Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað verður neyðugt at fáa fleiri størv í Suðuroy og at gera tað meri lokkandi hjá fólki við útbúgving at bú­ setast í Suðuroy. Tað hildu tey flestu val­ evni og viðmerkjarar á fundi í Skúladeplinum í Suðuroy um kommunuviðurskifti í oyn­ni Marjun Olsen, sum er upp­still­að á Tvøroyri, heldur, at takið er at fáa tey ungu aft­ur í oynna at búgva. - Men tey skulu ikki væn­ ta, at alt stendur klárt tá ið tey koma aftur. Tí heitti hon á tey um at koma aftur og gera nakað fyri Suðuroy. Hon heldur eisini, at tað er neyðugt at styrkja sam­ starv­ið í oynni. Hivegin saknaði hon eisini visjónir. - Lat okkum gera Suðuroy til eina skúlaoyggj við ætlaða eftir­skúlanum og einum norður­lendskum háskúla, sum eisini hevur verið upp á tal, segði hon. Men hon heldur, at vit eiga eisini at hugsa meiri um, hvørjar útbúgvingar, tørvur er á í Suðuroy og ikki bara út­búgva seg sum best og vænta, at so hava myndug­ leik­ar­nir eitt starv klárt eftir lok­na útbúgving. Eyvør Thomsen, sum er uppstillað í Hvalba, heldur, at tað má gerast lokkandi hjá fólki við útbúgving at koma hig­ar. Størv og Smyril Bjarni Johansen, sum er val­ evni í Vági, flutti suður aftur eftir fleiri ár í útlegd, tí hann vil­di gera nakað fyri oynna. Hann heldur eisini, at tað verður neyðugt við út­búgv­ ingum, eitt nú eini SIT út­ búgving. Kortini heldur hann somu­leið­is, at Smyrli má sigla fleiri túrar, tí tað ber ikki til, at túrar verða kappaðir av javn­an og savnan. Kristin Michelsen, borgar­ stjóri á Tvøroyri sigur, at bý­ ráð­ið hevur sett sær fyri, at barn­a­ansing skal ikki vera ein trupulleiki á Tvøroyri og hann er samdur um, at túra­ talið hjá Smyrli má upp, tí tað kann ikki vera treytað av olju­prísinum. Eyðdis Ellendersen, borgar­stjóri í Fámjin, sigur, at størsti trupulleikin hjá teim­um er, at fólk flyta úr Fámj­in, tí vegasambandi er so vánaligt, at tey hætta sær ikki at búgva har. Kirstin Strøm Bech, borgar­stjóri í Vági sigur, at í Vági hava tey gjørt nógv fyri at lívga barnafamiljur um barnafamiljurnar við nýggj­um barnagarði og við at lækka gjaldið fyri barna­ ansing. Hon vísti eisini til vakstra­rætlanina, sum var fyri nøkrum árum síðani, har landið skuldi seta 40 millión­ir í og kommunurnar 10 milliónir. Men tað strand­ aði í landsstýrinum og datt niður­fyri. Kortini ásanna bæði hon og Mikkjal Sørennsen, borgar­stjóri í Porkeri og Delm­ar Tausen, borgarstjóri í Hovi, at tað mangla størv í Suður­oy, ikki bara ófaklærd størv, men eisini akademisk størv, tí tað er ein fortreyt fyri at fáa fólk í oynna at búg­va. Kári Thomsen, staðfestir, at tað er ikki nóg mikið við dag­stovnum og barnaansing Størv­ini skulu eisini vera til sta­ð­ar. Hann helt, at suður­oy­ing­ ar eiga at fáa meiri burtur úr granskingardeplinum fyri økis­menning við at seta ein arki­t­ekt, ein verkfrøðing og ein umhvørvisteknikara á depilin, sum kann verða ein tænastudepil hjá øllum kommununum í oynni, ser­ liga í sambandi við nýggju byggi­lóg­ina. - Hon er so umfatandi, at nógv­ar kommunur fara ikki at klára at umsita hana, helt hann. Dennis Holm, valevni í Vági vísir á, at nú er teknikkurin so frammaliga,, at tað ber væl til at búgva eina­staðni og arbeiða eina aðra­staðni. Hann heldur, at kom­ mun­ur­nar eiga at virka fyri at skapt ein tænastudepil í Suðuroy, har tað ber til at ar­ beiða nakrar dagar um viku­ na í Suðuroy, hóast arbeiðs­ plássið ­er aðrastaðni. Mikkjal Sørensen helt eisini, at ein Suðuroygrunnur hevði verið ein loysn. Og so vóru tað fleiri politik­arar­, sum halda, at tað er ov strangt, at kommunur, sum skylda eina álíkning, ikki sleppa at taka lán, tí tað forðar teimum at virka og tað er ongin, sum sigur, at hálv­onnur, ella tvær álík­n­ ing­ar eru tað rætta. Onkur helt, at tað skuldi rætt og