mikudagur 24. oktober 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Í meira enn eitt ár hava lim
irnir í Heilsuhjálparafelag
Føroya verið í sáttmálaloysi,
og orsøkin var fyrst og
fremst, at hetta felag stóð í
bíðirøð og slapp ikki framat
at samráðast fyrr enn fyrst í
hesum árinum. Onnur feløg
stóðu fremri í bíðirøðini.
Men tá ið Starvsmanna
felagið hevði gjørt sáttmála,
var leisturin skorin, og týs
dagin skrivaðu nevndin í
Heilsuhjálaparafelag Føroya
og Fíggjarmálaráðið undir
semju um nýggjan sáttmála.
Lønarhækkanin er tann
sama sum í sáttmálanum hjá
Starvsmannafelagnum.
Sáttmálin er fyri fýra ár.
Felagið hevur ongantíð áður
havt sáttmála fyri so langt
tíðarskeið.
– Tað dámar okkum væl,
tí so verða betri stundir til
at røkja allar hinar uppgáv
urnar, sigur Ása Holm, for
kvinna.
Lønirnar hækka hvørt ár
fram til 1. oktober 2014.
Nevndin fegnast serliga
um, at viðbøturnar fyri
kvøld- og náttararbeiði eru
hækkaðar lutfalsliga nógv.
Fyri arbeiði um kvøldið
verður latin ein viðbót upp
á 23 prosent av tímalønini
í dagtænastuni, og náttar
viðbótin er farin upp á 35
prosent. Sunnunátt verður
sunnudagsviðbót
goldin
aftrat náttarviðbótini, og
mánanátt verður leygardags
viðbót goldin aftrat náttar
viðbótini.
Eftirlønin hjá limunum
í hesum felag eru nú komin
upp á 15 prosent.
Bústaðir - Føroya bústaðafelag er nýggja navnið hjá Húsalánsgrunninum.Umframt verandi virksemi
á Húsalánsgrunninum verða Bústaðir ein týðandi leikari á bústaðamarknaðinum.
Yvri við Strond 6
Postmoga 215
110 Tórshavn
Tel. +298 314583
info@bustadir.fo
www.bustadir.fo
Tórshavn 23. oktober 2012
Breið politisk semja er um, at bústaða
marknaði num tørvar eitt størri, fjølbroyttari,
betri og bíligari útboð av bústøðum, og at
eitt fjøltáttað og smidligt bústaðaútboð er
ein fortreyt fyri, at fólk støðast og at fleiri
koma afturat. Lógin um Húsalánsgrunnin
frá oktober 2011 miðar eftir at gera nakað
í tøkiligt við hetta og at gera Húsalánsgrunnin
føran fyri at fara undir hesa avbjóðing. Hetta
er fult í tráð við bústaðapolitikk landsins,
sum verður almannakunngjørdur í næstum.
Endamálsorðingarnar fyri grunnin eru nú hesar:
at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava
møguleika fyri at útvega sær ein bústað
at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum
at stuðla upp undir veðurlagspolitikk Føroya
og at minka um orkutørvin á føroyska
bústaðamarknaðinum
Húsalánsgrunnurin hevur sostatt heimildirnar –
og eisini orkuna – til at fara undir hesa av bjóð
ing. Tað gera vit nú undir navninum Bústaðir
– Føroya bústaðafelag, sum vit meta hóska betri
til tað virksemi, vit nú fara undir – at fremja
bústaðapolitikk landsins í verki.
Bústaðir fara at virka fyri, at áhuga feløg og
kommunur saman við okkara bústaða felag
skapa nýggjar, kreativar og hóskandi bústaða
loysnir, soleiðis at bústaða mark nað ur in sum
heild verður betri og meira fjøl táttaður. Fyrstu
stigini í hesum arbeiði eru tikin. Íbúðir verða í
løtuni bygdar á Tvøroyri, og væntandi fara einar
fimm verkætlanir afturat í gongd í ár.
Bústaðir fara komandi mánaðirnar at lýsa verk
ætlan irnar, ið verða settar í verk. Tá verður greitt
frá, hvussu mannagongdirnar vera, og hvussu
tú sum møguligur brúk ari skalt bera teg at, um
tú hevur á huga fyri einari íbúð. Virksemið hjá
Húsaláns grunni num, ið umfatar verandi útlán
og tey nýggju orkulánini, heldur áfram sum
higartil.
Tíðindaskriv
Húsalánsgrunnurin
broytir navn
Fingu tað sama sum hini
Heilsuhjálparafelag Føroya og
Fíggjarmálaráðið skrivaðu í gjár
undir fýra ára sáttmála. Heilsu
hjálpararnir fegnast mest um, at
viðbótin fyri kvøld- og náttar
arbeiði er hækkað nógv
Størsti fyrimunurin við at gera
sáttmála fyri langt tíðarskeið
er, at tað gevur betri stundir
til allar hinar uppgávurnar,
sigur Ása Holm, forkvinna