mikudagur 24. oktober 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leiðari fyri ein dag
Tveir ungir næmingar á Føroya Handilsskúla í Tórshavn hava verið í Danmark og luttikið í tiltakinum
»Leiðari fyri ein dag«, har tær fingu høvi at fylgja einum høgum vinnulívsmanni í ein heilan dag
Leo Poulsen
Tiltakið »Leiðari fyri ein dag«
snýr seg um at geva ungum
íverksetarum møguleika, at
fylgja nøkrum av toppleiðar
unum í Danmark.
Hvørt ár fáa 20 ungir mið
námsskúlanæmingar í Dan
mark møguleikan at fylgja
einum donskum toppleiðara
í ein dag, har tey uppliva alt
tað, ið leiðarin ger til ger
andis. Tiltakið, ið var í døg
unum frá 3. til 5. oktober,
fevnir eisini um ymisk tiltøk
og fyrilestrar, har fleiri kend
vinnulívsfólk og fyrilestrar
haldarar greiða frá, hvussu
tað er at vera leiðari.
Endamálið við tiltakinum
er at menna og geva ungum
ágrýtnum íverksetarum vit
an, innlit og ein sokallaðan
»kick start« út í vinnulívið.
Endamálið er eisini, at tey
ungu fáa eina betri fatan av
vinnulívinum og læra um
teirra møguleikar sum leið
arar, samstundis sum tey
møta øðrum ungum.
Ein treyt fyri at luttaka í
hesum tiltakinum er, at næm
ingurin er fakliga dugna
ligur, innovativur og hevur
luttikið í einum tiltaki, ið
FFE-YE skipar fyri, til dømis
Company Programme/Ungt
Virki. Tiltakið er samskipað
av YEAD (Young Enterprice
Alumni group Denmark), ið
er eitt felag fyri ung vinnu
lívsfólk, ið hava luttikið í til
tøkum hjá FFE-YE Danmark,
herundir
m.a.
Company
Programme/Ungt Virki.
Næmingar á Føroya
Handilsskúla útvaldir
Tveir næmingar á Føroya
Handilsskúla, ið luttóku í
Company Programme/Ungt
Virki skúlaárið 2011-2012, vóru
í ár millum tey 20 hepnu, ið
vóru útvald til at luttaka í til
takinum.
Talan
er
um
Anniku
Stenberg Madsen og Sólgerð
Jónsdóttir Hansen úr Havn.
Teirra virki vann fyrsta
plássið til FM í Company
Programme 2012, og hetta
gav teimum møguleika at
søkja um luttøku í tiltakinum
»Leiðari fyri ein dag 2012«.
Sólgerð Jónsdóttir Hansen
vitjaði Christian Pedersen,
ið er KT stjóri í donsku fyri
tøkuni Oticon, sum fram
leiðir hoyritól. Í fyritøkuni
starvast umleið 700 fólk
í Danmark, umframt í 22
ymiskum londum, og hoyri
tólini verða seld í meira enn
100 londum.
– Høvuðsskrivstovan er
í Danmark. Eg luttók á sjey
ymiskum fundum saman
við Christiani, har tosað var
um framtíðarætlanir og bú
skapin hjá fyritøkuni, sigur
Sólgerð J. Hansen.
Christian kunnaði hana
um, hvussu tað er at vera
stjóri í einari stórari fyritøku
og hvørjar uppgávur hann
hevur. Hann legði dent á at
motivera starvsfólkini við at
rósa teimum fyri teirra góðu
avrik.
– Christian var blíður,
miðvísur og hevði gott skil
fyri øllum viðurskiftunum
í fyritøkuni, sigur Sólgerð J.
Hansen.
Sólgerð greiðir harafturat
frá, at hon millum annað
lærdi, at ein leiðari má duga
væl við fólki, duga at skifta
ímillum nógvar ymiskar upp
gávur og taka nógvar avgerð
ir gjøgnum ein dag.
– Eg lærdi eisini, at tað er
týdningarmikið at duga at
motivera starvsfólkini, og at
duga at taka allar uppgávur
nar sum eina avbjóðing, ið
ein kann læra nakað av, sigur
Sólgerð Jónsdóttir Hansen.
Vitjaði tveir stjórar
Annika Stenberg Madsen
vitjaði Nicolai Frisch, ið
er stjóri í Amino ApS og
Rico Andersen, ið er stjóri í
fyritøkuni Agera. Amino.dk
er tann størsti íverksetara
portalurin í Danmark, har
danskir íverksetarar og sjálv
støðug vinnurekandi møtast.
Amino.dk var stovnað í 2005
av kenda danska íverkset
anum
Martin
Thorborg.
Meira enn 130.000 vitja por
talin hvønn mánað.
