Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 er ein stak dugnaligur og arbeiðssamur málfrøðingur. Okkara ymsu áskoðanir skulu ikki skilja okkum. Tær eru bara ymiskar, og eftirhondini má vera pláss fyri fleiri málsligum áskoðanum, sigur Jonhard Mikkelsen. Pláss fyri ymiskleika Johnny Thomsen heldur ikki ymsu stíllegurnar í før­oyskum vera nakran trupul­leika. Tvørturímóti. Hann kallar seg altetandi á før­oyskum. Hann fegnast um at kunna brúka orð sum ljón, løva og leyva um sama fyri­brigdið. Í týðing síni av ”Bræva­bókini” hjá Mikhail Sjisjkin brúkar hann ljón, tá teksturin er hátíðarligur, men í einum føri, tá hann verður gerandisligur, brúkar hann orðið løva. Hesir møgu­leikar gera bara málið ríkari, heldur hann. – Vit vóru 11 týðarar úr 11 ymsum londum á einum fundi, har vit umrøddu fortreytirnar at týða á ymsu málunum. Tá eg greiddi teimum frá, hvussu nógvar møguleikar føroyskt hevur, vórðu summir teirra heilt øvundsjukir, tí øll mál hava ikki hesar møguleikar. Eg fegnist um alt á føroyskum, international­ismur, serfør­ oysk­ar danismur og purismu. Alt kann brúkast við rætta høv­ið. Tú skalt bara vera til­ vit­að­ur um, hvat tú gert, og nær tú gert tað, sigur Johnny Thomsen. Jonhard Mikkelsen vís­ir á, at allar tær fyrstu orða­ bøkurnar vóru sjálvandi norma­tivar, tí fólk skuldu vita, hvussu hetta og hatta æt á føroyskum. Leingi vóru bara 2-3 orðabøkur at kaga í, men seinastu 10- 15 árini er stillisliga farin fram ein kollvelting innan orða­bókagerð. Føroyingar hava nú tilsamans 12 orða­ bøkur at leita í, tí orða­bøkur eru sprændar út á bóka­ marknaðin og á netið, m.a. umvegis Sprotan. – Vit kunnu saktans loyva okk­um at hava eitt sindur leysari teymar nú. Tann royndi orðabókabrúkarin fer ikki í baklás, tí hann fær eina ávísa týðing í eini orða­ bók. Hann leitar og leitar í ymsum orðabókum, til hann finnur tað, hann skal brúka. Ein og hvør, sum ikki vil brúka bedrøviligur, fer bara í donsku-føroysku orðabókina og sær, at hann skal skriva syrgi­ligur. Tað tekur eitt sekund, sigur Jonhard Mikkel­sen. Hann er sannførdur um, at neyðugt nú er at byggja brýr millum ymsu mál­ fatanirnar. Í 32 ár hevur hann arbeitt við at byggja upp føroyskt, og stórverk eru komin burturúr. Kortini hava ósemjur altíð ligið sum ein knarrutur tóni undir øllum málsligum menningarstarvi, og tað, hann dugir at síggja, eru ósemjurnar í 2012 júst tær somu sum í 1900. Størri sigur kundu danskarar ikki havt vunnið á føroyingum, tí alt er tvíningum. Føroyingar eru altíð fyri og ímóti sær sjálvum. – Eg havi stundum sjálvur verið við í hesum orrustum og givið ilt av mær, men glepsini tykjast onga aðra ávirkan at hava enn at býta fólk sundur. Hasa orrustuna brúki eg ikki tíð uppá longur. Nú verður øll mín orka brúkt til at fullfíggja mongu útgávurnar tøkniliga, so hvørt sum tøknin mennist. Hesi amboðini eru einasta vónin, ið er, fyri at føroyskt ikki skal fara fyri bakka. Kanska fer tað kortini, men amboðini geva eina vón, sigur Jonhard Mikkelsen. – Tað sama sigi eg, leggur Johnny Thomsen aftrat. – Eg tími ikki at vera uppi í orrustunum meira, men vil heldur arbeiða konstruktivt við málinum. Johnny Thomsen fór at læra seg russiskt fyrst í 60’unum á universitetinum í Keypmannahavn. Hann gekk eisini á universiteti í Moskva. Undirvísti í Hoydølum 1974-1977. Hevur arbeitt sum tulkur fyri m.a. Skála Skipasmiðju og Skipafelagið Føroyar frá 1994 til 2001. Russiska-føroyska orðabókin umrøður gjølla sjóvinnu og fiskiskap, tí hesi evni hava verið nógv umrødd í samskiftinum millum Føroyar og Russland. Kona Johnny, Jelena, er russisk og hevur verið honum hollur stuðul. Jonhard Mikkelsen hevur undirvíst í mong ár í studentaskúlanum í Hoydølum og á Føroya Læraraskúla. Eigur forlagið Sprotan, ið er virknasta privata forlagið í Føroyum. Var við til at skriva ”Bláa álitið” um støðuna hjá føroyskum sum móðirmálslærugrein í miðnámssskúlanum í 1990. Álitið var umstrítt, tí tað greitt segði, at støðan hjá føroyskum var ússalig. Síðan hevur hann í verki bøtt um støðuna við hundraðtals útgávum, bæði upprunatekstum, týðingum og orðabókum. Johnny Thomsen og Jonhard Mikkelsen. Mynd: Birgir Kruse