mikudagur 24. oktober 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Vit mugu fyrireika okk
um at taka ímóti fram
tíðini
Ein tann størsta av
bjóðingin
hjá
einum
politikara í eini høvuðs
staðarkommunu,
sum
okkara, er at tryggja
trivnaðin og vælferðina
hjá borgarunum. Somu
leiðis er neyðugt, at Tórs
havnar kommuna er eitt
virkið lokomotiv at draga
føroyska
samfelagið
fram á leið.
Býurin og
menningin
Kommunalpolitikarar
mugu fylgja væl við í tí
samfelagsligu menning,
sum hendir í okkara
grannalondum; tí tað eru
hesi, ið vit kappast við
um okkara egna unga
fólk og um framtíðar
lívskor her á klettunum.
Dentur má leggjast á
at skapa og bøta um teir
yvirskipaðu karmarnar
í
kommununi,
øllum
borgarunum at frama.
Havnin skal vera býurin
í
hesi
menning;
við
sjálvsagdari rúmd, til
at menna bygdirnar í
kommununi eisini.
Betri vinnumøgu
leikar í kommununi
Høvuðsstaðarkomm
unan eigur at fjálga um
vinnumøguleikarnar á
øllum plássum í komm
ununi.
Fólkaríkasta
kommunan í landinum
hevur góðar møguleikar
at leggja vælskipaðar
karmar til rættis fyri ver
andi og nýggjum vinnu
greinum.
Tórshavnar
býráð eigur at skipa ein
formligan samstarvs- og
samskiftispall við vinnu
lívið, t.d. kundi Havnar
nevndin verði víðkað til
eisini at fevnt um hesi
málsøki.
Mentanarlívið
skal styrkjast
Høvuðsstaðurin hevur
eina sjálvsagda skyldu at
ganga á odda í stríðnum
at menna og styrkja um
støðurnar hjá føroyskum
mentanarlívi, og at skapa
góðar karmar fyri einum
ríkum og fjølbroyttum
mentanarvirksemi
í
kommununi. Tórshavnar
kommuna má gera sítt
til, at farið verður undir
arbeiðið at gera eitt
nýtt og tíðarhóskandi
mentanar- og tjóðleikhús
í næsta býráðsskeiði. At
menniskjað ikki livir av
breyði eina, eru vælkend
vísdómsorð úr Halgubók,
ið framvegis hava gildi.
Ein tíðarhóskandi
høvuðsstaður er ein
treyt fyri trivnaði
Nógvar kanningar vísa, at
útjaðarabýir við dygdar
góðum
útbúgvingar
møguleikum standa seg
nógv betur í kappingini
frá altjóðagerðini.
Tíðarhóskandi yrkis-
og miðnámsskúlar, og
Fróðskaparsetur
við
viðkomandi
frálæru
og gransking, er vegur
in framá. Tórshavnar
kommuna má í sam
vinnu við landsmyndug
leikarnar leggja doyðin á
at skipa fyri hesum. Ung
dómurin í lestrarørind
um, ein hópur av væl
lærdum serfrøðingum,
og
samstarv
millum
vinnulív og Fróðskapar
setur, eru partar, ið skapa
nýggjar møguleikar, lív
og trivnað í býnum.
Tórshavnar
kommuna er
lokomotivið
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur fyri Tjóðveldi
www.marinkatrina.fo
Bløðandi hjartað
Leivur Thomsen
Føroyar skulu vera vertur
fyri Oyggjaleikunum í 2019,
verður
sagt.
Hetta
hev
ur leingi verið á dagsskrá,
bæði hjá lands,- og býráðs
politikkarum. Higartil hevur
kjakið mest snúð seg um, at
fyri at kunna verða vertur,
skulu vit hava ítróttarhent
leikar so sum golfvøll, lang
hyl og annað.
Sjálvandi er hetta fyri
treytir fyri at hava sjálvar
ítróttargreinarnar
umboð
aðar - men tað er minst líka
umráðandi, at vit sum býur
verða til reiðar at taka ímóti
øllum fólkinum og tí nógva
fokus, sum fylgir við.
Um vit átaka okkum upp
gávuna at skipa fyri oyggja
leikunum, skulu vit, umframt
ítróttina,
eisini
kunna
bjóða gestunum eina góða
heildaruppliving av okkara
býi. Hetta krevur, at vit gera
íløgur í miðbýin, bløðandi
hjartað í Tórshavn, har flestar
ábøtur og endurnýggjanir
í løtuni krevjast. Tað er ein
týdningarmikil íløga í okkara
framtíð.