slætt bara staðið til fígg­ing­arstovnin at mett um, ant­in lánið var forsvarligt, ella ikki. Áki Bertholdsen Í fjør kostaði tað 15,6 milliónir at umsita Suðuroynna. Tað vísir ein uppgerð, sum Sosial­urin hevur gjørt. Suðuroyggin er býtt sund­ur í sjey kommunur og nú kommunuvalið nærkast, hava einstakar røddir aftur ver­ið frammi um at leggja kom­mu­nur í oynni saman. Í hesum sambandi hev­ur Sosialurin spurt all­ar kom­ munurnar, hvat tær rinda í lønum til borg­ar­stjór­ar, kom­ mu­nu­politikarar og, hvat kommunurnar annars kos­ta at umsita. Uppgerðin visir, at tilsamans rinda suður­oy­ ing­ar góðar tvær milliónir í lønum til teir sjey borgar­ stjór­ar­nar. Tilsamans er hetta vorðið til góðar 8,165.000 milliónir í øll­um valskeiðnum. Tilsamans rinda suður­ oy­ing­ar sostatt 15,6 milliónir um árið fyri tær kommunalu um­sit­ingingarnar í oynni. Tað merkir, at hinir bý- og bygd­a­ráðslimirnir, skrivarar og annað starvsfólk, fáa til­ samans góðar 7,4 milliónir í løn um árið. Tað merkir so aftur, at í hes­um fýra ára valskeiðnum hava suðuroyingar rinda til­ samans 62,4 milliónir til tær kommun­alu umsitingarnar. Sí annars talvuna her á síðu­ni og oddagreinina. Kommunuútreiðslur í Suðuroy Hvalba Borgarstjórin........................................................... 237.079 Bygdarráðið............................................................. 262.969 Fyrisiting.................................................................. 833.443 Tilsamans 1.333.491 Sumba Borgarstjórin........................................................... 172.625 Varaborgarstjórin......................................................15.005 Bygdarráð...................................................................48.480 fundir og skeið...........................................................73.472 fyrisiting.................................................................. 448.714 Tilsamans 758.296 Porkeri Borgarstjórin........................................................... 179.920 Bygdarráðið................................................................60.440 Fyrisiting ................................................................. 357.734 Tilsamans 598.094 Hov Borgarstjórin........................................................... 124.643 Bygdarráðið................................................................87.560 Fyrisiting.....................................................................60.000 Tilsamans 272.203 Tvøroyri Borgarstjórin........................................................... 631.254 Býráðið..................................................................... 586.746 Vørur og tænastur................................................. 108.000 Fyrisiting annars 5.690.000 Tilsamans 7.016.000 Vágur Borgarstjórin .......................................................... 603.000 Býráðið..................................................................... 606.000 Fyrisiting annars .................................................4.036.000 Tilsamans 5.245.000 Fámjin Borgarstjórin..............................................................92.734 Bygdaráðslimir...........................................................56.033 Fyrisiting annars..................................................... 209.578 Tilsamans 358.345 Borgarstjóraløn tilsam. 2.041.255 Alt tilsamans 15.581.429 Neyðugt at fleiri størv til Suðuroyar Kostar 15,6 milliónir at umsita Suðuroynna ÚTREIÐSLA Suðuroyingar rinda yvir yvir tvær milliónir um árið í lønum til borgarstjórar og tilsamans kosta tær sjey kommunurnar í oynni 15,6 milliónir í umsiting Gongdin vendast Fleiri størv, fleiri túrar og fleiri útbúgvingar eru nakrar av loysnunum fyri at venda gongdini í Suðuroy, fingu áhoyrararnir at vita í Skúladeplinum í Suðuroy