Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Mjólkarbóndur gevast Lágir mjólkarprísir og bíligur ostur úr út­lond­ um hava havt við sær, at støðugt fleiri mjólkar­ bóndur í Svøríki velja at gevast. Tølini hjá myndug­leikunum vísa, at fyri fimm árum síðani vóru mjólkarbóndurnir 7.174 í tali, men at nú eru bara 5.341 eftir. Higartil í ár hava 182 givið skarvin yvir. Í einari sjónvarps­ send­ing nú um dagarnar kom fram, at tað eru fleiri orsøkir til, at svenskir mjólkar­bóndur gevast. Men høvuðsorsøkin er, at prís­urin á mjólkini er ov lágur, samstundis sum fóður og olja eru vorð­in dýrari. Harafturat er tor­ført at kappast við tær innfluttu mjólkar­ vør­urnar. Ein onnur forðing er, at reglurnar um djóra­ hald eru strangari í Svøríki enn í fleiri øðr­ um ES-londum, segði sjón­varpið. Nýtt átak ímóti royking 66 prosent av teimum vaksnu í Grønlandi roykja, og helmingurin av teim­um 15 ára gomlu roykja hvønn dag. Nú ætlar landsstýrið sær undir eitt átak, sum skal fáa roykjarar at leggja av og samstundis fyri­ byrgja, at onnur als ikki byrja at roykja. Læknarnir siga, at roykingin hevur við sær sjúkur, sum gera, at fólk doyggja alt ov tíðliga, og tí hevur lands­stýris­ kvinnan í heilsumálum, Agathe Fontain, sett sær fyri at gera Grønland meiri roykfrítt til gagns fyri fólkaheilsuna, sigur KNR. Millum tiltøkini er ein kapping millum skúl­ar um »Roykfrían flokk«, og í útvarpinum er eitt skeið um, hvussu fólk kunnu leggja av at roykja. Eisini skulu stovn­ar fyri børn og ung hava skipaðan royki­ politikk. Eingin ísbjørn um 25 ár Tann viðurkendi russiski ísbjarnagranskarin Nikita Ovsyannikov sig­ur nú, at tað er ikki óhugs­andi, at ísbjørnin doyr út innan 25 ár. Hann sigur, at tær russisku ísbjarnirnar hava verri umstøður enn ís­bjarnirnar í Grønlandi og Kanada, tí at ísurin minkar nógv skjótari norð­an fyri Russland enn har vesturi. Fyrr kundu bjarnirnar fara til gongu eftir ísinum í oktober, tí tá var hann vorð­in nóg tjúkkur, men so­leiðis er tað ikki longur, sigur Ovsyannikov, sum stúrir fyri teirri veksandi skipa­ferðsluni. – Tað er neyðugt at taka øll fyrivarni, tí ein skipsvanlukka í Arktis fær vanlukkuligar av­ leið­ingar fyri vist­skip­ an­ina, sigur russiski gransk­arin. arni@sosialurin.fo Næstan dagliga kæra donsk vinnulívsfólk seg um, at um­ støðurnar hjá vinnu­lív­inum eru ikki nóg góðar og ikki kappingarførar, men eftir einari nýggjari frágreiðing hjá Heimsbankanum at døma hevur tað danska vinnulivið einki at grenja um. Tí eftir bankans meting er Danmark tað besta landið í Evropa at reka vinnu í. Frágreiðingin »Ease of Doing Business« staðfestir har­afturat, at Danmark er tað 5. besta landið í heiminum at reka vinnuvirksemi í. Bara Singa­pore, Hong Kong, Ný Sæland og USA eru ovari. Tá hevur Heimsbankin hugt at 185 londum, og Danmark fær serliga rós fyri at hava eina sera framkomna manna­ gongd, tá tað snýr seg um at stovna eina fyritøku. Pia Olsen Dyhr, handils- og íløgumálaráðharri, og felags­skapurin Dansk Erhvervs­liv fegnast um tað góða um­dømið, Heimsbankin gevur Dan­mark. Sambært ráð­harr­anum er hetta úrs­ litið av einum miðvísum politikki, sum hevur til enda­máls at gera Danmark til eitt íløguvinarligt land. Dansk Erhvervsliv sigur í sín­ari viðmerking, at tað ber til at gera viðurskiftini enn betri. Eitt nú er parta­felags­ skatturin ov høgur, sigur felagið. Tað eru meiri enn 10 ár, síðani Heimsbankin fór undir at kanna og skrá­seta treyt­irnar fyri og møgu­leik­ arnar at reka vinnuvirksemi í heimsins londum. Bankin leggur serliga dent á byrjan­ ina, starvsfólkasetan, láns­ møgu­leikar og skatta­viður­ skiftini. Danmark av bestu londum at reka vinnu í Danmark er tað besta landið í Evropa at reka vinnuvirksemi í. Tað sigur Heimsbankin Vænta ikki at sleppa av við fiskin í vetur Ein metstór toskakvota og fullar goymslur fáa nú norðmenn at stúra fyri, at tað verður torført at sleppa av við fiskin í vetur. Reiðararnir vilja hava tað almenna uppí Tey norsku fiskavirkini hava havt ilt við at sleppa av við tann hvíta fiskin í heyst, og úrslitið er, at tey flestu virkini hava nógvan fisk á goymslu. Tað vita teir út­ lendsku keypararnir, og teir vita eisini, at toskakvotan í Barentshavinum verður ein triðing størri næsta ár. Av­ leiðingin verður, at prísurin fer at fella. – Keypararnir vita eisini, at vit fáa eina munandi størri toskakvotu næsta ár, og tí sigur tað seg sjálvt, at teir fylla sær ikki goymslurnar nú, sigur formaðurin hjá teimum norsku fiskakeyparunum, Steinar Eliasssen, við NRK. Í norska reiðarafelagnum bera tey ótta fyri, at vet­ur­in verður strævin hjá fiski­vinn­ uni. Stjórin, Reidar Nilsen, sigur, at tá kvotan veksur so nógv, fáa bæði fiski­menn og keyp­arar trupul­leikar. Tí vil hann hava hjálp frá lands­ myndug­leik­unum. – Tað er ikki ein stuðuls­ skipan, vit tosa, men hjálp til at tryggja, at tað slepst av við fiskin, sigur Reidar Nilsen við norska kringvarpið. arni@sosialurin.fo Norðmenn fáa nógv størri toskakvotu, men tað nyttar lítið, um prísurin fer niður ígjøgnum Mynd: NRK