Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Ferðslutrygd, súkklubreytir, parkering, brúgv um Sandá v.m. Marin Katrina Frýdal býráðslimir fyri Tjóðveldi forkvinna í Teknisku nevnd og limur í bygginevndini, “Brúgvin um Sandá” Fólkafloksmaðurin Sjúrður Olsen finnist at, at ov lítið er komið av skafti innan ferðslu- og gøtuviðurskifti seinasta valskeið, nú hann sjálvir ikki hevur sitið við stýrisvølin í Teknisku nevnd í Tórshavnar býráði. Jú, Sjúrður, sanniliga er nógv avrikað, og nógv er á ávegis. Tað komu nýggir vindar inn í býráðsarbeiðið, tá javnstøðan millum kynini gjørdist veruleiki fyri 8 árum síðani. Ikki minst kom ein nýggjur hugburður til tekniska økið, sum nú hevur fingið kjølfesti á Vaglinum. Eg eri errin av avrikunum, hóast vit kunnu verða samd um, at tað altíð kundi verið gjørt meira. Trøini vaksa sum kunnugt ikki inn í himmalin, og íløgujáttanirnar eru av­ markaðar. Kann nevna, at vit t.d. hava brúkt meira enn eina ½ milliard krónur til skúlabygging og -umvæling, eins og 100 tals milliónir eru brúktar til eldraøkið. Hetta vóru tvey stór málsøkir, ið lógu í skeljasori, tá ið vit tóku við eftir Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Tískil hevur tekniska økið ikki kunnað fingið tillutað so nógvar íløgurkrónur, sum ein annars kundi ynskt sær, og av tí tillutaða, hevur ar­ beiðið við kloakkleiðingum og reinsiverkum fingið bróð­ ur­partin, sum eisini var eitt málsøkið, sum ongan góðan hevði átt í áravís. Ferðslutrygd Tað allar fyrsta, eg sum for­ kvinna í teknisku nevnd setti á skránna fyri 8 árum síðani, var at fáa raðfest ferðslutrygdina í fremstu røð sum eitt natúrligt grund­ arlag undir allari vi­ðgerð av vegatekniskum spurningum, eins og tað eydnaðist mær at fáa undirtøku fyri, at Ráðið fyri Ferðslutrygd gjørdist fastur limur í Ferðslunevndini hjá Tórshavnar kommunu. Miðvísa arbeiðið seinastu árini at taka ferðslutrygd og umhvørvisatlit við í tekniska arbeiðið við vegagerðum og útstykkingum v.m. sæst nú í verki, og ein virkis­ætl­ an fyri ferðslutrygd í allari kommununi verð­ur tøk í næstum. Ferðslu­trygd­ar­ ætlanin er ein allýsing fyri alla kommununa, har allir borgarar, býarpartar, býling­ ar og bygdir fáa eins við­gerð. Hetta stak henta arbeiðs­ amboðið hjá politikarunum og umsiting at nýta, tá sting­ast skal út í kortið, er evn­að til av fremstu ser­ frøð­ini á økinum. Nýggja snið­ið á R.C.Effersøesgøtu er gjørt eftir leiðbeining frá hesi serfrøðini, og verða trupulleikarnir í m.a. Kolla­ firði viðgjørdir eftir sama leisti. Parkering Fleiri parkeringspláss eru útvegað í býnum, og par­ kerings­politikkur er eisini settur á dagsskránna. Leingi hevur verið talan um par­ keringshús at loysa trupul­ leikan frá serliga lang­tíðar­ parkeringini inni í býnum. Eitt parkeringshús á havnar­ lagnum við Eystaru vág, samskipað við aðra ferða­ vinnu- og flutnings­tæn­astu, eigur at vera fyrsta stigið. Eitt ella tvey parkeringhús nærhendis mið­býnum høvdu loyst tørvin á lang­ tíðar­parkering, og hópur av stuttíðar par­kerings­pláss­ um soleiðis vorðin tøk í mið­ býnum til fólk í tænastu- og handilsørindum. Nú tykist endiliga at vera komið glið á málið, men tíverri verður enn bíða eftir avgerð í Inn­ lendismálaráðnum, áðrenn parkeringspoli­tikk­urin í bý­ num kann setast í verk. Bussleiðin Bussleiðin hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommun­ una. Bussleiðin er ein sam­ haldsføst skipan, har roynt verður at flyta ein mun­ andi part av bilferðsluni í kommununi yvir á kollek­ tivan flutning, m.a. fyri at minka um bilatalið í býnum og um CO2, útlátið. Gjaldsfría loysnin frá 2007, har eitt av aðalmálunum er at uppala børnini at brúka Bussleiðina, soleiðis at komandi ættarlið á ein heilt natúrligan hátt nýta kollektivu ferðsluna sum ein flutningsmøguleika, og harafturat nýmótans buss­arnir frá 2011, hava sam­anlagt økt munandi um brúkaraskaran. Og politiskur vilji eigur at vera fyri at gera Buss­leiðina enn betri. Vegir, umhvørvi og estetikkur Eisini eydnaðist tað at fáa eina býráðssamtykt um, at allir nýggir vegir skulu hava útbúnað, ið reinskar vegvatnið, og at ljóðvollar og planting verður fram við vegunum; hetta fyri at verja bæði ímóti óljóði og dálking. Jú, eisini estetikkur er vorðið ein natúrligur part­ur við vegagerðum í kommununi, soleiðis at vegir verða lagdir væl í lendið og alt verður væl og virðiliga frágingið. Áhaldandi eigur at arbeiðast við ætlanini um at dagføra vegakervið í allari kommununi, tí nógvir bygdarvegir lúka ikki tey krøv, sum ferðslan nú á døgum setur; t.d. er vegurin ígjøgnum Velbastaðar bygd og út á Øksl eitt dømi um slíkan veg ið má gerast í næstum. Súkklubreytir Við treiskni eydnaðist tað við tógvi stríð fyri 8 árum síðani at fáa undirtøku fyri, at allar nýggjar vegagerðir skulu hava súkklubreyt umframt ta vanligu gongubreytina. Mið­vísa arbeiðið at skipa ferðslutryggar gongu- og súkklufarleiðir í býnum ber ávøkstur, tí munandi fleiri fólk ferðast nú á súkklu, enn áður, og sama er gald­ andi fyri fólk til gongu. Ar­ beiðast má áhaldandi fram eftir hesum leisti, og hesi viðurskifti mugu eisini tak­ ast við, tá eldri vegir verða dagførdir. Tíverri er eisini her bíðitíð eftir avgerðum hjá Innlendismálaráðnum, tí tørvur er á dagførdum kunn­ gerðum við heimild í ferðslu­ lógini. Gøtur Nógvar gøtur eru gjørdar farna 8 ára skeiðið og er hettar arbeiðið spjatt um alla kommununa. Harumframt eru fleiri klárar at fara ígongd, so skjótt øll neyðug loyvi eru tøk. Nakrar gøtur eru: • Úr Hoyvíkarskúla nið­an í Klingurna, inn á Gøtu og niðan á Løg­manna­ breyt • Við gamla vatnbrunnin í Djúpagili • Nýggj gøta við Svarta­ foss • Hvítanesgøtan verður nú gjørd, eftir at loyvið er fingið frá friðinga­ rmyndugleikunum • Á Hvítanesi úr Akkers­ vík og út á Nesið • Við Hoyvíkstjørn • Úr Kongsgili í Kerjar og í Marknagilsgøtuna • Um Vesturvarða – gøtan er nakað knortlut í støðum, og verður hetta bøtt í næstum • Úr Norðasta Horni oman í Sandá • Í Nólsoy millum skúlan og dagstovnin • Av Argjum og niðan á Hamarin • Úr Kongavarða í Reyns­ gøtu • Fram við Sandá • Í viðarlundini í Havnar­ dali • Í Kirkjubø inn á Árnanes og nú verður farið undir at binda gøtuna í Lágabø • Á Velbastað millum skúlan og dagstovnin • Í Kaldbak eru gøtur endur­skapaðar og hamp­aðar • Loyvið er nú fingið frá Yvirfriðingarnevnd at fara undir gerð av gøtu fram við sjóvarmálanum yviri við Strond. Rundkoyringar Rundkoyring er gjørd við skúlan á Argjahamri og onn­ur verður nú gjørd við vega­mótið Sundsvegur/ Blómu­brekka/Óluvugøta; og loysn er á veg við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari ring­ vegur. Sjúrður Olsen mælir til, at ljósreguleringar í bý­num