– Eg havi lært sera nógv
um, hvussu tað er at vera
leiðari, og hvørjar uppgávur
leiðarin tekur sær av. Eisini
havi eg lært, hvussu ein góð
ur leiðari er, og hvat tað er,
ið ger hann so góðan, sigur
Annika Stenberg Madsen.
Hon greiðir frá, at hon
hevur lært, at tað er av al
stórum týdningi, at leiðarin
dugur væl at samskifta við
síni starvsfólk, hevur virðing
fyri teimum og megnar at
skapa arbeiðsgleði, og at
eggja starvsfólkunum til at
gera teirra besta hvønn dag.
– Til dømis vóru tveir
stórir skermar, ið vístu hag
tøl yvir, hvussu sølan gekk.
Hvørja ferð sølan fór upp
hoyrdist
sangurin
»your
simply the best...«, sigur
Annika Stenberg Madsen.
Takksamar
fyri møguleikan
Stjórin skal eisini kunna
skifta ímillum ymiskar ar
beiðsuppgávur fleiri ferðir
um dagin.
– Bæði Nicolai og Rico
løgdu sera stóran dent á
júst hesi viðurskiftini. Rico
og Nicolai høvdu ikki egna
skrivstovu, men sótu saman
við sínum starvsfólkum fyri
at samskiftið skuldi vera
so gott sum gjørligt, sigur
Annika Stenberg Madsen.
Starvsfólkini í Agera fingu
nógv rós frá stjóranum og
fingu bonus, tá ið tað gekk
væl.
– Bæði Rico og Nicolai
høvdu tað áskoðan, at tú ert
tín egni eydnusmiður. Teirra
starvsfólk fingu uppgávur,
ið skuldu loysast innan eitt
ávíst tíðarskeið, men starvs
fólkini kundu sjálvi taka av
ger um, hvussu tey loystu
uppgávurnar, sigur Annika
S. Madsen.
Hon greiðir at enda frá,
at tiltakið »Leiðari fyri ein
dag« hevur ikki bara givið
henni innlit í, hvussu tað
er at verða leiðari, men hon
hevur nú eisini fingið høvi til
at uppliva tað sjálv.
Tær báðar møttu eisini
fleiri fantastiskum ungum
menniskjum, har ímillum
hinum luttakarunum, leið
arunum og øðrum limum
frá YEAD. Øll vóru sera
ymisk, men høvdu somu
áhugamál. »Leiðari fyri ein
dag« er eitt sera gott tiltak
fyri ung, og tær vilja mæla
øllum, ið hava luttikið í
Company Programme/Ungt
Virki, til at søkja um at lut
taka í tiltakinum. Tað er sera
stuttligt, áhugavert, hugvekj
andi og tú fært bæði nógvan
kunnleika og eitt sera gott
netverk.
Annika og Sólgerð eru
sera takksamar fyri, at tær
fingu møguleikan at luttaka
í
tiltøkunum
Company
Programme/Ungt Virki og
Leder for en dag og eru eisini
takksamar fyri fíggjarliga
stuðulin, ið tær fingu frá
EIK og Mentamálaráðnum
í hesum sambandi. Fleiri
upplýsingar um Company
Programme/Ungt Virki og
Leiðari fyri ein dag finnast á
www.fh.fo og ffe-ye.dk
Gevur úrslit
Til kappingina í Føroyum,
sum tær báðar vunnu sam
an við Ninni Holm og Fríðu
Jakobsen, høvdu tær fram
leitt eina sonevnda barr
tendara maskinu, sum kann
miksa og rysta drykkirnar.
– Vit kundu ikki byggja
eina prototypu, tí ein slík
hevði kostað einar 80.000
krónur. Í staðin hava vit gjørt
tekningar
av
maskinuni,
og tað endaði so við einum
3D modelli, siga tær báðar,
Annika og Sólgerð.
Í
donsku
kappingini
gjørdust tær nummar 13 av
22 luttakarum, men tað kann
geva ítøkilig úrslit.
Navia byrjaði sum ein
skúlaverkætlan, men hetta
hepnaðist so væl, at Óli
Kristian
á
Torkilsheyggi
stovnaði fyritøkuna 7. januar
2004, og í dag hevur Navia
kundar í níggju londum og
leverar til umleið 600 handlar
kring heimin.
Kapping
verður
aftur
komandi ár 15. og 16. mars, og
síðani verður danska kapp
ingin í apríl.
leo@sosialurin.fo
Annika Stenberg Madsen og Sólgerð Jónsdóttir
Hansen eru sera takksamar, at Mentamálaráðið
hevur stuðla teimum í verkætlanini
Mynd: Álvur Haraldsen