Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt prúðmenni, ein vinur, ein kammeratur, ein vágbingur, ein blíður maður, ein góður beiggi, skemtingarsamur, fe­lagslyntur, ja tað kennist sum um, at tað er ringt at velja orð, tá tú skal lýsast, men tað týdningarmiklasta av øllum er, at fyri okkum var tú ein pápi. “Ger sum je, tel einans teir ljósu tímarnir.” Eftir hesum livdi tú og eru tað teir ljósu tímarnir, sum í dag troðka alt annað burtur, tí hóast karmarnir og umstøðurnar ikki altíð vóru tær og okk­um til vildar, fingu vit nógv­ar ljósar tímar saman. Og vit trúgva, at tað er fáur óviti, ið hevur havt ein so ný­ skapandi og stuttligan barn­ dóm, sum vit. Hvønn ársins síðsta dag gjørdi tú okkum eitt skattakort, har vit við kumpas og tummastokki leitaðu eftir skattinum, sum oftast vísti seg at verða peng­ar, ið skuldi brúkast til fýr­verk og tað var ikki smá­ vegis, ið bleiv skotið upp; tú gjørdi tær stóran ómak fyri at geva okkum eitt ógloym­ andi upplivilsi. Eisini minnast vit, hvussu væl tær dámdi at gera mat; nærum hvørt vikuskiftið vóru pannukakur á skránni og tað kundi ikki kallast pannukakur, fyrr enn tær vóru vendar í luftini. Og hvirlan bleiv brúkt til at gera milkshake og kips. Og til høgtíðir gjørdu vit brýstsukur, kakur, konfekt o.a. Tú lærdi okkum at fáa sum best burturúr og brúka møgu­leikan, tað hann beyðst. Somuleiðis var tað sera týdn­ingarmikið fyri teg at læra okkum um náttúruna, fuglalív og annað djóralív. Í góðveðri blivu fjøllini ging­in og við ágrýtni segði tú okkum frá teim ymisku blóm­unum og fuglunum, ið vit bóru eyga við á leiðini. Og ikki minst allir sunnudags-kai­túrarnir, ið vit, enn tann dag í dag, ganga við okkara kæru. Tín stóra gleði fyri musikki, smittaði eisini av á okk­um; tað var heilt tíðliga, at tú inn­vígdi okkum í tín tón­leika­heim, og tann heim­ ur hevur rúmað og rúmar okkum enn. Gjøgnum tón­ leikin hava vit fingið gleði, út­arbeitt sorg, orku og lívsm­ átt. Ja, Mick, John, Ozzy og Janis hava mangan troysta okkum, tá tað var langt mill­ u­m teir ljósu tímarnir. Og tá tú tók við sum for­ maður í Framtíðini, skipaði tú mangan fyri barnadiskoteki har, tí tú segði altíð, at tað var týdningarmikið, at tey ungu kundi hugna sær sam­an við øðrum ungdómi uttan fyri heimið. Soleiðis dámdi tær væl at savna fólk og verða millum fólk, ið stutt­leikaðu sær saman. Og var tað umsorganin fyri øðrum, ið ofta sermerkti títt arbeiðið - títt arbeiðið var aldrin hálvhjartað; tað var við hegni og nærlagni, at tú loysti tínar arbeiðsuppgávur. Serliga tað yngra ættarliðið á arbeiðsplássinum fylti nógv í tínum gerandisdegi og tú royndi sum frægast at læra teir smiðjuhandverkið, ið abbin lærdi teg. Tíðin er bert til láns, tí eru vit sera takksamar fyri tær løtur vit fingu sam­an við tær. Eittans lív er okk­um givið at liva, og tú lærdi okkum at taka ábyrgd, tú lærdi okkum um rættvísi og javnrættindi og við tínum lívsverki vísti tú okkum, at tú aldrin setti teg sjálvan frammum onnur. Tú vildi okk­um øllum væl og tað var ikki altíð, at sama væl­vild varð víst tær. Men tú hevði eisini egin minnir frá einum kærleiksfyltum barn­ dómsheimi, einum tøttum systkinaflokki, sterkt band við familjuna og góðar vinir. Hesi vóru tínir ljósu tímar og drívmegin í tínum lívi. Og tá tú fór, slóknaði ein viti í Toftum. Men vit njóta enn gott av glæmuni frá ljósinum; glæman gevur okk­ u­m minnini, ið ríka okkum tá saknurin gerst ov stórur. Tú ert ein viti í okkara lívi og tú fer altíð at fylgja okkum á okkara lívsleið. Hvíl í friði Svava, Eydis og Marin Nøvn Peter Hans Hentze f. 25.10.1951 – d. 24.02.2012