Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt tað besta, sum er avrikað í Suðuroy seinastu fýra árini, er, at stórar ábøtur eru gjørdar á Sosiala økinum, á vinnuliga økinum og á ítróttarliga økinum Tað halda borgarstjórarnir í Vági og á Tvøroyri. Á fundinum í Skúla­depli­ num í Suðuroy um ymisk kom­munuviðurskifti, vóru borgarstjórarnir spurdir, hvat er tað besta og hvat er tað keðiligasta, sum er hent í hesum valskeiðnum, sum end­ar nú á nýggjárinum Kirstin Strøm Bech í Vági fegnast um, at stórar ábøt­ur eru gjørdar á Sosiala økinum, bæði við ellis- og røktarheiminum, Hamra­garði, til tey eldru, og nýggjum barnagarði til barna­familj­u­rnar. Hinvegin harmast hon um, at tað ikki hevur eydnast at savna alla oynna í eina kom­ munu og at tilgongdin við samanlegging ikki er kom­ in longur. - Kommunur samstarva um ymisk viðurskifti, men tað ikki ikki gingið serliga væl, staðfesti hon. Hon harmaðist eisini um, at nýggja uppsjóvarvirkið ikki endaði í Vági. Kortini fegn­ast hon um, at tað end­ aði í Suðuroy og ikki onkra aðra­staðni. Kristin Michelsen á Tvør­ oyri fegnast serliga um nýgg­ ja uppsjóvarvirkið á Tvør­ oyri, sum lyft Tvøroyri og alla oynna. Hann fegnast eisini um nýgg­ja fótbóltsvøllin við Stórá og ikki minst fegnast hann um, at skuldin hjá Tvør­ oyrar Kommuna er minkað so nógv. - Tá ið ringast stóð til, var skuldin hjá Tvøroyri sjey álíkningar, men nú er hon komin væl niður um eina álíkning – samstundis, sum fólkatalið á Tvøroyri er vaks­ið. Somuleiðis fegnast hann um, at arbeiðið upp á projekt Salt á Drelnesi er byrjað. Kortini harmast hann um, at Tvøroyrar Kommuna noyddust at siga fleiri fólk­ um upp í 2009, tí tað rakti fleiri húski hart. Hann harmast eisini um, at sambýlið fór í luftina og at tað ikki eydnast at leggja oynna í eina kommunu. Bygdarhús, vatn og skúli Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, staðfesti, at kommunan hev­ur stríðst við stóra skuld, har 25% av fíggjarætlanini er farið at rinda skuld. Men nú er kommunan skuld­arfrí, tí síðsti av­drátt­ urin er rindaður, so næstu árini verður hampiligt pláss fyri útbyggingum í Hovi. Annars harmast hann um, at skúlin í bygdini er stongd­ ur, men tað heldur hann slepst ikki undan, sum tíðir­ nar eru vorðnar. Mikkjal Sørensen í Porkeri fegnast um, at kom­ munan hev­ur gjørt íløgur í bygd­ar­hús, sum er ramm­an um tey eldru og eisini skal vera ramman um tey yngru og Eyðdis Ellendersen, borg­ ar­stjóri í Fámjin fegnast um nýggjan vatnbrunn í bygd­ini og at borgararnir fáa reint vatn. Niels Olaf Eyvindson, sum umboðaði Hvalbiar Kom­mu­nu fegnast um, at stór­ar ábøtur eru gjørdar á skúl­an, so at hann nú er ein hin best útgjørdi í landinum. Tað harmiligasta hjá hon­ um er, at eftirskúlin, sum Hvalbiar Kommuna og all­ar aðrar kommunur taka und­i­r við, er ikki komin – og nýggj­ ur tunnil heldur ikki er kom­ in enn. Hjá Poul Erik Jacobsen, sum umboðaði Sumbiar kom­mu­nu, var tað harmi­lig­ as­ta, ein hóttan um kom­mu­ nu­saman­legging og at skúlin skul­di lukkast. Tað hevur elvt til, at eini 30 fólk í bestu árum farin úr bygd­ini. - Nú er kom­mu­nu­sam­an­ legg­ingin slept og fólk eru farin at flyta aftur í ko­m­ mun­una. Hann vísir á, at Sumbiar komm­una er væl fyri í allar mát­ar, alt er dagført, eisini vatn­veit­ingin, sigur hann. Áki Bertholdsen Skulu kommunurnar í Suður­oy leggja saman? Hetta er ein spurningur, sum enn einaferð er drigin fram, nú valstríðið upp und­ ir kommunustýrisvalið 13. november, er við at hitna. Í Suðuroy varð valstríðið skot­ið ígongd á fundi í Skúla­depli­num í Suðuroy mána­morg­unin, har borgar­ stjór­ar og valevni høvdu høvi at siga sína hugsan. Tey flestu valevnini, sum vórðu spurd, hildu, at tað er sjálvsagt, at kommunur verða lagdar saman. Tey flestu hildu, at ein­ asta loysnin er, at Suðuroy verð­ur løgd saman í eina kommu­nu, men onkur held­ ur, at tað rætta er at leggja sam­an í tvær kommunur. Og so er tað onkur, sum als ikki vil vita av samanlegging yvir­høvur. Tvær ferðir Andrea Gilstón Danielsen, sum er valevnið til bygda­ ráð­ið í Sumba, heldur, at Suður­oy skal sjálvandi vera ein kommuna. Hon heldur, at vit fáa ov lítið fyri pengarnar, sum støð­an er nú. - Vit hava sjey kom­mu­ nur og rinda løn til sjey borgar­stjórar. Vit hava eina