mikudagur 24. oktober 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Yvri við Strond 6
Postmoga 215
110 Tórshavn
Tel. +298 314583
info@bustadir.fo
www.bustadir.fo
Fíggjarleiðari
Sum fíggjarleiðari hevur tú ábyrgdina og dagligu leiðsluna av
roknskapinum, bókhaldinum og fíggjarligu viðurskiftunum,
umframt at debitorstýringin er partur av tínum starvi.
Tú verður partur av leiðslutoyminum, har arbeiði við verk ætlan
um verður raðfest høgt. Vit leggja dent á fíggjarligt eftirlit og
evni ni og viljan til at finna loysnir. Harumframt hevur tú sum
fíggjar leiðari ábyrgdina av, at fíggjarligu ognir grunsins verða
røktar á bestan hátt.
Førleikar
Tú hevur viðkomandi búskaparútbúgving á kandidatstigi,
t.d. cand.polit, cand.oecon ella cand.merc. Tú hevur góð evni
at raðfesta og leggja til rættis arbeiðsuppgávur, og tú kanst
arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi. eisini skalt tú hava góðar
kTførleikar og duga væl at meta um, hvørt verkætlanir eru
fíggjarliga burðardyggar.
Starvið setir stór krøv til tínar menniskjansligu og fakligu førleikar,
er sjálvstøðugt og fjøltáttað við góðum menningar møguleikum.
Hevur tú spurningar um starvið sum fíggjarleiðari, kanst tú venda
tær til andras róin, stjóra, á telefon 314583.
Verkætlanarleiðari
Bústaðir – Føroya bústaðafelag, fara í næstum undir byggi verk
ætlanir, og til hetta virksemi søkja vit verkætlanarleiðara. Tú skalt
m.a. tryggja, at okkara byggiverkætlanir fylgja gjørdum avtalum,
taka tær av byggifundum og avtalum og standa fyri dagliga sam
skiftinum við okkara samstarvsfelagar.
Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving innan byggivinnuna, t.d.
arkitektur, verkfrøðingur ella byggifrøðingur. Tað er ein treyt,
at tú hevur royndir innan íbúða og sethúsabygging, og tú ert
vanur/von við at gera tilboðstilfar. Verkætlanir umfata alt innan
ný bygging, umvæling og viðlíkahald av bygningum. Tú dugir
væl at leggja arbeiðið til rættis, at taka avgerðir og grundgeva
fyri tiknum avgerðum, og tú kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í
toymi.
Hevur tú spurningar um starvið sum verkætlanarleiðari, kanst tú
venda tær til Boga Jacobsen, tekniskan leiðara, á telefon 314583.
SkriVStoVulærling
eitt skrivstovulærupláss innan fyrisiting er eisini leyst at søkja.
Skrivstovulærlingar fáa frálæru í málsviðgerð, debitorstýring,
bókhaldi og roknskapi. Harumframt fært tú innlit í fyrisiting av
íbúðum og arbeiði við verkætlanum.
Førleikar
Vit hugsa okkum, at tú hevur FHS, HH, HF ella studentsprógv. Tú
hevur góðar málsligar førleikar, áhuga og førleikar innan kT, tú
ert ágrýtin, dámar avbjóðingar og hevur eitt jaligt lyndi.
Hevur tú spurningar um læruplássið, kanst tú venda tær til
Vónbjørt Svabo á telefon 314583.
lønar- og Setanartreytir Fyri StørVini
Størvini verða lønt eftir lønar og setanarsáttmálanum millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fyrispurningar og
um sóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknarfreistin til størvini er 12. november 2012.
Størvini verða sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir rætta
umsøkjaranum.
umSóknir
Umsókn við CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skal
sendast til:
Húsalánsgrunnin
Yviri við Strond 6
Postsmoga 215
110 Tórshavn
Merkt: Fíggjarleiðari, verkætlanarleiðari ella skrivstovulærlingur
Bústaðir Føroya bústaðafelag er nýggja navnið hjá Húsaláns
grunninum. Í tráð við bústaðapolitikk landsins virka Bústaðir
fyri at gera føroyska bústaðamarknaðin fjøltáttari og betri. Við
verandi og nýggjum starvsfólkum skulu vit:
virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at
útvega sær ein bústað
tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum
stuðla upp undir veðurlagspolitikk Føroya og minka
um orkutørvin á føroyska bústaðamarknaðinum
Bústaðir – Føroya bústaðafelag
trý StørV
leyS at Søkja
Bústaðir – Føroya bústaðafelag er nýggja navnið hjá Húsalánsgrunninum. Umframt verandi
virksemi á Húsalánsgrunninum verða Bústaðir ein týðandi leikari á bústaðamarknaðinum.