mikudagur 24. oktober 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Arge
Mikudagin 17. oktober beyð
forlagið Sprotin til almenna
móttøku á Hotel Føroyum.
Stjórin á Sprotanum, Jon
hard Mikkelsen, hevði vænt
að, at 40-50 fólk møttu upp,
tí høvuðsnavnið var hóast
alt heimsgitni russiski rit
høvundurin, Mikhail Sjisjkin.
Tá avtornaði, komu 150 fólk
á hotellið, og tá kvøldið var
av, var ikki bara ein høvuðs
persónur. Har vóru tveir. Hin
var Johnny Thomsen, sum
hevur týtt nýggju skald
søguna hjá Sjisjkin, ”Bræva
bókina,” og haraftrat legði
fram
eina
spildurnýggja
russiska-føroyska orðabók
við 58.479 leitorðum.
Søgan
um
orðabókina
hjá Johnny Thomsen er
drúgv, og burðurin hevur
verið tungur. Hon byrjar
við, at hann gjørdi eina lítla
skúlaútgávu av orðabókini
fyri 20 árum síðan, sum al
ment forlag skuldi geva út.
Tá orðabókin hevði verið til
rættlestur, varð hon steðgað,
tí hon samsvaraði ikki við
almennu málstevnuna. Hetta
harmaði Johnny almikið.
Hann gavst tó ikki á hondum,
og tá Mentamálaráðið í 2001
fór at veita starvslønir til
orðabókagerð, søkti hann og
fekk starvsløn í tilsamans
fýra og eitt hálvt ár. Í 8-9 ár
hevur hann baksast við orða
bókina, og nú er hon liðug.
Munur á orðabókum
Jonhard Mikkelsen hevur á
Sprotanum givið út hund
raðtals
bøkur,
og
hann
hevur eisini sjálvur gjørt
orðabøkur, eitt nú ensku-
føroysku orðabókina saman
við Anfinni í Skála. Hesar
orðabøkur eru normativar
orðabøkur, sum merkir, at
tær vísa, hvussu normurin í
føroyskum er. Johnny Thom
sen hevur gjørt sína orðabók
á ein heldur øðrvísi hátt.
Hann gongur ta deskriptivu
leiðina, sum merkir, at hann
vísir, hvussu málið verður
brúkt í talu og skrift. Eitt nú
vísir hann á, at tá føroyingar
tosa, siga teir ofta viss, men
hann mælir russarum til at
skriva um.
Spyrt tú Johnny Thom
sen, um hann er ímóti
purismu, svarar hann, at tað
er hann als ikki, um hon ger
málið ríkari og smidligari.
Men annars er hon óneyðug.
Málið er so óendaliga ríkt,
vísir hann á. Í mongum
førum kunnu nýsmíðað orð
væl brúkast, tí tey siga betur
enn lænt orð, hvat tosað
verður um. Sum dømi nevnir
hann fuglafrøði. Ongin ivast
í, hvat hetta merkir. Men
tosar tú um ornitologi, fara
mong at ivast. Upplagt er tí
í eini týðing til almenningin
at
tosa
um
fuglafrøði.
Bannað er heldur ikki at
skriva heimspekingur, men
filosoffur situr minst líka væl
og kann væl brúkast. Ofta
veldst hetta um stílleguna í
tí sagda, heldur hann.
– Føroyskt er serligt á
tann hátt, at nógv av tí máli,
vit brúka, er ikki í norm
skipanini. Vit brúka hvønn
dag orð sum viss, betýða og
forstanda, og ongin undrast
á hetta. Tílík orð havi eg tikið
við í orðabókina, men eg havi
frámerkt, at hetta er nakað,
vit bara siga á føroyskum
og ikki skriva. Tí mæli eg
til, at russarar skriva um,
merkja og skilja, men teir
fáa so at vita, hvussu vit ofta
siga. Eg taki alt við, tí eg vil
lýsa, hvussu málið er, sigur
Johnny Thomsen.