skulu burtur og rundkoyringar skulu koma í staðin; og hann er ikki einsa­mallur um at hava eina turkatrúgv uppá rund­ koyringar, hóast ser­frøðin ferð eftir ferð hevur víst á, at í ávísum førum eru rundkoyringar ikki besta loysnin, tá ið bilatalið fer upp um eitt ávíst. Tað er altso ikki einans av pláss­ trots­ávum, at tey halda seg til ferðsluljós inni í t.d. Keyp­ manna­havn, heldur enn til rundkoyringar. Ytri ringvegur og Krákugjógv Eg eri samd við Sjúrði Olsen í, at Ytri ringvegur má fáast liðugur. Men samstundis gleð­ist eg yvir, at vegurin ikki er trumfaður ígjøgnum eitt so náttúruvakurt øki, sum traðirnar við Villingar­dals­ vegin og oman í Krákugjóv, soleiðis sum Sjúrður Olsen og aðrir býráðslimir ann­ars eru heilhugaðir fyri. Lands­ stýrið eigur eisini stóra ábyrgd fyri, at hesin vegur ikki er gjørdur enn, og sam­ felagið kann ikki lata sær lynda, at landsmyndugleikin fram­haldandi liggur í buktini fyri eini skynsamari loysn á hesum álvarsmáli fyri høvuðs­staðin Brúgvin um Sandá Sjúrður Olsen sat í síni tíð sum formaður í Teknisku nevnd, og hevði eisini brúnna um Sandá á skránni tá, hóast lítið og einki kom burtur úr. Men tíbetur er brúgvin nú veruliga á veg. Í longri tíð hevur verið arbeitt við verkætlanini, m.a. at prosjektera og at gera útbjóðingartilfarið klárt, peningur er avsettur til stóru íløguna bæði í ár, í 2013 og í 2014, og brúgvin er tískil ikki langt úr eygsjón. Verkætlanin, sum er brúgv og tvær rundkoyringar (ein hvørju megin Sandá), er boðin út. Teir bjóðandi bóðu um longda freist, og varð hetta sjálvandi eftirlíkað teim­um; tilboðini koma inn tann 26. oktober, tá ið lisita- tión verður. Síðani verða til­boðini eftirkannaði, og dóms­nevndin fer til verka. Til­mælið fer síðani til nevndar­viðgerð og so fyri býráðið. Tað skal tó sigast, at hesari verkætlan hevur Sjúrður Olsen tíbetur tikið undir við, og tað vil eg takka honum fyri. Jú, sanniliga grør um gangandi fót. Marja L. Gjógvará býráðsvalevni fyri Tjóðveldi Tann­ røkt til tann­ áring­ar upp til 18 ár Barnatannrøktin í Tórs­ havnar Kommunu eigur at verða víðka til eina barna- og ungdómstannrøkt, ið fevnir til 18 ára aldur, við verandi skipan er aldurin 16 ár. Barnatannrøktin hev­ur gjørt eitt sera gott arbeiði fyri tannheilsuna hjá børnum, t.d. høvdu 58 % av 12 ára gomlum børn­ unum frískar tenn í 2011, í mun til 12 % av 12 ára gomlum í 1991. Í Danmark er tað lóg, sum kom í gildi í 1971, at øll børn og ung upp til 18 ár skulu hava fría tannrøkt, og í Klaksvík eru tey so skilagóða, at tey eisini hava eitt víðka tilboð. Tað kann verða dýrt at fara til tannlækna, og eg veit um fólk ið aftra seg at fara, tí hetta er so kostnaðarmikið. Ung ímill­um 16 og 18 ár, eru sum oftast skúlanæmingar ella lærlingar, og tað hevði uttan iva lætt um hjá nógvum av hesum ungu, og familjum teirra, at fingið tannrøkt til 18 ára aldur. Við at økja um tilboði, eru 2 ár aftrat har tann­ læknarnir kunnu stuðla undir einari góðari tann­ heilsu, ið vónandi skal vara alt lívið. Lat okkum eisini skipa fyri, at frí tannrøkt verður eitt tilboð til øll upp til 18 ár í Tórshavnar Kommunu. Vælvild er víst frá tannlæknastovuni til hetta, og nú skal komm­ unan taka stigið at fáa hetta ílag. Tilboðið kann hjálpa um fíggjarliga hjá fleiri familjum, og ger Tórs­havnar Kommunu eitt sindur meiri kappingar­ føra.