mánadagur 22. oktober 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fari ein túr yvir við
Strond eina tvær ferðir
um vikuna, at hyggja
eftir, hvussu langt Boða
nesheimið nú er komið.
Tað broytist frá viku
til viku og er hetta sera
spennandi at fylgja við
í.
Tað eru nokk fleiri
við mær, sum bæði
tvær og tríggjar ferðir
um vikuna líka leggja
leiðina framvið Boða
nesheiminum fyri at
vita, hvussu gongur og
hvussu hetta alt kemur
at geva seg út.
Summi teirra ímynda
sær at búgva her. Onnur
ímynda sær, at gamla
mamma teirra loksins
fær eitt røktarheims
pláss. Vit vita jú øll, at
tørvurin á hesum góða
heimi er sera stórur.
Byggiarbeiðið byrjaði
stutt fyri jól 2010 og
hevur gingið ótrúliga
væl hóast veðrið ikki
altíð hevur verið til
vildar.
So nú styttist tíðin av
álvara til, at vit kunnu
bjóða borgarum okk
ara 64 nýggj búpláss
við øllum teimum hent
leikum, eitt slíkt heim
krevur – bæði innan- og
uttandura.
Hetta gleðist eg sum
forkvinna
í
sosialu
nevnd almikið um.
1. mai byrjaði Jóngerð
Guttesen sum leiðari á
Boðanesheiminum
og
hevur hon saman við
Tórshavnar kommunu
sett fleiri fólk í starv til
Boðanesheimið, tí nógv
skal skipast og fyri
reikast til at tey fyrstu
búfólkini flyta inn.
Roknast skal við, at
eini 80-100 fólk skulu
starvast á heiminum.
Eldrabústaðir
Øllum er greitt, at stór
ur tørvur er á Boðanes
heiminum til tann bólkin
av eldri, sum er ringast
fyri her í kommununi.
Men kommunan ar
beiðir
eisini
støðugt
við at fjøltátta og betra
íbúðarsamansetingina,
herundir at fáa til vega
eldrabústaðir til teirra,
ið framvegis kunnu klára
seg sjálvi í egnum heimi
møguliga við stuðli frá
heimahjálp.
Komm
unan arbeiðir eitt nú við
ætlanum um lutaíbúðir.
Ein túr yvir
við Strond
kommunuval 2012
Halla Samuelsen
býráðslimur
Valevni Javnaðarflokksins
til Tórshavnar býráð
Barnakekkurin frá
Fólkaflokkinum er IKKI bluff !
Heini Havn Magnussen
valevni fyri Fólkaflokkin í Tórshavn
Man verður ovfarin av at
síggja, hvussu illa fleiri val
evnir
unna
barnafamilj
um í Havn ein barnakekk.
Áhugavert – ja komiskt, at
Javnaðar-
og
Tjóðveldis
sosialistar eru harðast ímóti,
at hesin kekkur verður út
goldin barnafamiljum.
Tey
søgdu
fyrr
sítt
høvuðsmál vera at fjálga um
tey, ið ikki høvdu so nógv at
liva fyri. Her er vent ì holuni.
Eg kann lítið ætla, hvussu
súrt tað er at vera Javnaðar-
ella Tjóðveldissosialistur til
býráðsvalið, har Fólka-flokk
urin sum einasti flokkur
ynskir barnafamiljur heim
aftur og tær, sum búgva her
at trívast betur. Hetta er
samhaldsfesti – sum vinstra
hall siga seg ganga inn fyri.
Eg skilji ikki kúvendina.
Fólkaflokkurin veit, at
barnakekkur og hægri skatta
fríur botnfrádráttur krevja
onkra lógarbroyting. Men
úrslitini tala fyri seg, tá um
vallyfti frá Fólkaflokkinum
ræður. Fólkaflokkurin heldur
tað, hann lovar. Tað er meir,
enn man kann siga um aðrar
flokkar…
Nógv tos er um barna
kekkin. Fyri at skera tað
í papp – so eisini vinstra
hall valevni skilja hetta,
so er barnakekkurin frá
Fólkaflokkurin
til
barna
familjur IKKI ein 10.000 kr
hækkan, men ein hækkan
uppá 4.500 kr av verandi
barnafrádrátti
útgoldin
kontant. Hetta hækkar ver
andi barnafrádrátt úr 5.500 kr
upp í 10.000 kr. Ístadin fyri at
trekkja hetta frá skattinum,
verðaa hesar 10.000 kr. út
goldnar í reiðum peningi
til
allar
barnafamiljur
í
kommununi. Ein familja við 4
børnum fær sostatt útgoldid
40.000 kr árliga!