6 milliónir eru settar av til
at gera eina heildarætlan yvir
miðbýin. Tey 7 árini, sum eru
fram til 2019 kunnu vit røkka
tí mesta, bert viljin er til
staðar. Vit kunnu hóskandi
kalla tað Visión 2019! Lat
okkum saman arbeiða fram
ímóti at gerast, ikki bert tað
førandi
oyggjasamfelagið
á
oyggjaleikunum
2019,
men eisini staðið, har fólk
í hópatali leita til. Tí upp-
livingina, hesi fólkini fáa í
Føroyum, fara tey at bera
víðari til onnur í sínum heim
landi - og tað fer so aftur at
hava ávirkan á ferðavinnuna
hjá okkum.
X-býarkjarni
X-visión
X-Leivur Thomsen
ein kreTivur poliTikkari,
Tjóðveldi
les meira um tað sama her:
http://www.politikkur.fo/
vis-leivur+thomsen-greinar
<http://www.politikkur.
fo/vis-leivur+thomsen-
greinar>
Ung í Kollafirði skulu hava
nógv fleiri møguleikar
í nærumhvørvinum
Ungdómurin
í
Kollafirði
er, eftir mínari meting, fyri
vanbýti í mun til annan ung
dóm í Tórshavnar Komm
unu. Ungdómurin skal jú
trívast og hava møguleika
fyri at menna seg í nærum
hvørvinum saman við øðrum
javnaldrum. Í spurnakanning,
sum Tórshavnar Býráð hev
ur staðið fyri, svarar ung
dómur, hvat hann ynskir
sær allarmest í kommununi.
Greiði vinnarin er eitt stað,
har ung kunnu vera saman
um ymiskt. Tað verið seg
tónleikur, sjónleikur, venja
og framføra tónleik, teldur,
dansur, prát, spøl, hugni
o.m.a
Hetta hevur Tórshavnar
Kommuna gjørt nakað við
aðrastaðnis í kommununi.
Nevnast
kann
Margarin
fabrikkin í miðbýnum, Klub
188 í Hoyvík og ungdóms
cafein á Norðasta Horni.
Í Kollafirði er einki stað,
ið er ætlað ungdómi. Kolla
fjørður er somikið avsíðis
í mun til restina av komm
ununi og ungdómurin hevur
tí ongan møguleika at troyta
teir møguleikar, ið liggja í
Havn. Hóast foreldur og ung
í Kollafirði hava gjørt komm
ununa varuga við trupul
leikan, so sær út til at vera
sera trupult at finna eina
loysn.
Tórshavnar
Kommuna
setti í 2010 pening av til at
inrætta part av loftinum í
ítróttarhøllini í Kollafirði til
endamálið. Síðani er einki
ítøkiligt gjørt við at fyrireika
ungdómsstað.
Á fíggjarætlanini hjá Tórs
havnar Býráð verður nú mælt
til at játta 1 mió. kr. til rakstur
av fleiri ungdómstilboðum á
Argjum, Velbastað, Kirkjubø,
Kollafirði og í Kaldbak. Í
mínum høvdi er 1 mio. ov lítið
til at menna tilboð á fimm
ymiskum støðum. Tað fer
stutt sagt ikki at røkka.
Niðurstøða
Kollafjørður er somikið av
síðis í mun til restina av
kommununi. Tí skal ung
dómurin hava góðar og
rúmligar karmar, soleiðis at
tey hava somu møguleikar
sum ungdómur aðrastaðni í
kommununi. Játtanin til ung
dómstilboð í útjaðaranum
skal vera munandi hægri.
Mín vón og ynski er, at
kollfirðingar standa saman
og velja meg í býráðið tí mítt
hjartamál verður fyrst og
fremst at seta Kollafjørð á
breddan.
Ólavur Olsen
valevni á lista F til býráðið
í Tórshavnar Kommunu
Í spurnakanning, sum Tórshavnar Býráð
hevur staðið fyri, svarar ungdómur, hvat
hann ynskir sær allarmest í kommununi.
Greiði vinnarin er eitt stað, har ung kunnu
vera saman um ymiskt. Tað verið seg tón
leikur, sjónleikur, venja og framføra tónleik,
teldur, dansur, prát, spøl, hugni o.m.a