Hann heldur, at munur er
á, hvussu útlendingar kunnu
brúka føroyskt við sínum
mongu brigdum, og hvussu
føroyingar
sjálvir
kunnu
brúka málið. Útlendingar,
sum læra málið á fyrsta sinni,
skulu helst ikki blanda ov
nógvar stíllegur saman, men
halda seg til normin. Annars
kann fløkja lættliga koma
í. Føroyingar sjálvir kenna
sítt mál so væl, at teir kunnu
blanda
stíllegurnar
eftir
tørvi og t.d. flyta talumál
yvir í normativa skriftmálið,
um hetta krevst.
– Eg kann nevna eitt
orð sum bedrøviligt. Allir
føroyingar kenna týdningin
av orðinum, hóast tað ikki
kann sigast at vera føroyskt.
Tað er livandi og verður
mangan brúkt við sínum
serliga stílvirði. Eitt annað
orð, sum heldur ikki kann
sigast at vera føroyskt, er
ordiligt. Hetta orðið er eisini
livandi og hevur ein heilt
annan týdning á føroyskum
enn á donskum. Ver nú
ordiligur, siga vit. Hetta siga
bara føroyingar, og tað eiga
vit at vísa á, sigur Johnny
Thomsen.
Føroyskt er skeiklað
Jonhard Mikkelsen ásannar,
at deskriptiva leiðin er ein
leið, sum kann brúkast,
men sjálvur heldur hann,
at normativa leiðin er tann
besta, tá orðabøkur skulu
gerast. Siðvenja hevur verið,
at orðabøkur, undirvísingar
tilfar og ein stórur partur av
týddu verkunum hava verið
skrivað soleiðis, at tey hava
verið málsliga fyrimyndarlig
viðvíkjandi orðafeingi og
orðalagi. Og hetta hevur
sínar sera góðu grundir,
minnir hann á.
– Eitt mál, sum er so
undirstimbrað sum føroyskt,
sýgur sær sjálvandi merg
úr øðrum málum. Okkara
málsliga boppa hevur verið
danskt til alt, frá kirkjumáli
til skúlabøkur, fjølmiðlar,
undirhaldstilfar og nýtslu
vegleiðingar.
Sjálvandi
ávirkar
hetta
føroyskt.
Johnny brúkar úrslitið av
hesi ávirkan og staðfestir, at
soleiðis hevur føroyskt nú
lagað seg eftir hesum trýsti,
sigur Jonhard Mikkelsen.
Sárt hevur tó verið at
síggja, heldur hann, hvussu
føroyskt ikki mennist, men
skeiklast av øllum teimum
innlæntu
orðunum,
ikki
tí orð ikki finnast fyri øll
hesi
vanligu
fyribrigd
ini á føroyskum, men tí
føroyingar koma so lítið í
samband við gott føroyskt
mál. Tað minsta, orðabóka
smiðir kunnu gera, er at
geva fólki nakrar góðar
fyrimyndir til setningar og
orð á føroyskum, heldur
hann.
– Vit hava arbeitt leingi
við at fáa orðabókina hjá
Johnny út, og vit hava brúkt
nógvar pengar upp á hana, og
í tí liggur viðurkenningin av
hansara arbeiði. Eg síggi onki
forgjørt í tí, hann ger. Hann
Teir byggja
brýr millum
ymiskar
málfatanir
Hann fekk ikki givið eina lítla russiska-føroyska orðabók út á almennum forlagi fyri 20 árum síðan, tí hon
samsvaraði ikki við almennu málstevnuna. Tá Johnny Thomsen hevði gjørt orðabókina lidna, vendi hann sær til
privata forlagið, Sprotan, hjá Jonhardi Mikkelsen. Hann gevur hana nú út, hóast hann ikki tekur undir við øllum
innihaldinum, tí neyðugt er at byggja brýr millum ymsar málfatanir eftir aldarlangt málstríð, heldur hann
Eg havi stundum verið við í
málsligum orrustum og givið ilt av
mær, men tað brúki eg ikki tíð uppá
longur. Nú verður øll orkan brúkt til at
fullfíggja mongu útgávurnar tøkniliga
Jonhard Mikkelsen