Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið var Kristian Joensen leikbannaður í síðsta umfari, tá ið NSÍ var í Streymnesi. 21 umboðaðu ÍF og KÍ Bæði í ÍF og í KÍ vóru 21 spælarar á besta liðnum í teimum 27 lands­ kapp­ingardystnum í 2012. Hjá KÍ vóru tríggir spælarar við í øll­um umførunum. Málverjin Andras Gango vardi málið alla lands­kapp­ ingina á tamb, Andy Ó. Olsen var við frá fyrsta bríksli hvørja ferð, og hann varð útskiftur sjey ferðir. Páll A. Klettskarð hevði fyrstu um­ førini ilt við at skora mál. Tá var hann tríggjar ferðir á beinkinum frá fyrsta bríksli, men hann varð allar tríggjar ferðirnar skiftur inn. Tíggju ferðir varð Páll A. Klettskarð skiftur út. Í Fuglafirði vóru Clayton Soares og Dánjal á Lakjuni við í øllum 27 umførunum. Hvørgin teirra spældi tó alla tíðina. Clayton var ikki fastur maður í fyrstu umførunum. Hann varð fýra ferðir skiftur inn og sjey ferðir skiftur út. Dánjal á Lakjuni spældi bara sjey ferðir allar 90 minuttirnar. Trettan ferðir varð hann skiftur út, og sjey ferðir varð hann skiftur inn. Miðverjin Høgni Zachariassen mundi saman við Clayton Soares vera mest eyðsýndi ÍF spælarin í 2012, sum ivaleyst var besta kapp­ ingarárið hjá honum higartil. Høgni spældi allar dystirnar á tamb burtur­sæð frá tí síðsta, tá ið HB vitjaði í Fuglafirði. Tá var Høgni Zachariassen noyddur at geva avboð. 23 umboðaðu HB og Víking HB og Víkingur vórðu umboðað av 23 spælarum í 2012 landskappingini. Einasti Víkinga spælarin, sum var á vøllinum í øllum 27 dystunum, var málverjin Geza Turi, sum vardi málið alla landskappingina á tamb. Víkingur hevur luttikið í lands­ kapp­ingini síðani 2008, og Geza Turi hevur verið málverji í øllum dyst­unum higartil! Í einum dysti í 2010 noyddist hann av vøllinum tíggju minuttir undan dystarloki. Tveir HB spælarar vóru við í øllum 27 umførunum í ár. Teir eru Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen. Teir vóru báðir hvørja ferð millum teir fyrstu ellivu, og hvørgin teirra spældi alla tíðina. Christian R. Mouritsen varð út­skift­ ur fýra ferðir, og Símun Samuelsen varð útskiftur tíggju ferðir. Drúgvir málverjar Talvan vísir, at tað í 2012 lands­kapp­ ingini vóru tilsaman 20 spælarar, sum vóru við í øllum 27 um­før­ unum. Ódnin millum stólparnar man ivaleyst vera tann, har út­ skift­ingarnar í flestu førum eru fægstar. Í seks av teimum tíggju feløg­ unum var sami málverji millum stólp­arnar allar 27 ferðirar: René Tórgarð, EB/Streymur, Andras Gango, KÍ, Geza Turi, Víkingur, Ivan Stojkovic, TB, Hans Jørgensen, B68, og Stanislav Kuzma, FC Suðuroy. Hinir málverjarnir vóru eisini rættu­liga drúgvir. Sum nevnt so vardi Kristian Joensen NSÍ málið allar ferðirnar uttan í síðsta umfari, tá ið hann var leikbannaður. Tá loysti Pætur Høj av í NSÍ málinum. Jákup Mikkelsen var í ÍF mál­ inum í 23 landskappingardystum. Fýra ferðir var hann ikki við, tí hann var skaddur. Haldgrímur Gregersen Hansen loysti av eina ferð, og tríggjar ferðir vardi Tórður Thomsen ÍF málið. Meinhardt Joensen var í B36 málinum 24 ferðir. Í tveimum um­ førum var hann leikbannaður, og í síðsta umfari sat hann á beinkinum, tá ið 18 ára gamli Jákup Højgaard fekk møguleikan at royna seg. Magnus E. Poulsen loysti av, tá ið Meinhardt varð vístur av vølli og síðani leikbannaður. Teitur M. Gestsson vardi HB málið 25 ferðir. Eftir summarsteðgin var hann skaðadarvaður, og tá var Símun Rógvi Hansen millum HB stólparnar. Geza Turi hevur øll árini vart málið, síðani Víkingur í 2008 sá dagsins ljós. Síðani 2006 hevur Geza Turi verið í Gøtu. Palli Augustinussen var saman við málverjanum Stanislav Kuzma tann, sum flestar ferðir umboðaði FC Suðuroy í 2012-10-22 Róaldur Jacobsen var drúgvur á B36 miðvøllinum í 2012 Spælarar Tal Elsti-yngsti Yngri enn 20 ár Eldri enn 30 ár Miðalaldur 27 dystir (aldur) EB/Streymur 19 38-16 3 5 26,16 René Tórgarð (33), Jónhard Frederiksberg (32) og Leif Niclasen (26) ÍF 21 42-17 3 6 25,62 Clayton Soares (33) og Dánjal á Lakjuni (22) HB 23 34-18 3 3 23,96 Christian R. Mouritsen (23) og Símun Samuelsen (27) KÍ 21 34-17 5 1 22,10 Andras Gango (28), Andy Ó. Olsen (27) og Páll A. Klettskarð (22) Víkingur 23 38-16 3 5 24,48 Geza Turi (38) B36 29 32-16 9 6 23,83 Róaldur Jacobsen (21) og Bárður Olsen (26) NSÍ 22 36-18 4 2 22,77 Klæmint A. Olsen (22) og Monrad Holm Jacobsen (21) TB 25 40-16 7 7 25,08 Ivan Stojkovic (35) og Dan Mortensen (33) B68 26 41-16 3 3 24,50 Hans Jørgensen (22) FC Suðuroy 29 36-16 11 4 22,79 Stanislav Kuzma (36) og Palli Augustinussen (31) kelda: faroesoccer.com