Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Einsamøll ímillum allar menninar 30 ára gamla Elsa Andreasen úr Haldórsvík er einasti kvinnuligi fótbóltsdómarin í Føroyum, og um vikuskiftið varð hon kosin ársins dómari í kvinnudeildini. – Tú mást veruliga vilja og meina tað, um út velur at fara upp í hetta yrkið, sigur Elsa, sum er von við at hava ábyrgd og eisini er býráðslimur í Sunda Kommunu Pætur Albinus Elsa Andreasen er als ikki bangin fyri at geva sær sjálvari av­bjóð­ ingar. Fyri fimm árum síð­ani valdi hon at byrja sum fót­bólts­ dómari, og er hon í løt­uni einasti kvinnuligi fótbólts­dóm­arin í Før­oyum. Leygar­dagin varð hon kosin besti dóm­ari í kvinnu­deild­ ini 2012. Elsa, sum er útbúgvin náms­ frøðingur, hevur eisini álitis­upp­ gávur uttanfyri fótbólts­vøll­in. Hon arbeiðir dagliga á økinum Børn og Ung undir almanna­verk­ inum, og so er hon eisini býráðs­ limur í Sunda Kommunu, har hon hevur sitið seinastu fýra árini. – Eg bleiv spurd, um eg var áhugað í at stilla upp til býráðs­ valið, og eg helt, at hetta var áhuga­vert. Eg hugsaði »ja, hví ikki eg eins og onkur annar«, og eg má viðganga, at eg ikki væntaði at koma inn, og tað vóru eisini bara ein ella tvær atkvøður, ið skiltu meg og ein annan uppstillara, sigur Elsa, sum nú takkar fyri seg í lokalpolitikki. – Eg havi sitið har í fýra spenn­ andi og avbjóðandi ár, men eg havi valt ikki at stilla upp aftur í ár, sigur hon. Elskar fótbólt Mong kenna Elsu, og munnu tey flestu kenna hana umvegis fót­ bóltin. Í einum hópi av dóm­arum, har stórt sæð einans mann­fólk eru, tuskar Elsa sum ein­asta kvinn­an í Føroyum mitt á vøll­ inum í gulu troyggjuni viku­skifti eftir vikuskifti. Hvussu upprann áhugin til at døma fótbólt? – Eg elski fótbólt og spældi sjálv sum ung, men gavst tó tíðliga. Tað byrjaði ímóti kappingarenda 2006, tá ið eg tók sjónband upp fyri kvinnurnar hjá EB/Streymi. Tær spældu ímóti KÍ á Mølini á Eiði. Fyri at vera erlig, so var tað tann sera vánaliga dømingin, sum spann øði í meg og valdi eg síðani at senda ein teldupost til FSF, har eg spurdi, um kvinnur ikki eisini kundu døma fótbólt. Eg haldi eis­ ini eg skrivaði um okkurt, sum hevði øst meg, flennur Elsa, tó álvar­som aftur alt fyri eitt: – Eg fekk skjótt boð aftur frá FSF um at eg skuldi vera væl­ komin á skeið næstuferð, og tað var als einki, ið forðaði kvinn­um í at døma fótbólt. Áðrenn kapp­ ingar­byrjan 2007 tók eg fyrsta skeiðið og eg kláraði próvtøkuna, greiðir Elsa frá. Tað liggur ómetaliga stór ábyrgd á einum dómara. Tað var ei­heldur heilt uttan nervar, at Elsa dømdi sín fyrsta dyst. – Eg byrjaði fyrstuferð sum hjálpar­dómari í dysti ímillum Víking og KÍ. Eg fekk ikki at vita fyrr enn stutt frammanundan, at eg skuldi vera við til henda dystin, so tað var ikki sørt av nervum eg fekk, tá ið eg frætti, at annað liðið var KÍ. Nú eru nervarnir tó burtur, vissar Elsa. Tú mást tola nógv Elsa Andreasen hevur tikið øll við­komandi skeiðir innan fót­ bólts­døming. Hon manglar tó enn at megna rennitestina, sum er rímiliga trupul til tess at venja dóm­arar til at vera í sera góðari krops­ligari venjing og við góðum út­haldni. Tað kropsliga er ein partur av at vera dómari, men tað er serliga tað fakliga og tað sálar­liga, sum hevur týdning sum dómari, metir Elsa. – Tað krevst góður kunnleiki til fakið og at skilja spælið. Tað, at tú tekur og klárar tey dómaraskeið, ið FSF bjóðar, at tora at vera í fokus, tora at taka illa dámdar av­ gerðir og at tola nógv av sálarliga. Tú mást eisini duga at skilja ímillum, at tað ikki verður rópt eftir tær sum persónur, men sum dómari, sigur Elsa. Elsa er sum kunnugt einasti kvinnuligi dómarin í føroyskum fótbólti. Hon metir ikki, at tað krevst nakað serligt hjá kvinnum, sum velja at døma. – Nei, tað haldi eg ikki. Eg havi somu krøvini sum mannfólkini. Fótbóltslógin er jú hin sama uttan mun til kyn. Sjálvandi er tað sera ymiskt at døma ein mann­fólka­ dyst og so ein konufólkadyst. Hóast lógin er tann sama, so eru fys­isku krøvini ymisk. Leikferðin er jú hægri hjá monnum, vísir Elsa