Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Lady Gaga, Snoop Dogg, Wayne Rooney og Obama. Nøvn hjá kendum fólkum eru ikki óvanlig sum millumnøvn á vangamyndunum hjá ser­ liga børnum og ungum á Face­ book. Men at brúka nøvn­ ini til sína vangamynd er ólógligt sambært reglunum hjá Face­book, og tí verða slíkar vanga­myndir gjørdar óvirkn­ar uttan ávaring. – Facebook toymið sær hes­ar vangamyndirnar sum falskar vangamyndir, og tá verða hesar vangamyndirnar gjørdar óvirknar alt fyri eitt, sigur Janus Hentze Í Stórustovu, ið er fulltrúi á Dátueftirlitinum. Hann vísir tó á, at tað ikki beinleiðis er ólógligt, tá børn og ung brúka millumnøvn á Facebook hjá kendum persónum. – Hetta er ikki nakað revsi­vert, men reglurnar hjá Face­book siga, at tú eigur ikki at samskifta á netverk­ inum undir øðrum navni enn tínum egna. Hinvegin haldi eg ikki, at nakar er í iva um, at eitt barn, sum skriv­ar eitt kent navn sum millum­navn, ikki er hesin kendi per­són­ urin, sigur Janus Hentze í Stórustovu. Facebook heldur vakið eyga Tað eru fleiri dømi um vanga­myndir hjá børnum og ungum, sum brádliga eru blivnar óvirknar. Eitt nú brúka fleiri av ungu gent­unum í Føroyum orðið »Directioner« í navni sínum á Face­book fyri at vísa, at teim­ um dámar tónleikabólkin One Direction. Í farnu viku upp­livdi størsti parturin av hes­um gent­unum, at ikki bar til at logga á Facebook við vanliga brúkaranavninum og loyni­orðinum. Vanga­myndir­ nar vóru óvirknar. – Facebook hevur eitt slag av databasa við kendum nøvnum. Tá onkur so upp­ rættar eina vangamynd, har eitt kent navn verður nevnt, ger ein skipan Face­book toymið vart við, at hetta ivaleyst er ein følsk vanga­ mynd, greiðir Janus Hentze í Stórustovu frá. Slíkar vangamyndir verða gjørdar óvirknar, og harvið eru tær ikki strikaðar. Tá roynt verður at logga á vanga­ mynd­ina, kemur ein síða fram, ið mælir brúkaranum til at fylla út eitt oyðublað á Face­book, soleiðis at vanga­ myndin verður virkin aftur. Á oyðiblaðnum skal brúk­ arin skriva sítt veruliga navn umframt at prógva hetta navnið til dømis við eini mynd av passinum hjá brúk­aranum. Nakrar dagar seinni ber aftur til at brúka Face­book sum vanligt, og mynd­ir og annað liggja á síð­uni sum vanligt. Sostatt er ikki neyðugt at upprætta eina nýggja vangamynd á Face­book. rannva@sosialurin.fo Vangamyndir á Face­ book blíva óvirknar Facebook Ert tú ein av teimum, sum brúkar kend nøvn sum eitt nú Kate Middleton ella David Beckham sum millumnavn á Facebook, kanst tú vænta, at vangamyndin brádliga verður óvirkin. – Reglurnar hjá Facebook siga, at hetta er ein máti at misbrúka nøvn hjá øðrum persónum, sigur Janus Hentze í Stórustovu frá Dátueftirlitinum Facebook er et fællesskab, hvor personer bruger deres rigtige identiteter. Vi kræver, at alle angiver deres rigtige navne, så du altid ved, hvem du har kontakt med. Navne må ikke indeholde: • Symboler, tal, usædvanlig brug af versaler eller tegnsætning. • Tegn fra forskellige sprog. • Titler af nogen art (f.eks. faglige eller religiøse titler). • Ord, fraser eller kælenavne i stedet for et mellemnavn. • Stødende eller uanstændigt indhold af enhver art. Andre ting, du skal være opmærksom på: • Det navn, du bruger, skal være dit rigtige navn, sådan som det fremgår af eksempelvis dit kreditkort eller studiekort. • Kælenavne kan bruges som et for- eller mellemnavn, hvis de er en variation af dit rigtige for- eller efternavn (som Bob i stedet for Robert). • Du kan også angive et andet navn på din konto, f.eks. pigenavn, kælenavn eller dit professionelle navn, ved at føje et alternativt navn til din tidslinje. • Der må kun angives én persons navn på kontoen – tidslinjer er kun til personlig brug. • Det er ikke tilladt at give sig ud for at være en anden person eller enhed. Soleiðis stendur at lesa á Facebook: Hvørji nøvn eru loyvd at brúka á Facebook?