Las fyrradagin, hvat «Í
menniskjum góður tokki»
ætlar
fátækum
barna
familjum, forsyrgjarum, og
fólki við minni enn 60 kr um
dagin at liva fyri. Harmiligt
at lesa – og enn meiri syrgi
ligt, at fleiri enn 500 søkja
hjálp fyri at halda jól!? Eru
fátæk fólk enn í Føroyum
– og kanska serliga í Havn?
Felagið «Í menniskjum góður
tokki» skal eiga rós og heiður
fyri teirra virksemi. Gott, at
vit enn hava eldsálir ìmillum
okkum, ið vilja væl.
Hevði ein mamma vid 3
børnum ikki havt gleði av
einum barnakekki upp á
10.000 kr pr. barn ?
Høvdu barnafamiljur –
ofta fìggjarliga sperdar – ikki
verið glaðar fyri 10.000 kr pr.
barn ?
Høvdu
tvey
stríðandi
foreldur ikki verið glad fyri
10.000 kr pr. barn ?
Høvdu ommur og abbar
ikki verið glað, um teirra
børn og barnabørn nú kundu
eta heitar máltíðir ?
Man fær mangt slíkt í
grannalondunum, og tískil
er tað at flyta heimaftur ikki
nóg freistandi. Tórshavnar
kommuna kann - og eg
haldi, hon SKAL virka fyri
at fjálga umstødurnar hjá
øllum
borgarum.
Hesin
barnakekkurin á 10.000 kr
pr. barn hevdi ført til, at
fleiri høvdu flutt heimaftur,
og at fleiri, ið ætla at rýma
av landinum, høvdu ikki
flutt. Vit kappast hóast alt
við okkara grannalond um
barnafamiljurnar. – Tær eru
framtíð Føroya!
Minst til at velja Fólka
flokkin, um tú vilt barna
familjunum og samfelagnum
væl.
Gjald fyri
valgreinar
Vit taka gjald fyri valgreinar
í sambandi kommunuvalið.
Valgreinar eru greinar frá
valevnum og greinar, sum
blaðstjórnin metir sum valgreinar.
Kostnaðurin er í lutfallinum
1.000 kr fyri fjórðingssíðu.
Lyftini um nýggjan
Vesturskúla eru tóm lyftir
Høgni Mikkelsen
Valevni Sambandsfloksins til
Tórshavnar Býráð
Fyri at Tórshavnar kommuna
kann vaksa og mennast
er neyðugt, at vit raðfesta
okkara íløgukrónur. Tað er tí
eg haldi, at Vesturskúlin kann
bíða eftir, at eftirspurningur
er eftir skúlanum. Hyggja
vit at íbúgvaratalinum í
Føroyum og eisini í Tórshavn,
so kemur eftirspurningurin
eftir Vesturskúlanum ikki
enn.
Hvat merkir tað so, um vit
útseta Vesturskúlan?
Tað kemur at merkja, at
vit kunnu nøkta aðrar tørvir
í býnum. Vit kunnu skapa
karmar til røktarpláss, ið
stórur eftirspurningur er
eftir. Vit kunnu gera íløgur
í tey øki í býnum, har stórur
tørvur er á betring. Vit
kunnu eisini bjóða víðk
aðar
upplatingartíðir
á
ansingarstovnum, so for
eldur kunnu avlevera børnini
fyrr um morgunin og heinta
tey seinni um kvøldið. Ein
útsetan av einari so stórari
íløgu, sum Vesturskúlin er,
leysgevur eina rúgvu av peng
um. Hesin peningur kann
nýtast til eitt nú at byggja
røktarpláss á ellisheimum.
Tað kann nýtast til, at veita
tilboð til eitt nú orðblind og
annars gera íløgur í fleiri
økir, ið menna býin og skapa
trivnað.
Vit mugu ikki gloyma,
at okkara týðningarmesta
tilfeingi eru børnini, men
tað er samstundis ein sann
roynd, at teir næmingar, ið
skulu húsast í Vesturskúl
anum, í dag hava karmar
har tey hava sína dagligu
gongd. Her kunnu tey halda
áfram at hava sína dagliga
gongd, meðan nýggja bý
ráðið raðfestir tær akuttu
íløgurnar. Talan er ikki um
heilt at strika Vesturskúlan,
men at útseta hesa risa
verkætlanina, til brúk verður
fyri henni.
Vit mugu hava í huga, at
vit ikki gera umstøðurnar hjá
næmingunum verri, vit gera
tær bara ikki betri fyrr enn
peningur og eftirspurningur
er til tess.