Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Komandi valskeið ætla vit, at rudda upp eftir Fólka­flokkinum, sum í ABDH samgonguni, við sínum asosiala skatta­ lætta, hevur gjørt lívið hjá okkara veikastu so nógv verri. Nú hoyrdu vit aftur ein fólkaflokspolitikara tosa um, at teirra skatta­ lætti ikki hevur gjørt, at nakar hevur minni pening eftir. Samstundis hoyra vit, at tað er blivið nógv dýrari at liva í Før­ oyum. Vit hoyra eisini um einligar mammur, sum bidda mat til børn­ ini á Herberginum. Hetta eru mammur, sum hoyra til tann stóra bólk­in, sum lítlan ella ong­an skatta­ lætta hevur fingið. Man nýtist ikki at vera samfelagsfrøðingur fyri at skilja, at tað ikki hongur saman, hjá teim­ um, sum longu framm­an­ undan einki hava eftir av lønini, tá vørur og annað gerst dýrari. Eg má siga sum er: eg kann hvørki liva við, at børn í Tórshavnar kommunu ella í restini av landinum fara í song svong, tað eigur ikki at henda í einum so ríkum samfelag sum okkara. Javnaðarflokkurin í Tórshavnar kommunu hevur altíð tikið sær av okkara veikastu, og tað gera vit aftur nú. Komandi valskeið seta vit skattin niður, sum lova, eitt prosent. Men vit gera tað meira sam­ halds­fast við at fordeila helvtina til barna­ familj­ur­nar, sum hava tað pen­ingaliga tungt í dagligdegnum. Hetta verður gjørt við at hakka barnafrádráttin frá 5.500 kr. pr barn upp í gott ca 8.000 kr. pr. barn. Í mun til ”popp­utta” men veruleika­fjara kekkin hjá Fólka­flokk­ inum, so kann okkara ætlan gjøgnumførast við at brúka vit og skil. Tað er sjálvandi snilt hjá fólka­ flokkinum at lova ein kekk, sum man veit ikki kann gjøgnumførast: Tí so kann man geva lands­ stýrinum skuldina, tá men enn einaferð svíkur okkara veikastu í sam­ felagnum. Men eg vænti ikki, at veljarin letur seg lumpa enn einaferð. Tá vit settu skattin eitt prosent upp, fyri at gjalda fyri Boðanes­ hamar, lovaðu vit, at taka hetta prosentið burtur aftur, tá heimið var bygt. Nú finnist onkur at okkum, tí vit ikki halda tað, sum vit lovaðu. Men hetta er ikki seriøst. Tí vit geva so sanni­liga hetta prosentið aftur. At vit so velja at um­for­ deila helvtina av hesi upphædd í krónum til illa trýstu barnafamiljurnar, er ikki at bróta okkara lyfti, men ein reaktión uppá ringu støðuna hjá barna­familjunum. Sjálvt ikki í okkara ring­astu marrum, høvdu vit fyristilla okkum, at Fólkaflokkurin fór at fáa ein so asosialan skatta­lætta í gjøgnum. Men hetta er hent, enn­tá við stuðli frá Sam­bandsflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum. Hetta vísir bara, at vilja tit okk­ara veikastu væl, so mugu tit atkvøða fyri Javnaðarflokkinum, tí vit fremja úrslit. Vit rudda upp eftir Fólka­ flokkinum Rúni Djurhuus eykalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð Vit byggja land og bý 2 Jógvan Arge Tórshavn valevni á Lista E Listi E í Tórshavnar býráð leggur stóran dent á at skapa bestu umstøður fyri ung sum eldri. Tí hava vit bygt skúlarnar við Løg­manna­ breyt og á Argja­hamri eins og dagført Eysturskúlan, Skt. Frants skúla og Kollafjarðar skúla. Vit hava skapt altjóða um­støður til bæði frælsan ítrótt og fimleik og dagført ítrótt­arhallirnar í Hoyvík og á Hálsi. Vit hava stuðlað Dansifrøi at byggja egin høli, bygt stórt áskoðaraskýli á Argjum og útvegað Kvøld­ skúl­anum, har 2-3000 fólk eru virkin hvørt ár, nýggj høli. Samtykt