á. Hon hevur roynt at dømt ein manfólkadyst á hægsta støði. Tað var ein venjingardystur ímillum Effodeildarliðnini hjá EB/Streym og NSÍ. Kvinnur mugu vilja tað Tað, at einans ein kvinnuligur dóm­ari er í føroysku fót­bólts­ kapp­ingini, er nakað, sum FSF ikki líkar serliga væl, men tað vísir seg at vera sera trupult at fáa kvinnur at taka kortini og floytuna fram. Vit hava spurt Elsu, hvat hon metir, at FSF kann gera. – Tað er ilt hjá mær at siga. Sum eg veit um, so ger FSF tað, teir kunnu. Kvinnurnar mugu sjálvar vilja tað. Tað eru neyvan allar kvinnur, sum tíma at hoyra upp á skeld og grenj frá mars til oktobur. Tá er tað kanska betri at spæla fótbólt. Kvinde er kvinde værst, trívir Elsa í. Ónøgdsemi við dómarar er van­ligt allastaðni í heiminum, og kanska serliga eisini í Føroyum. Tað eru ikki júst góðar fyritreytir fyri at fáa nýggjar dómarar. – Tú mást veruliga vilja og meina tað, um út velur at fara upp í hetta yrkið. Hóast tað er stutt­ligt og persónliga mennandi, so er tað eisini tungt til tíðir og ein hugsar veruliga um tað er vert at hoyra upp á øll orðini, tú fært oman­yvir teg, sigur Elsa, sum tó ikki kenn­ir seg sum eitt svart lamb í dómara­ familjuni. – Tað ávirkar meg ikki nakað serligt. Eg eri í einum sera góðum dómarahópi, og teir hava tikið væl ímóti mær. Teir eru góðir stuðlar og eg kann altíð spyrja um vegleiðing ella hjálp viðvíkjandi døming og einhvørjum øðrum, sigur Elsa. Rolla í 90 minuttir Dómarar hava í sínum starvi allir ymsar verumátar. Summir tola nógv av, summir tola minni av, summ­ir vilja vísa, at teir ráða, og summir taka tað meiri lætt. Vit biðja Elsu lýsa seg sjálva sum dómari. – Tað duga onnur kanska betri at orða enn eg sjálv, men eg haldi, at eg eri rættvís, smílandi, tori at vísa, at tað eri eg, sum ráði, og onkun­tíð eisini at vera køld, tó ikki neiliga meint. Tá ið tú letur teg í dómaraklæðini, so fert tú í eina rollu í 90 min., heldur Elsa. Hon leggur seg eftir at koma beint víðari, tá ið ein dystur er av, men hóast tað, so tekur hon ímóti rísi, rósi og ráðum. Tað er ikki bara skeld, ið dómarir fáa. – Ein fær tað eisini at vita, um ein hevur dømt ein góðan dyst. Tað er ordiliga gott og gevur ein­ um mót at halda áfram. Eg havi eisini av og á eygleiðara at hyggja at mær, og tað er betri at lurta eftir honum enn einum frá ein­ hvørjum liði, tú júst hevur dømt. Tað er sera gott, tí har fært tú at vita júst hvørjum tú skalt arbeiða við; hvat var gott og hvat var minni gott, vísir Elsa á. Inn ímillum kann hon verða mint um, at hon er ein kvinna. – Tá ið eg dømi mannfólk, koma tað nakrar viðmerkingar, men tað hoyrir bara til. Summir halda, at ein kvinna ikki veit nakað um fótbólt ella regluna um rang­støðu, men tí flenni eg bara eftir. Tað øvugta verður jú prógv­að í dystinum, og tað eri eg ikki bangin fyri at siga, ljóðar tað sjálv­trygt frá Elsu. Ársins dómari Leygarkvøldið fekk Elsa Andreasen ein stóran heiður. Tá varð hon nevniliga kosin at vera besti dómari í kvinnudeildini í ár. Ein út­nevn­ing, ið Miðlanhúsið stóð fyri, og sum liðskiparar, venj­ arar og miðlafólk hava atkvøtt um. – Hetta taki eg sum eitt stórt herðaklapp og eg eri sera takk­ som mótvegis teimum, sum valdu meg sum ársins dómara. Eg eri ógvu­liga fegin og hetta ger at ein veruliga hevur mót til næsta kapp­ingarár. Stóra takk fyri tað, og takk til leikarar og venjarar fyri eitt gott kappingarár, sigur Elsa. Elsa dømdi í ár steypafinaluna hjá kvinnum á Tórsvølli og hevur samanumtikið verið ein hin mest støðugi dómarin í kvinnudeildini í ár. Man tað, at hon fær henda heið­urin, fara at geva henni mót uppá at sleppa at døma mann­ fólka­fótbólt á hægsta støði? – Eg havi roynt meg sum dóm­ ari og hjálpardómari í ymisk­um mansdeildum fyrr, og tað var fínasta slag. Tíðin fer at vísa hvat eg fari at gera, men eg eri ikki bangin fyri at taka av av­bjóð­ing­ ini. Eg skal koma í betri form fyri at kunna fylgja við har, men at døma onkrar dystir uttanlands ljóðar meiri spennandi í mínum oyrum, sigur Elsa Andreasen at enda. albinus@sosialurin.fo í meldrinum