mikudagur 24. oktober 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Magnus Rasmussen, borgar
sjtóri í Runavíkar kommunu,
bjóðaði í dag fyri fjórðu
ferð vælkomin á almennu
ráðstevnuni, sum byrjaði í
Løkshøll seinnapartin. Heit
ið á ráðstevnuni er Føroyar í
oljuvinnu.
Ráðstevnan, sum vit fara
at hoyra meiri um í Sosiali
num fríggjadagin, byggir í
fyrsta lagi á fyrilestrar, men
uppundir endan av ráð
stevnuni verður skipað fyri
kjaki, har Uni Arge er fund
arstjóri.
Gevandi tiltøk
- Eg haldi, at FaroExpo og
mentanarvikan, sum er í
økinum hesa vikuna, hava
stóran týdning fyri Runa
víkar kommunu, men eisini
fyri Føroyar í síni heild. Tað
eru fleiri, sum vilja hitta
okkum í kommununi, og tí
eri eg her í Ítróttarhøllini tað
mesta av tíðini, meðan Faro
Expo er.
Borgarstjórin sigur, at í
summum førum hava eisini
fólk frá umsitingini verið við
á teimum fundum, sum kom
munan hevur havt við aðrar
kommunur og fyritøkur, sum
eru við á FaroExpo.
Magnus Rasmussen vísir
á, at Runavíkar kommuna
hevur eisini vinarbýir, og
onkrir av hesum eru við á
FaroExpo.
- Vit fara út at eta saman
við hesum fólkum, og vit fara
eisini ein túr at hyggja eftir
ymisku
mentanartiltøku
num, sum eru í økinum.
Persónliga gevandi
Borgarstjórin sigur, at bæði
FaroExpo og mentanarvikan
eru gevandi fyri hann per
sónliga - ikki minst, tí hann
bæði hevur - sum borgar
stjóri - vinnuligan áhuga og -
sum borgari - mentanarligan
áhuga.
- Jú, her er nógv spenn
andi og áhugavert at síggja
og hoyra á mentanarvikuni,
og her fært tú bæði eitt
persónligt innlit, eins og tú
fært eitt gott og gevandi
innlit í vinnuna sum borgar
stjóri, sigur hann.
Magnus Rasmussen fegn
ast annars um, at FaroExpo,
sum í 2005 byrjaði við 30 fyri
tøkum, nú er vaksin til stív
liga 70 fyritøkur, sum eru við
á stevnuni hesaferð.
Vilmund Jacobsen
Nakrar føroyskar kommunur
eru millum teir stívliga sjeyti
luttakararnar á FaroExpo í
Runavík, sum varð hildin í
gjár og helt fram til middags
í dag.
Undir einum hatti eru eitt
nú Tórshavnar kommuna,
Runavíkar
kommuna,
Tvøroyrar
kommuna
og
Fuglafjarðar kommuna.
Teir,
sum
umboðaðu
Tvøroyrar kommunu, vóru
Pauli Einarsson, býráðslimur
og
býarverkfrøðingurin,
Tummas Sørensen.
Útgerðarhavn
Pauli Einarson vísir á, at
ætlaninar at byggja eina
oljuútgerðarhavn á Drelnesi
røkka heilt aftur til nítiárini.
Hann sigur, at kommunan
øll hesi ár hevur merkt
ein áhuga hjá útlendskum
oljufeløgum og fyritøkum,
sum starvast í oljuvinnuni,
fyri eini oljuútgerðarhavn á
Drelnesi.
- Vit hava fingið fleiri
fyrispurningar, sum árini
eru liðin, men enn eru vit
ikki komin har til, at vit
neyvt vita, hvat skal til fyri
at byggja eina slíka støð upp.
Hann vísir á, at Mæersk
í sínari tíð gjørdi tekningar
sum lýsa, hvussu økið á
Drelnesi kundi sæð út við
eini oljuútgerðarhavn.
- Mæersk eru framvegis
áhugaðir, og tað eru onnur
feløg eisini, sigur Pauli, sum
vísir á, at upplandið á vestara
parti av Drelnesi er væl
egnað til eitt slíkt endamál.
Pauli
Einarsson
sigur,
at
tá
røtt
verður
um
møguleikarnar
at
byggja
oljuútgerðarstøð á Drelnesi,
kemst
ikki
uttan
um
hugskotið eisini at byggja ein
minni flogvøll Á Høvdanum í
Froðba - ella nær við verandi
tyrlupall.
- Teir, sum flúgva, siga, at
tað er eingin turbulensur á
hesi leið, og mett verður, at
lendið er væl egnað til ein
flogvøll sum verður einar
700 metrar langur ella so.
Samstarv um veitingar
Nú oljuboring er í føroyskum
øki,
verður
tyrlupallurin
í Froðba eisini brúktur til
flutning.
- Teir, sum flúgva, siga,
at tað tekur 20 minuttir
at flúgva av oljupallinum,
sum borar á Brugduni og
til Froðbiar, men tað tekur
heilar 40 minuttir av flúgva
av pallinum og í Vágar.
Pauli Einarsson sigur, at
tá ASB, Atlantic Supply Base,
longu er í Runavík, kundi tað
verið nærliggjandi, at tvær
slíkar støðir samstarvaðu
um tær uppgávur, ið er
og liggja fyri framman í
sambandi við boringar á
føroyska landgrunninum og
annars boringar tætt upp at
føroyska markinum.
- Vinna og mentan
geva mær stórt innlit
- Her er nógv spennandi og áhugavert at síggja og hoyra á
mentanarvikuni, og her fært tú bæði eitt persónligt innlit,
eins og tú fært eitt gott og gevandi innlit í vinnuna sum
borgarstjóri, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri
Tvøroyri ikki slept ætlan
unum um útgerðarhavn
- Tað er áhugi fyri oljuútgerðarhavn á Drelnesi, og
tað er áhugi fyri stuttu farleiðini millum oljuøkini og
Froðba, sigur Pauli Einarsson, býráðslimur á Tvøroyri
isoleraðan frá restini av
heiminum.
- Vit mugu síggja í
eyguni, at arbeiðsmark
naðurin
í
framtíðini
verður meiri mobilur
og altjóðagjørdur, og
vit mugu laga okkum til
hesar umstøður, segði
landsstýrismaðurin
m.a. í setanarrøðu síni á
FaroExpo í Runavík týs
morgunin.
- Vit mugu síggja í eyguni, at arbeiðsmarknaðurin í
framtíðini verður meiri mobilur og altjóðagjørdur,
og vit mugu laga okkum til hesar umstøður, segði
Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum,
tá hann setti FaroExpo týsmorgunin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Teir eru á FaroExpo í Runavík, Tummas Sørensen, verkfrøðingur hjá
Tvøroyrar kommunu og Pauli Einarsson, býráðslimur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, tosar her við
umboð fyri Rás2, sum sendi úr Ítróttarhøllini
í Runavík allan fyrrapartin týsdagin
Mynd: Vilmund Jacobsen