Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at taka stig til lógarbroyting, ið forðar fyri, at skip, sum hava fingið forboð at veiða, kunnu verða brúkt av nýggjum eigara, við nýggjum loyvum, so leingi upprunaliga forboðið framhaldandi er í gildi. Tað upplýsti Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í gjár í svari til Henrik Old, tingmann, sum spurdi, hvørji stig løgmaður fór at taka, nú Fiskimálaráðið hevur sett Fiskiveiðieftirlitið út av spælinum við at útskriva nýggj fiskiloyvi til skip, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur sett forboð fyri at fiska. Løgmaður sigur, at almenni myndugleikin, sum er bæði Fiskimálaráðið og Fiskiveiðieftirlitið, mátti staðfesta, at hann ikki hevði heimild til at nokta nýggja eigaranum at taka skipið í brúk við nýggja veiði- og fiskiloyvinum. Upprunin til fyrispurningin var hendingin, tá Slættaberg, sum misti fiskiloyvi í fýra vikur, tí hann hevði ov nógva hjáveiði av sild, bleiv seldur millum tvey feløg í JFK-samtakinum, so hann kundi fara til fiskiskap aftur eftir bara tveimum vikum. Tað kostar nógvar pengar at reka tað føro­yska sam­felagið sol­eiðis, sum vit hava rikið tað og all­ar­helst fara at reka tað í fram­tíð­ini. Hó­ast vit nú í meira enn 20 ára hava jabbað um komm­un­u­sam­an­legg­ing­ar, so hend­ ir lít­ið og einki – tí pol­it­iski myn­d­ ug­leikin hvørki hev­ur rygg ella dirvi til at taka støðu. Besta døm­ið var einkisigandi fólka­at­kvøð­u­greiðsl­an í ár, sum einans grugg­aði málið enn meira. Sum eitt dømi hava vit í dag hugt eft­ir, hvussu nógv tað kostar í borg­ ar­stjór­a­løn­um og fyrisiting at reka Suð­ur­oynna við teimum sjey komm­ un­unum, sum oyggin er býtt upp í. Har eru sjey borgarstjóralønir og sjey komm­unu­fyri­sit­ing­ar í eini oyggj, sum ikki er størri enn ein býl­ing­ur í Havn. Í Suðuroy búgva pr. 1. januar í ár 4.680 fólk. Hetta er eitt sindur meira, enn tað búgva í Hoyvík, sum ein part­ ur av Tórs­havn­ar kommunu. Taka vit bygd­ir­nar í Tórs­havn­ar komm­unu norð­ur­eftir: Hoy­vík, Hvíta­nes, Kald­ bak og Kolla­fjørð, so er fólka­tal­ið har 4.764, altso fleiri enn í all­ari Suðuroy tilsamans. Bera vit so saman við Klaksvíkar komm­unu, so búgva 4.846 fólk har, sum eru sløk 200 fólk fleiri, enn í teim­ um sjey kommununum í Suð­ur­oyr. Tað sigur seg sjálvt, at tað er nógv dýr­ari og ­irrat­i­on­ell­ari at reka Suð­ur­ oy sum sjey komm­un­ur held­ur enn eina. Í hesum brátt farna val­skeið­i hava skattaborgarar í Suð­ur­oy gold­ið 8,5 milliónir í borgar­stjóra­lønum, og tað hevur kost­að suðu­r­oy­ar­borg­ar­um um 63 mill­i­ón­ir krón­ur í um­sit­ing­ar­ út­reiðslu­m at rikið oynna sum sjey komm­unur. Her eru heilt víst nógvar mill­ió­nir at spara. Og tað er heilt víst, at við ein­ ari kommunu, einum borg­ar­stjóra og einari kommunalari um­sit­ing, so vóru nógvar aðrar út­reiðsl­ur spardar. Nú hava vit tikið Suðuroy sum dømi. Men vit kundu eins væl tikið onn­ur øki, so sum Sandoy við fýra komm­un­um til 1283 fólk. Tað hevði svar­að til at Hoyvík hevði tríggjar komm­un­ur – ella at Tórshavnar komm­una varð býtt sundur í 15 komm­un­ur. Oyggjarnar sunn­an­fjørðs hava so­ leið­is 12 av teimum 30 kom­m­un­u­num – ella 40 prosent. Tað sigur seg sjálvt, at her verða nóg­vir peng­ar søpl­að­ir burt­ur. Í Eyst­ur­oy og í Sund­a­lag­num eins og í Norð­oyggj­um og Vágum hava komm­unur sýnt góðan vilja at leggja sam­an – utt­an at lands­mynd­ug­leik­ arnir hava gjørt nakað sum helst fyri at stinga kós­ina út í kortið. Nú skulu vit ansa okkum ikki at koma við tí magiska talinum av komm­unum, sum vit eiga at hava. Men at tær skulu kunna teljast á ein­ ari hond er eyðsæð. Men tað krevur politiskt dirvi. Politiskt dirvi frá lands­mynd­ug­leika­ num, men eisini frá teimum, sum nú bjóða seg fram at stýra. 40 prosent av komm­un­ unum eru sunnanfjørðs Fríggjadagin eru tingfólk og fjøl­ miðl­ar bodnir til mót­tøku í løg­ting­um, tí tá verður ein máln­ in­gur, sum Tór­ bjørn Olsen, list­ a­maður, hev­ur mál­að av Finn­ boga Ís­a­k­son, fyrr­ver­andi løg­ tings­for­manni, av­dúkaður. Finnbogi Ís­ak­ son varð føddur 7. februar í 1943 í Klaks­vík, og hann doyði 7. sep­tem­ ber í 2005. Finn­ bogi Ísakson var um­framt at vera pol­it­ik­ari eis­ini rit­høv­undur og fjøl­miðl­a­mað­ur, starv­að­ist bæði í út­varpi, sjón­varpi og á bløðum. Hann var valdur á ting í 1966 einans 23 ára gamal og varð afturvaldur fram til 1984, tá hann ikki stillaði uppaftur. Hann var landsstýrismaður í trimum skiftum, frá 1975 til 1979 og í 1989 og í 1993-94. Hann stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1988, men varð ikki valdur. Í 1990 varð hann afturvaldur og sat fram til 2002, tá hann ikki stillaði uppaftur. Finnbogi Ísakson enda politisku starvsleiðina við at vera løgtingsformaður valskeiðið 1998 til 2002. Avdúka málning av Finnboga 16 milliónir at umsita Suðuroy Kvinnulistin í Vestmanna kom ikki aftur i aftur, og til hetta valið er bara ein listi.

Valevnini eru tíggju, og sjey teirra skulu veljast. Bæði borgarstjórin Karl A. Olsen og varaborgarstjórin Herit Magnussen stilla upp aftur, men fýra av verandi kommunustýrislimunum eru ikki á listanum: Jón Mikkelsen Siri S. Niclassen Bárður Poulsen Evelyn Gaard.

 Hini, sum stilla upp, eru: Andrea J. Nielsen Durita á Heygum Hilbert Elisson John Zachariassen Jógvan Emil Nielsen Malan Stórá Pauli T. Petersen Øssur Christiansen Bara ein listi í Vestmanna Marran í Hoydølum Næmingarráðið í hoydølum kjak á síðu 26 Skulu tey eldru missa umboðan? Brynhild Danielsen kjak á síðu 27 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Finnbogi Ísakson var ein mark­ant­ur pol­ it­ikari. Hendan myndin er tiki­n, tá hann tók við sum fíggjarmálaráðharri í 1989 Nýggir eigarar sleppa ikki at veiða