Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Tá ið tað roynist væl, so verður ikki so nógv skift út. Tað er ikki neyð­ ugt at gera broytingar á liði, sum hevur vunnið, plagar at verða tik­ið til. Frágreiðingarnar kunnu vera so ymiskar. Eitt nú er tað ein roynd­ ur lutur, at venjingarstøðan hjá teim­um bestu oftast er eins góð og kanska betri enn hjá hinum, og at tað harvið er stórt sannlíki at sleppa undan bæði skaðum og leik­ bann­um. Samlaðu tølini fyri tey 27 umførini í EFFO deildini í 2012 benda á, at tað er ikki frítt, at tað er nakað í hesum. Heðin Askham, meistaravenj­ arin í EB/Streymi, sendi færri spælarar á vøllin enn nakar annar venj­ari í bestu deildini. 19 spælarar um­boð­aðu meistaraliðið í 2012 lands­kapp­ingini. Tríggir teirra vóru við í øllum 27 dystunum. Teir vóru málverjin René Tórgarð, sum vardi EB/Streyma málið allar 2430 minuttirnar og Jónhard Frederiksberg og Leif Niclasen. Jónhard var við frá byrjan allar 27 ferð­ir­nar. Eina ferð varð hann skiftur út, tá ið tað restaðu 17 min­ uttir. Leif Niclasen var við allar 27 ferðirnar, men tað var meiri út og inn hjá honum. Leif var fýra ferðir ikki millum teir fyrstu ellivu, men tá varð hann allar ferðirnar skiftur inn. Átta ferðir varð hann skiftur út. Flest í B36 og FC Suðuroy B36 og FC Suðuroy vóru tey feløgini, sum vórðu umboðað av flestum spæl­arum. Í báðum førum vóru tað 29 spælarar, sum umboðaðu feløg­ ini. Í báðum feløgunum vóru tað tveir spælarar, sum vóru við í øllum 27 um­førunum. Hjá B36 vóru tað Róaldur Jacobsen, sum var við frá byrjan allar ferðirnar og tríggjar ferðir varð skiftur út, og Bárður Olsen, sum fimm ferðir varð skiftur inn og tvær ferðir varð skiftur út. Hjá FC Suðuroy vóru tað mál­ verjin Stanislav Kuzma, sum allar ferðirnar var millum teir fyrstu ellivu, men sum tríggjar ferðir noydd­ist av vøllinum, og liðfor­ mað­urin Palli Augustinussen, sum var millum teir fyrstu ellivu allar 27 ferð­irnar, og sum fýra ferðir varð skiftur út. TB og B68 Ferðslan inn og út av vøllinum var eisini størri í TB og B68, enn hon var tað í hinum feløgunum. Milan Kuljic sendi 25 spælarar – íroknað seg sjálvan – á vøllin at umboða TB. Tveir teirra vóru við í øllum 27 umførunum. Málverjin Ivan Stojkovic var við allar 2430 min­uttirnar, meðan Dan Mortensen bara tíggju ferðir spældi alla tíðina. Seytjan ferðir varð hann skiftur út. 26 spælarar umboðaðu B68. Tann einasti, sum var við í øllum 27 lands­ kappingardystunum, var málverjin Hans Jørgensen. Hann var stinn­ asti B68 spælarin í 2012, og hann vardi málið allar 2430 minuttirnar á tamb. 22 umboðaðu NSÍ Undan kapp­ingar­byrjan varð nógv fokus á NSÍ, har setningurin hjá Kára Reynheim var at mynda nýtt lið, sum kundi standa seg í bestu deildini. Tí kundi kanska roknast við, at tað fór at verða nógv ferðsla inn og út av liðnum, men soleiðis vísti tað seg ikki at vera. 22 spælarar vóru við til at vinna NSÍ upp á sjeynda plássið. Tveir teirra vóru við í øll­um 27 umførunum. Tað vóru 22 ára gamli toppskjúttin Klæmint A. Olsen, sum var millum teir fyrstu ellivu í øllum dystunum, og sum tríggjar ferðir varð skiftur út, og 21 ára gamli vongverjin Monrad Holm Jacobsen, sum var við frá byrjan í øllum dystunum uttan einum, tá ið hann varð skiftur inn. Fýra ferðir varð hann skiftur út. Neyvan nakar ivi man vera um, at málverjin, Kristian Joensen, var ársins spælari í NSÍ. Kristian var fastur maður millum stólparnar í øllum dystunum uttan í tí síðsta. Hann varð vístur av vølli í evstu løtu í næstsíðsta umfari, tá ið NSÍ á heimavølli spældi 0-0 ímóti B36. Tí Lítil útskifting millum tey bestu Fótbóltur Meistararnir í EB/Streymi høvdu færri spælarar á vøllinum enn nakað annað lið, fleiri umboðaðu B36 og FC Suðuroy enn nakað annað felag, og málverjarnir vóru rættuliga drúgvir Andy Ó. Olsen spældi við KÍ í øllum 27 umførunum í landskappingini. Nú flytir hann til barndómsfelagið NSÍ René Tórgarð vardi málið hjá meistaraliðnum EB/Streymi alla landskappingina á tamb