Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Gav Løgtingið Kára á Rógvu barns­burðarfarloyvi við løn? Ja, sigur sakførarin hjá Kára á Rógvu, Eyðbjørn Mortan Larsen. Nei, sigur sakførarin hjá Løgtinginum, Gunn Ellefsen. Er talan um diskrimina­tión móti Kára á Rógvu, tá hann ikki fær løn í barns­burðar­ tíðini í mun til kvinnuligu løgtingslimirnar? Ja, sigur Eyðbjørn Mortan Larsen. Nei, sigur Gunn Ellefsen. Skal Kári á Rógvi hava løn fyri barnsburðartíðina og eitt endurgjald frá Løg­ ting­inum? Ja, sigur Eyðbjørn Mortan Larsen. Nei, sigur Gunn Ellefsen. Føroya Rættur hevur sagt dóm í málinum, men Kári á Rógvu vil ikki góðtaka tann dómin, og hevur tí skot­ið hann inn fyri Eystara Lands­ rætt, sum í hesum døgum er í Føroyum. Málið Gongdin í málinum er hon, at 1. desember sendir Kári á Rógvu eina umbøn til løg­ tings­formannin um barns­ burðar­farloyvi við løn frá 2. til 15. desember. Umbønin verður gingin á møti uttan atkvøðugreiðslu, og tí er spurningurin, um Løg­tingið samtykti um­bøn­ ina við løn ella ikki. Sakførarin hjá Kára á Rógvu er ikki í iva um, at tá umsóknin soleiðis orðað verður samtykt av Løg­ting­ inum merkir tað, at fyrr­ver­ andi tingmaðurin fær barns­ burðarfarloyvi við løn. Hesum er Gunn Ellefsen, sak­røfari fyri Løgtingið, ikki samd í, tí hon sigur, at Løg­ tingið bert kann taka støðu til sjálvt farloyvi, og ikki fíggjarligu umbønina í um­ sóknini. Eisini førdi hon fram, at løgtings- og landsstýrisfólk fylgja somu reglum sum eru galdandi fyri tænastumenn, og har stendur púra greitt, at menn hava rætt til fýra vikur barnsburðarfarloyvi, tó uttan løn. Spurningurin er so, um talan er um diskriminering móti Kára á Rógvu. Heilt greitt, heldur Eyðbjørn Larsen, tí einasta orsøk til, at Kári á Rógvu ikki fær barnsburðarfarloyvi við løn er, at hann er mannfólk. Heldur ikki her er Gunn Ellefsen samd, tí hon sigur at tað er ikki diskriminatión at kvinnur fáa betri sømdir enn menn, tá talan er um barns­burð. Taka sær góða tíð Tá Kári á Rógvu kemur aftur úr barnsburðarfarloyvi fyrru ferðina, liggur ein lønar­ávís­ ing og bíðar, har umsitingin hjá Løgtinginum hevur heitt á Gjaldstovuna um at aftur­ halda 14/30 av lønini hjá løg­ tings­manninum. Hesum mótmælir Kári á Rógvu, men fær ongan­tíð nakað svar frá løg­tings­leiðsl­ uni. Hann søkir so á øðrum sinni um barnsburðarfarloyvi við løn í brævi til løg­tings­ formannin 27. januar. Far­ loyv­ið skal vara í 14 dagar, frá 28. januar til 10 februar. Aftur hesaferð samtykkir Løgtingið at ganga umsóknini á møti, men aftur fær Kári á Rógvu boð um, at 14/30 av løn­ini verður afturhildin. Hetta fær so Kára á Rógvu at krevja tvær ferðir 14/30 í afturhildnari løn frá Løg­ ting­inum, umframt tvær vik­ur løn í endurgjaldi. Og tað svarar til smáar 47.500 krón­ur. Men hesum vísir Gunn Ellefsen aftur, tí hon heldur fast við, at Kári á Rógvu átti ikki rætt til løn undir barns­ burðarfarloyvinum. Tvey vitnir vóru førd í Eystara Landsrætti fyrra­ part­in í gjár, Kári á Rógvu og Súsanna Danielsen, løg­tings­ stjóri. Eystari Landsrættur tekur sær góða tíð at viðgera málið, tí dómur verður ikki sagdur fyrr enn um ein mánað, 23. nov­ember. leo@sosialurin.fo Eystari Landsrættur skal gera av Rættarmál Í gjár var málið um barnsburðarfarloyvið hjá Kára á Rógvu fyri í Eystara Landsrætti, sum skal taka støðu til, um táverandi løgtingsmaðurin hevði rætt til løn í barnsburartíðini Kári á Rógvu góðtekur ikki, at mismunur verður gjørdur á løgtingslimum, og vil hava Eystara Landsrættar orð fyri, at hann eigur løn í barnsburðarfarloyvinum, eins og kvinnuligir tinglimir fáa Leo Poulsen Eftir nýggjár skulu kundar hjá Danske Bank langa leið fyri at seta pengar inn ella veksla til fremmant gjald­ oyra, tí bankin letur 131 deild­ir aftur. Tað merkir, at bara 55 deild­ir vera eftir til teir kund­ar, sum helst vilja av­ greiða sínar inn- og útgjald­ ingar andlit til andlits við starvsfólk heldur enn at av­greiða tey um skíggjan á einari teldu. Sambært Jan Svarre, sum er stjóri fyri Personal Banking hjá Danske Bank, er tíðin farin frá avgreiðslu um kassan. – Hyggja vit at kunda­av­ greiðslunum um kassan, so kunnu sjey av 10 avgreiðast elektroniskt ella um penga­ automatirnar, sigur Jan Svarre. Afturlatingin av deild­ unum er ein avleiðing av, at alt fleiri kundar avgreiða síni bankaviðurskifti umvegis netið ella telefoninaq. Tað merkir samstundis, at 300 starvsfólk í morgun hava fingið uppsøgn frá bank­ anum. Uppsøgnirnar eru ein partur av tilsamans 2000 størvum, sum bankin hevur boðað frá skulu minkast áðrenn 2013. Tær 131 deildirnar skulu frameftir virka sum ráð­ gevingardeildir. Kundarnir fara sam­bært Jan Svarre at fáa eina betri ráðgeving um til dømis húsalán og pen­sjóns­upp­ sparing, sjálvt um tað verða færri starvsfólk, tí ráð­gev­ar­ arnir ikki samstundis skulu avgreiða kassan. Danske Bank viðgongur, at afturlatingin kann kosta kundar. – Tað verða óivað kundar, sum framvegis vilja avgreiða síni viðurskifti við kassan, og tí kann tað eisini merkja, at kundar fara at flyta til ann­an banka, sigur Jan Svarre. Sambært bankanum eru tað ógvuliga fá, sum vanliga nýta kassan í teimum 131 deildunum. Hesir kundar fáa nú skriv frá bankanum um broytingina, samstundis sum bankin bjóðar til kunn­ ingarfund. – Við tíðini verða enn færri vanligar og kassaleysar deild­ir í bankanum, sigur Jan Svarre. leo@sosialurin.fo Uppsagnir Størsti danski bankin hevur boðað frá stórum sparingum sum millum annað merkir, at 300 starvsfólk verða uppsøgd og 131 deildir lætnar aftur 300 koyrd í Danske Bank Danske Bank fer frá 9. januar at hava 131 færri kassadeildir í Danmark