Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Hevði øll Suðuroy lagt saman í eina kommunu, høvdu vit havt ein penga­ kassa upp á einar 130 millión­ir at arbeitt við. Tað staðfestir Kristin Michel­sen, borgarstjóri á Tvør­oyri Á fundinum í Skúla­ depli­num í Suðuroy um ymisk viðurskifti í Suðuroy, fegnast hann um, at fleiri val­evni eru sinnað at leggja sam­an. Sjálvur heldur hann, at saman­legging er einasta loysn, tí tað hevur ikki ging­ ið serliga væl at samstarva. - Kommunurnar í Suður­ oy hava havt sam­starv á ymsum økjum, men tey eru slit­nað. Tí er samanlegging ein­asta gongda leiðin, so at Suður­oy kann tala við eina rødd við myndugleikarnar í Havn. - At Skúladepilin í Suður­ oy er lagdur í Hovi, er eitt talandi dømi um, at suður­ oyingar tala við sjey tung­ um, staðfesti hann. Hann sigur, at hevði Suður­o­y verið ein komm­una, hevði hon havt eina inntøku upp á ein­ar 120-130 milliónur í skatti frá fólki, umframt parta­felags­skattin. - Sostatt høvdu vit havt ein stóran pengakassa upp á 120-130 millionir at arbeitt við og tískil hevði tað borið til at raðfest íløgurnar og lyft allar bygdirnar upp á eitt hægri støði. - Annars slepst ikki uttan um, at vit søkka enn longur nið­ur, leggur hann afturat. Hann vísir á, at Suður­oy er sera væl fyri við bygn­ing­ um og øðrum hentleikum. - Tað eru skúlar, bygd­ar­ hús, samkomuhús, felags­ hús í hvørjari bygd, sum kunnu samansjóðast og tí­skil er óneyðugt við fleiri útreiðsl­um í bræði til at bygg­ja nakað nýtt, heldur Kristin Michelsen. Samráðingarnar slitnaðu Kirstin Strøm Bech, borgar­ stjóri í Vági vísir hinvegin á, at tvær fólkaatkvøður í Vági stað­festa, at vágbingar taka ikki undir við samanlegging. - Tí mugu vit stinga fing­ urin í jørðina og hugsa um, hvussu vit so koma víðari. - Fólkið sigur nei til saman­legging og vilja vit legg­ja saman, mugu vit fyrst gera eitt arbeiði fyri at faá tey at broyta meining, segði borgarstjórin. Annars vísir hon á, at fyri nøkrum árum síðani var ein kommunubólkur við trim­um umboðum fyri Vágs Bý­ráð og trimum umboðum fyri Tvøroyrar Býráð. Men tað samstarvið mis- eydn­aðist. Kirstin Strøm Bech vísti á, at í hesum bólkinum vóru eisini samráðingar um saman­legging. - Men tær sam­ráð­ing­ ar­nar slitnaðu, tí ósemja tók seg upp um, hvar kommunu­skrivsastovan og um­sit­ingin skuldi vera. Kristin Michelsen stað­ festi, at tað var longu á tí fyrsta sam­ráð­ing­ar­fundi­ num um saman­legg­ing, at Vágs Býráð kravdi, at høvuðs­um­sitingin skuldi vera í Vági. Tí datt alt niðurfyri í føðing­ini. Marjun Olsen, sum er valevni til býráðið á Tvør­ oyri, staðfestir, at manna­ gongd­in var púra skeiv. Samráðingarnar byrjaðu við spurninginum um kommunu­skrivstovuna, sum vit frammanundan visti, at ósemja var um. - Tí komu vit ongantíð til at samráðast um tey mál, vit kun­du funnið semju um. - Høvdu vit funnið semju um øll hini málini fyrst, høvdu vit eisini at enda funn­ið semju um, hvar kom­ mu­nu­skrivstovan skal vera, sig­ur Marjun Olsen. Kirstin Strøm Bech vísti á, at kravið um at fáa umsitingina til Vágs, varð sett fram fyri at fáa vág­bin­ gar at taka undir við saman­ legging. Í Vágs Býráði mettu tey, at verður umsitingin í Vági, hevði samanleggingin verið lættari at svølgt hjá vág­ bing­um. - Afturfyri kundu so tvær stóra­r deildir, nevniliga tekn­i­ska deild og Sosiala deild verið á Tvøroyri, sigur borg­ar­stjórin í Vági. Ongin vandi Annars heldur Kristin Michel­sen, at ongin orsøk er at óttast fyri smáu pláss­ unum, verður øll oyggin løgd saman. - Havnar Kommuna er gott dømi um, at tey smáu plássini detta ikki niður­ ímillum, tí bæði Kirkjubø, Velbastað, Nólsoy, Hestur og Kollafjørður eru rættiliga nógv útbygt siðani tey komu upp í Tórshavnar Kom­mu­nu. - Hvar høvdu tey verið, høv­du tey ikki lagt saman við Havnini, spurdi hann. 130 milliónir at arbeiða við SAMANLEGGING Hevði øll Suðuroyggin lagt saman í eina kommunu, hevði tað av álvara borið til at bygt og raðfest, heldur borgarstjórin á Tvøroyri Sostatt høvdu vit havt ein stóran pengakassa upp á 120-130 millionir at arbeitt við Slitnaði Tvøroyri og Vágur hava tosað um samanlegging, men samráðingarnar slitnaðu longu á tí fyrsta fundinum. Tað fingu áhoyrararnir at vita á almennum fundi í Skúladeplinum í Suðuroy