur ikki í Skotlandi var nakar
føroyskur landsliðsleikari at síggja
á vøllinum. Verjukempan fór út við
skaða í landsdystinum móti Írlandi
og er helst ikki blivin klárur enn
fyri Forfar Athletic, sum spælir í
triðjbestu deildini.
Forfar tapti heili 3-0 fyri East
Fife. Longu aftaná sjey minuttir
fekk Forfar eitt reytt kort, men
Forfar megnaði at halda spenningin
líka tile in minutt fyri tíð, tá East
Fife kom á odda 2-0. Í tíðini, sum
dómarin hevði lagt afturat, gjørdist
tað so til 3-0.
trondur@sosialurin.fo
Landsliðsvikan sendir útisetar á bonkin
Fótbóltur Fleiri av útisetinum hjá okkum sótu á bonkinum, tá feløg
teirr um vikuskiftið spældi í heimligu kappingini
Aftaná landsliðsvikuna, sat
Christian Lamhauge Holst á
bonkinum allar 90 minuttirnar,
tá Silkeborg fríggjakvøldið
tapti 3-0 fyri meistarunum
úr FC Nordsjælland
Mynd: Álvur Haraldsen
Í hesum døgum er FINA World Cup
stevna í týska býnum Berlin. Pál
Joensen svimur við skøddum fóti,
meðan Óli Mortensen tekur seg
fram í hvørjum.
Pál Joensen endaði á einum
sjeynda plássi í 1500 metra frí svimj
ingini. Hóast hann hevði næstbestu
tilmeldingartíð vóru vónirnar til
heiðursmerki ikki so stórar, tí hann
hevur keikt fótin. Tað er heldur ikki
langt síðani hann byrjaði, at venja
aftur aftaná feriu. Tíðin hjá Páli var
15:04.97.
Í innleiðandi riðlinum um morg
unin setti Óli Mortensen nýtt per
sónligt met í 1500 frí við tíðini
15:39.85, skrivar svimjing.com
Í 400 metra frí bleiv Pál numm
ar fimm við tíðini 3:47.30. Óli
Mortensen kom á øðrum sinni á
mál undir fýra minuttir. Tað kláraði
hann eisini í landsdystinum móti
Íslandi.
Svimjararnir, sum eru við í
Berlin eru, Poula Ø. Mohr, Astrið
Foldarskarð, Birita Debes, Bartal
Hestoy, Óli Mortensen og Pál
Joensen. Venjari er Kristian Martin
Joensen og ferðaleiðari Rókur í
Jákupsstovu.
trondur@sosialurin.fo
Føroyameistararnir í fitness luttóku
í gjár í NM í fitness. Jónina Tegeder
gjørdist nummar trý í sínum bólki,
og Robin Jønsson bleiv nummar
fýra.
Kappingin fór fram í Herning
Kongrescenter í Jyllandi, og før
oysku luttakararnir kláraðu seg
væl, hóast tey ikki endaðu á einum
fyrsta plássi.
Báðir teir føroysku luttakararnir
settu persónlig met, og høvdu
harvið enn betri tíðir enn til FM,
sum var fyri einum lítlum mánaði
síðani.
Stigtakarin til FM í fitness, Rune
Petersen, hevur verið við í føroyska
ferðalagnum, og hann letur væl at
luttøkuni hjá Jóninu og Robin.
– Tey kláraðu seg væl. Hóast
tey ikki vunnu NM, so settu tey
persónlig met í styrki og rógving,
sigur
Rune
P e t e r s e n .
Sambært hon
um eru fyrstu
fyrireikingar
nar til næstu
FM kappingina
í fitness farnar
í gongd.
– Til hesa
NM kappingina hava vit fingið eina
rúgvu av íblástri og sæð, hvussu
ein slík kapping kann leggjast til
rættis. Harafturat hava vit verið
í sambandi við nógv ymisk fólk
innan fitnessheimin, so eg kann
garantera, at vit fáa eina spennandi
kapping í Føroyum komandi ár,
sigur Rune Petersen.
Næsta FM í fitness verður eftir
ætlan í mai 2013.
rannva@sosialurin.fo
Skaddur Pál svimur aftur
Jónina og Robin
stóðu seg væl í NM