Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. oktober 2012 · Nr. 123 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Í morgin hósdagin mikudagin HITalag avfall lufttrýstið VESTFALLSKYRRINDI 17/10: Mánin næstur jørðini 22/10: Fyrra kvarter 29/10: Fullmáni Kelda. Álmanakkin 2012 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið av vestri og ælingur. Hitin millum 9 og 12 stig. Lot til andøvsgul av landnyrðingi og norði og sólglottar, men kanska okkurt kavaælið norðanfyri. Hitin millum 1 og 4 stig. Lot til andøvsgul av norði og útnyrðingi og ælingur, partvís kavi, men eisini sólglottar. Hitin millum 1 og 4 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og ælingur, partvís kavi, men eisini sólglottar. Hitin millum 1 og 5 stig. 22. okt. 00:48 13:42 - 12:42 00:03 12:57 02:48 15:42 03:48 16:42 11:57 - 10:57 23:22 01:03 13:57 02:03 14:57 00:33 13:27 01:48 14:42 23. okt. 02:07 14:57 01:07 13:57 01:22 14:12 04:07 16:57 05:07 17:57 00:22 13:12 - 12:12 02:22 15:12 03:22 16:12 01:52 14:42 03:07 15:57 24. okt. 03:22 15:22 02:22 14:22 02:37 14:37 05:22 17:22 06:22 18:22 01:37 13:37 00:37 12:37 03:37 15:37 04:37 16:37 03:07 15:07 04:22 16:22 25. okt. 04:07 16:28 03:07 15:28 03:22 15:43 06:07 18:28 07:07 19:28 02:22 14:43 01:22 13:43 04:22 16:43 05:22 17:43 03:52 16:13 05:07 17:28 26. okt. 04:50 17:11 03:50 16:11 04:05 16:26 06:50 19:11 07:50 20:11 03:05 15:26 02:05 14:26 05:05 17:26 06:05 18:26 04:35 16:56 05:50 18:11 3-8 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s 1/4 °C 1/4 °C Síðstu nátt: Eitt hátrýst, 1024 hPa. norðanfyri Føroyar fer í landsynning. Komandi nátt: Hátrýstið yvir Suður-Noreg fer í landsynning. Brúgvalagið norðanfyri Ísland kemur hendavegin. -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti 11,1 °C 6° Hitin í dag Minsti hiti máldur 3,5°C ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 34 higartil Miðal 1961-1990: 155 mm Normal 1961-1990: 7,4°C Miðal: 7,7°C 9/12 °C Brota­ myndir og ævintýr­ myndir Bókasavnið við Løkin sýnir tvær framsýningar í sambandi við mentanarvikuna í Runavík. Hesar lata upp í dag, mánadag 22. oktober, klokkan 16. Tá fara Barbara Gaardbo og Oddmar Nielsen eisini at framføra nøkur løg, og bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við. Brotamynd er føroyska orðið fyri mosaikk. Eli Smith hevur í seinastuni arbeitt við at gera myndir úr fleiri ymiskum grótsløgum. Hann hevur m.a. gjørt eina mynd av Jesusi hangandi á krossinum (Altartalvu), har tilfarið til kropp Jesusar (kálksteinur) er heintaður á 2300 metra dýpi, tætt við Norðpólin. Eina sól hevur hann eisini gjørt av tigulsteini frá tí niðurtikna Betesda skorsteininum. Bókasavnið sýnir nakrar av hesum spennandi brotamyndum fram. Nakrar av hesum myndum hava ikki verið sýndar fram áður. Virðislønta tjekkiska Renáta Fučíková hevur myndprýtt nógvar barnabøkur – bæði ævintýr, bíbliur og bøkur um tjekkiska søgu. Bókasavnið sýnir eitt úrval av hennara myndum fram, umframt eitt úrval av bókum við og um ævintýr. Verkini á framsýningini eru frá eini útgávu av ævintýrum H. C. Andersens, sum kom í 1999 og eini útgávu av kinesiskum fólkaævintýrum, sum kom í 2007. Bókasavnið er opið gerandisdagar frá kl 13.00 til 18.00 og tiltøk á bókasavninum eru ókeypis og øll eru vælkomin. Rannvá Gaard Fossaberg Føroyameistararnir í fitness luttóku í gjár í NM í fitness. Jónina Tegeder gjørdist nummar trý í sínum bólki, og Robin Jønsson bleiv nummar fýra.

 Kappingin fór fram í Herning Kongrescenter í Jyllandi, og føroysku luttakararnir kláraðu seg væl, hóast tey ikki endaðu á einum fyrsta plássi.

Báðir teir føroysku luttakararnir settu persónlig met, og høvdu harvið enn betri tíðir enn til FM, sum var fyri einum lítlum mánaði síðani. 
 Stigtakarin til FM í fitness, Rune Petersen, hevur verið við í føroyska ferðalagnum, og hann letur væl at luttøkuni hjá Jóninu og Robin.

 – Tey kláraðu seg væl. Hóast tey ikki vunnu NM, so settu tey persónlig met í styrki og rógving, sigur Rune Petersen. Sambært honum eru fyrstu fyrireikingarnar til næstu FM kappingina í fitness farnar í gongd. – Til hesa NM kappingina hava vit fingið eina rúgvu av íblástri og sæð, hvussu ein slík kapping kann leggjast til rættis. Harafturat hava vit verið í sambandi við nógv ymisk fólk innan fitnessheimin, so eg kann garantera, at vit fáa eina spennandi kapping í Føroyum komandi ár, sigur Rune Petersen.

 Næsta FM í fitness verður eftir ætlan í mai 2013. Jónina og Robin stóðu seg væl í NM Kinesiskt ævintýr, mynd hjá Renata Fucikova Sól, mynd hjá Eli Smith.