er at byggja musikkskúla við Norður­ landa­húsið, og projekteringin er farin í gongd. Samtykt er, at Reinsaríið verður spæli­ stað hjá tónleikarum. Verk­ ætlanin er í gongd. Boðanesheimið til 64 fólk verður tikið í brúk fyrsta dagin. Fólk kunna framvegis ferðast ókeypis, nú í spildur­ nýggjum bussum. Øll hesi átøk er neyðug átøk fyri fram­tíðina og fyri trivnaðin í komm­ununi. Men enn er langt á mál. Tórs­havnar kommuna skal ganga undan, tá tað snýr seg um at skapa bestu lestrar­ møguleikar í land­inum. Vit skulu hava bestu umstøður til miðnámsútbúgvingar og akademiskar útbúgvingar. Eitt økt tal av studentum í kommununi fer at krevja størri tal av bústøðum. Vit eiga at útvega lestrarbústaðir til einstaklingar og familjur. Vit fáa lønina fleirfalt aftur í einum livandi býi við børnum, vaksnum og gomlum. Eitt annað, sum hjálpir okk­um fram til eitt fram­kom­ ið og sjálvstøðugt samfelag, er at menna vinnulívið. Uppi­sjóvarvirkið í Kollafirði og ætl­anirnar at fáa gongd á fiska­arbeiðið á Vestaru bryggju eru framstig í so máta. Vit mugu eisini fáa í lag nýggjar skapandi vinnur. Til hetta mugu vit endurreisa vinnumenningina í komm­ ununi. Ráðgevingin skal hava fingurin á pulsinum og eggja vinnuhugaðum til at liva og virka í býnum. Um dagarnar eru 35 ár síðani Hans Mortensen kom við sínum SMS á Trappu­ trøðni. Síðani hava vit hoyrt lítið annað, enn at miðbýurin er ov deyður. Helst fekk miðbýurin tá eina sjokkviðgerð, sum var sterkari, enn gott var. Um­ ráðandi er tí, at komm­unan fær lív í miðbýin. Eitt nýtt býráð eigur at fremja bestu partarnar av teimum mið­ býarætlanum, ið nú finnast. Hesi avrik og hesar ætl­ anir byggja land og bý. Listi E tekur heldur enn fegin eitt tak aftrat! Latið okkara gávuríka ungdómi Kommunuskúlan Vit hava ein góðan og gávu­ ríkan ungdóm í Havn. Men ikki er lætt at vera ungur og sjálvur at skulu fáa sær permanent hølir til kreativt virksemi. Vit hava her ein gyltan møgulleika at hjálpa. Latum okkum lata ung­dómin fáa Tórshavnar Kommunu­skúla. Hann er stórur og skaptur til endamálið. Her kunnu tey ungu hava hølir til tónleikin, til sjónleik, málningalist osfrs. Fáið teim­um ungu karmarnar so tey kunnu blóma kreativt. Vit hava eisini nógv ung sum hava stóran áhuga fyri films­list. Eisini her er Kommunu­skúlin væl egnaðir til filmvirksemi. Tað er at fegnast um tann áhuga sum er kring føroyska filmsvinnu og fer nýggja virðislønin “Geytin” at gera sítt til at menna spírarnar. Í Svøriki er tónleikur størsta útflutningsvinnan og ein filmsvinna leggur nógv­ an pening eftir sær. Eg havi ongan iva um at skjótt fer bæði føroyskur tónleikur og filmur veruliga at gera vart við seg uttanlanda i kom­mer­ ci­ellum høpi. Vit í Havn eru so errin av William Heinesen. Hann og sonurin Zachari­as prýddi auluna í Kommunu­skúl­an­ um. Eg eri sannførdur um, at William og alt hansara ættarlið av framfýsnum listar­fólki – og sum ikki høvdu góðar møgulleikar at virka undir - hevði fegn­ast um okkara kreativi ung­ dómurin kundi fingið Komm­ unu­skulan. Eitt er at hava talent men tað skulu eisini karmar til fyri at menna og fremja gávurnar. Latum okkum nú hugsa stórt og lata tey ungu gera Kommunuskúlan til eitt kraft­sentur fyri kreativitet – tey ungu eru okkara framtíð, latum okkum eldri sýna í verki at vit virða tey og teirra krøv ! Johan Mortensen Valevni hja Tjóðveldi