tekn­iska deild í Vági og eina á Tvøroyri, hóast tað er nóg mikið við einari, og soleiðis hava vit tvær fyristingar á nógv­um økjum, har tað er nóg mikið við einari, heldur hon. Nær og hvussu Dennis Holm, sum er upp­ still­aður til býráðsvalið í Vági, heldur, at øll eru samd um, at vit skulu hava eina kommu­nu í Suðuroy. Spurningurin er bara, hvus­su mannagongdin skal vera og, hvussu skjótt tað skal gerast. Hinvegin staðfesti hann, at samanlegging er fyri ein stór­an part ein spurningur um at hava álit á hvørjum øðr­um - Álit skal byggjast upp, men tað tekur tíð og tað krev­ur, at vit at fara undir eitt skipað samstarv á yms­ um økjum. Hinvegin heldur hann eisini, at fleiri borgarstjórar í Suðuroy eru ikki kendir fyri at vera álitisskapandi. Kortini heldur hann, at tann dagin, suðuroyingar fara undir eina tilgongd við tí enda­máli at leggja saman, fer tað at enda við, at oyggin verð­ur ein kommuna. Eitt, sum fær smáu pláss­ini at aftra seg, er, at tey stúra fyri at detta niður ímill­um - Tí verður ein saman­ legg­ing eisini ein spurn­ ing­ur um at tryggja smáu plássu­num eina játtan, sum tey kunnu brúka til lokalar út­bygg­ingar á plássinum. Annars kennir Dennis Holm einki til nakra kapp­ ing ímillum Vág og Tvør­oyri, tí hann heldur, at kommun­ ur­nar í Suðuroy hava eitt gott samstarv. Spurningurin er at koma long­ur fram á leið við hesum sam­s­tarvi og hann helt, at suður­oyingar kunnu brúka Sunda­lagið sum fyrimynd, har kommunurnar sam­ starv­aðu í nógv ár í eini felags­kommunu, har tey bygdu upp eitt álit á hvønn ann­an, áðrenn tær løgdu sam­an. Hinvegin heldur Dennis Holm, at sama, hvussu nógv­ar kommunur eru í Suður­oy, hevur oyggin eina av­bjóð­ing, sum ber av øllum og tað er at fáa ung aftur í oyn­na at búgva. - Tað er størsta av­bjóð­ in­g­in fyri Suðuroy, heldur hann So við og við Ranvá Albinus, sum er upp­ still­að til bygdarráðið í Pork­ eri vísir á, at kommunur í Suðuroy samstarva á yms­ u­m økjum, eitt nú á barna­ vernd­ar­øki­num, skúla­øki­ num og sosiala økinum. - Samanlegging er helst veg­urin fram og tí er tað gott at byrja við samstarvi á ymsum økjum og so byggja tað út so við og við. Annars heldur hon, at skulu kommunur í Suðuroy leggja saman, skal øll oygg­ in verða ein kommuna, ella kann tað vera tað sama, tí vit standa sterkari við einar kommunu enn við tveim­ um. Eisini Mikkkal Sørensen, sum eisini er uppstillaður í Porkeri, tekur undir við, at Suður­oy er ein kommuna. - Avbjóðingin hjá Suður­ oyn­ni er hvussu vit fáa fólk at støðast í oynni í kapp­ ing við miðstaðarøkið og útlandið. Ongantíð ov skjótt Hinvegin heldur Kristian Hol­bæk, sum er valevni á Tvør­oyri, at øll Suðuroy skal leggja saman í eina kommu­ nu ongantíð ov skjótt - Suðuroy hevur stórar av­bjóðingar við íløgum í vatnveiting, kloakk- spilli­ vatn­leið­ing­ar, bygningar treingja til ábøtur og vegirnir krevja asfalt. - Hetta eru avbjóðingar, vit ikki klára við 4700 fólk­ um í sjey kommunum. - Skulu vit hava eina pro­ fessio­nella fyrisiting, sum kann leggja til rættis og sum megn­ar at gera eitt veruligt ar­beiði og fyrireika mál til politik­arar at taka støðu til, mugu vit sjálvandi leggja sam­an í eina kommunu. Hann hevur onki álit á at leggja alla oynna í kommun­ ur, men kann tað slóða fyri einari kommunu, so kann samanlegging í tvær kommun­ur vera ein byrjan. Annars staðfestir Kristian Holbæk, at Suðu­ r­oy hevur brúk fyri út­bún­ um fólki í ólukkumát. Sjálvur hevur hann grann­skoð­ara­virkið, men hev­ur hann tørv á fólki, nytt­ar onki at søkja í suður­ oy, tí skikkað fólk fæst ikki í oyn­ni. - Leggja vit saman, verð­ ur tørvur á útbúnum fólki og eini professionellari fyri­ sit­ing og tað kann leggja grund­ar­lagið undir fleiri størv­um, heldur Kristian Hol­bæk. Tveir siga nei Hinvegin vóru tað tvey val­ evni, sum ikki eru samdir í at leggja Suðuroy saman í eina kommunu Rúni Lisberg, sum er val­evni í Sumba, er imóti saman­legging, tí hann ivast ikki í, at verður øll oyggin ein kommuna, fer Sumba full­komi­liga at smokka niður ímillum. Tosa enn einaferð um samanlegging í Suðuroy EIN KOMMUNA Spuringurin um at leggja kommunur í Suðuroy saman, er drigin fram einaferð afturat Tað besta og tað keðiligasta Hetta eru avbjóðingar, vit ikki klára við 4700 fólkum í sjey kommunum