Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - So fær Sumba kanska eitt umboð at umboða seg og tað umboðið fær ótrúliga lítla ávirkan, heldur hann Eisini Jóhan Eli Poulsen, sum er stillaður upp til kommunu­valið í Hvalba, held­ur, at tað er burturvið at leggja saman í eina kommu­nu. Hann sær svart upp á at hava eina kommunu við teim­um stórum plássum sum Vág og Tvøroyri, tí tað fer at elva til eitt makt­stríð og tá fara hinar kom­mu­nur­ nar at hvørva. Hann sær heldur fyri sær, at Suðuroy verður tvær kom­munur, ein í syðru helvt og eina í norðaru helvt, tí so er eitt stórt pláss í hvørjari kommunu, og tá fáa vit tvær sterkar kommunur og tað er lættari hjá tveimum kom­ mun­um at samstarva enn tað er hjá sjey kommunum og kommunur samstarva um ymisk øki. Samanlegging Tey flestu vilja leggja kommunur í Suðuroy saman, men nógv eru ósamd um mátan. Tað fingu næmingar og onnur at vita á fundi í Skúladeplinum í Suðuroy um kommunuvalið. Her eru tað, frá vinstru, Andrea G. Danielsen, valevni í Sumba, Poul Erik Jacobsen, bygdaráðslimur í Sumba, sum ikki stillar upp aftur, og Dennis Holm, valevni í Vági Suðuroyingar duga ikki nógv væl at samstarva SAMSTARV Suðuroyingar hava meiri av tí mesta, men tað er ótrúliga spell, at samstarvið ikki er betri, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í ferðaráðnum Áki Bertholdsen - Vit koma ongan veg, uttan at vit samstarva. Tað var boðskapurin, Guðr­ið Højgaard, stjóri í Ferða­ráð­num, til suð­ur­oy­ i­ng­ar, tá ið kjakast var um støðuna í Suðuroy í Skúla­ depli­num í Suðuroy mána­ morg­un­in Men samstundis heldur hon eisini, at suðuroyingar duga ikki nóg væl at sam­ starva. - Vit eru so lítil, at vit koma ongan veg uttan sam­ starv, segði stjórin í Ferða­ ráð­num. Hon staðfestir, at Suður­ oyggin er nakað heilt ser­ stakt, bæði fólkið og náttúr­ an. - Tit hava meiri av tí mes­ ta. Tit eru meiri opin og tit eru blíðari. - Men eg haldi tíverri, at tit duga ikki so væl at sam­ starva, sum aðrastaðni í Før­ oy­um. - Tað er sum um, at longur suð­ur ein kemur í Føroyum, tess meiri verður tosað um hvønn annan ístaðin fyri við hvønn annan. Guðrið Højgaard heldur, at hetta er heilt ótrúliga spell, tí eftir hennara tykki er Ongin kunning Suðuroy avgjørt ein vakr­astu oyggjunum í landi­num við teinum størs­tu møgu­leiku­ num í ferða­vinn­un­i. - Longu, tá ið vit koma á Kramba­tanga, har Smyril legg­ur at, síggja vit eitt dømi um manglandi samstarv. - Har er ongin kunn­ing­ ar­stova á Krambatanga og hví hava suðuroyingar ikki funn­ið útav at leggja eina kunn­ing­arstovu, har fólkið kem­ur íland, spurdi hon. Hon sigur, at fremmand fólk, sum koma til Suðuroyar, kun­nu ikki vita, at tey skulu heilt út á Tvøroyri ella heilt suður til Vágs fyri at fáa kunn­ing um, hvørjar møgu­ leik­ar, tey hava í oynni. Hon heldur, at ístaðin áttu suður­oyingar at gjørt ein kraft­depil, sum kundi selt alla oynna. - Ferðavinnan hevur sett sær sum mál at tvífaldað ferða­vinn­una upp í eina milli­ard í umsetningi í 2020. - Eg vildi ynskt, at suður­ oy­ing­ar fáa eina stóran bita av teirri kakuni, men tað kann gerast bara við sam­ starvi, ístaðin fyri at kappast ímóti hvørjum øðrum, sigur Guðr­ið Højgaard. Stórt spell - Tess longur suður ein kemur í Føroyum, tess meiri verður tosað um hvønn annan ístaðin fyri við hvønn annan og tað er heilt ótrúliga spell, heldur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum