Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað var landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, sum setti FaroExpo klokk­ an gott 9 týsmorgunin í Ítrótt­ar­høllini í Runavík. Fyri setanina spældu Hjalti, Jákup og dóttir Jákup tón­ leik, og tey spældu eisini eitt lag eftir sjálva setan­ar­ røðu­na. Samstarv og netverk Jóhan Dahl vísti á, at Faro­ Expo á hvørjum ári gevur fyri­tøkum høvi at fokusera á nýggjar vinnuligar møgu­ leik­ar til tess at menna nýggj samstørv og at røkja síni netverk. - Á parteneriatinum hittast fyritøkur á skjótum og málrættaðum fundum, men FaroExpo gevur av­ gjørt eisini vinnulívsfólki góð høvi at hittast óform­ liga, og hetta hevur ikki min­ni týdning. Hann segði, at FaroExpo har­aftrat leggur seg eftir - á hvørjum ári - at halda ráð­stevnu um útvaldar vinnu­ligar møguleikar og avbjóðingar, og í ár er ráð­ stevnan, sum er tann al­ menni parturin, um Føroyar í olju­vinnu. - Hetta er eitt evni, sum gerst alt meiri týðandi fyri hvønn dag sum gongur. Eitt olju­fund í føroyskum øki kann merkja kollveltandi broyt­ingar her á landi, men longu nú merkja vit, hvussu oljuvinnan kring um okkum gevur meiri virk­semi í Føroyum og millum før­ oyingar. Landsstýrismaðurin vísti á, at Føroyar eisini merk­ja, hvussu oljuvinnan legg­ur trýst á aðrar partar av samfelagnum. Størsta avbjóðingin - Vit mugu veruliga taka okk­um um reiggj, bæði vinna og politiska skipanin, fyri at gera okkum út til at lofta møguleikunum og av­ bjóðingunum frá olju­vinnu­ ni - og frá øðrum nýggjum vinn­um á okkara leiðum. Jóhan Dahl vísti á, at Føroyar nú hava 200 elektrik­arar, sum arbeiða í Noregi. Hann helt, at hetta sig­ur okkum eina rúgvu. - Tað sigur okkum, at okkara handverkarar eru dugna­ligir og eftirspurdir. Teir eru væl lærdir, fleksiblir og arbeiðssamir. Hann helt, at tað, at før­ oy­ingar hava lætt við at fáa góð størv uttanlands, sigur okk­um eisini, at tað krevur nógv og fer at krevja enn meiri í framtíðini at byggja upp virki og tænastur í Før­ oy­um við støðugum og væl lærd­u­m fólki. - At fáa fólk og virkir at tríva­st og at vilja virka her á landi, er størsta avbjóðingin yvir­høvur. Ikki isoleraður Jóhan Dahl helt ikki, at tað ber til longur at síggja før­ oyska arbeiðsmarknaðin Vilmund Jacobsen Í sínari setanarrøðu á Faro­ Expo týsmorgunin, segði Jóhan Dahl, lands­stýris­mað­ ur í vinnumálum, at 200 før­ oysk­ir elektrikarar ar­beiða í Noregi. John Eli Olsen eigur El- Ser­vice á Skála, sum hevur 16 fólk í arbeiði. Hann vísir á, at hóast nógvir elektrikarar arbeiða í Noregi, hevur higar­ til ikki staðið á at fingið fólk. - Vit hava havt støðuga arbeiðsmegi og hava soleiðis ikki beinleiðis mist fólk, sum eru farin til Noregs at ar­ beiða. Hann vísir á, at tá virk­ semi hevur verið minni, og menn eru givnir hjá El- Service, eru onkrir teirra farn­ir av landinum at a­r­ beiða. Stjórin í El-Service vísir á, at felagið hjá honum hevði nakr­ar mans í Noregi í 2007, og onkuntíð seinni hava menn hjá felagnum eisini loyst uppgávur á norskari skipa­smiðju. - Tað er ikki so einfalt við at hava fólk í Noregi. Arbeið­ir tú í Noregi, verður tú góðkendur har og fært eitt norskt p-tal. Tá hevur tú í prinsippinum ikki loyvi at arbeiða í Føroyum eisini. Hetta er ein trupulleiki, sum myndug­leikarnir áttu at loyst, so skipanin gjørdist smid­ligari. Minni at gera John Eli Olsen sigur, at virk­ semi ikki hevur verið tað heilt stóra seinastu tíðina, men framvegis hevur El- Service nakrar mans í Skag­ en, har felagið hevur arbeitt í fleiri ár, meðan restin av vir­k­seminum í løtuni er her heima í Føroyum. Nú FaroExpo hevur ver­ið í Runavík, hevur El-Ser­vice eisini verið millum út­bjóðar­ ar­nar. John Eli Olsen, sum er ætt­aður úr Øravík, gjørdist el-instalatørur í 1982, og hann stovn­aði El-Service á Skála í 1988. Hann keypti nevniliga el-deildina, sum tá var á Skála Skipasmiðju. El-Service varðveitir sínar elektrikarar - Tað er ikki so einfalt við at hava fólk í Noregi. Arbeiðir tú í Noregi, verður tú góðkendur har og fært eitt norskt p-tal. Tá hevur tú í prinsippinum ikki loyvi at arbeiða í Føroyum eisini. Hetta er ein trupulleiki, sum myndugleikarnir áttu at loyst, so skipanin gjørdist smidligari, sigur John Eli Olsen, stjóri á El-Service á Skála - Vit mugu lofta møguleikum og avbjóðingum - Eitt oljufund í føroyskum øki kann merkja kollveltandi broytingar her á landi, men longu nú merkja vit, hvussu oljuvinnan kring um okkum gevur meiri virksemi í Føroyum og millum føroyingar, segði Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tá hann setti FaroExpo í Runavík týsmorgunin - Vit hava ikki beinleiðis mist fólk til Noregs, men onkur, sum er givin hjá okkum, er farin til Noregs at arbeiða, sigur John Eli Olsen, stjóri í E-Service á Skála Mynd: Vilmund Jacobsen