Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Tað hevur ligið eitt russ­ iskt farmaskip á Tvøroyri í nakrar dagar og fermt makrel til Nigeria. Nú eitt kvøldið koma nakrir av manningini inn á Pubbina hjá Thomsen. Teir søgdu sum var, at teir høvdu ongar pengar, hetta er siglandi fólkið sum neokapitalisman nýtir og letur lítið og onki í løn og noyðast hesir útlendingar av neyð at taka hesar tjans­ ir. Áðrenn skipið fermdi makrelin hevði tað siglt við bananum. Við sær inn á Pubbina høvdu russarnir ein beriposa við grønum bananum og spurdi um teir ikki kundu fáa ein lesk fyri hesar bananir. Tvøráfók eru blíð fólk og vóru tey sjálvandi lagalig móti hesum fittu, fátæku og øltystu russum. Vit kunnu kanska smíl­ast eitt sindur av hesum tilburði, men vit gera okkum ikki greitt hvussu illa stødd nogv fólk eru í kjalar­vørr­inum av bú­ skaparskrædlinum. Tað koma alt ov lítlar inntøkur inn í før­oyska samfelagið. Øll vit sum við gyltum val­lyftum royna at sleppa inn í Býráðið mugu gera okkum klárt at vit mugu verða við til at menna vinnulivið á før­oyskum hondum og geva tí optimalar karmar at virka undir skulu vit framhaldandi hava eitt høgt livistøði. Tað verða ikki smartir parta­bræva­ seljarar og strá­menn men hart arbeiðandi fólk og okkara føroyska til­feingi, Fólksins Ogn, sum fara at lívbjarga før­ oyska samfelagnum. Eg vænti ikki at vit fara at gjalda við grøn­ um bananum i SMS – enn kortini ! Tjóðveldið vil skapa fleiri føroyskar inn­ tøkur. Grønar bananir, russarar og vallyftir í Havn Johan Mortensen Valevni hja Tjóðveldi Flest fólk seta meg í samband við mentan, og einki løgið er í tí. Eg havi alt mítt lív fing­ist við mentan, eg eri tón­leika­ útbúgvin og starvist innan mentanarøkið. Tó so, mentan er so nógv ymiskt - er alt grundarlagið und­ir samfelagnum, og tí er ment­an eisini eitt sera breitt hug­tak og fevnir um nógv fleiri samfelagsviðurskifti, enn vit van­liga geva okkum far um. Tað er eisini soleiðis, at mið­skeiðis í lívinum hevur tú ognað tær ein breiðan hóp av førleikum innan so ymisk øki, og allir førleikar eru eins virðismiklir at hava í skjáttuni. Ein stórur partur av mær er tí eisini at arbeiða fyri at: • virka fyri bestu umstøðum hjá vinnuni. Tey sum skipa vinnu, bróta mangan upp úr nýggjum og gera, at høvuðsstaðurin er virk­ in og hevur tænastur at bjóða. Matstovur, handl­ ar og veitingarstøð eru ­viðvirkandi til ein virk­ nan bý, har fólk búgva, arbeiða og eru í frí­tíðini. Sjálv­andi skulu virkis­fýs­ nir borgarar, sum skapa okk­ara vinnulív, altíð kenna kommununa sum ein viðspælara, tá talan er um at skapa karm­ar fyri vinnulívið. • styrkja umstøður til bí­ ligar bústaðir, hósk­andi arbeiðstilboð, tíðar­hósk­ andi ansingartilboð og góð­ar umstøður til eldri. • virka fyri at menna mið­ býin eins og at menna bygd­irnar í kommununi. Arbeiða miðvíst við heild­ ar­ætlanum fyri miðbý - og bygdirnar, har atlit eisini verður tikið at ferðsluni. • geva rúm fyri ný­hugs­að­ um átøkum innan øll øki. Verða opin fyri og duga at lofta tí, sum stingur seg upp her á landi, og tí sum kemur uttaneftir og tillaga hetta til føroysk viðurskifti. • tryggja rættindi hjá øllum borgarum. Skipa ein rúm­ ligan høvuðsstað og vísa á, at margfeldi er ein styrki. Havnin má rúma okk­um øllum, soleiðis at tað kennist at pláss er fyri ymiskleikanum og fyri at vera saman hóast ymisk. Hetta eru grund­ leggjandi virðir, sum okk­ara høvuðsstaður má byggja á. Hetta fer at gera okkara lítla høvuðsstað áhugaverdan hjá okkum, sum her búgva og áhuga­ verdan hjá okkara ungu, sum eru uttanlands í lestrarørindum, eins og hjá ferðafólki at koma til. • virka fyri góðum sam­ skifti við borgaran, tryggja opinleika og gjøg­ num­skygni og umsita álit borgarans við skynsemi • arbeiða miðvíst fyri góð­ um og vælskipaðum loys­ n­um – loysnum ið halda ! Á býráðskafé í Kaldbak Valevni Tjóðveldis til bý­ ráðsvaldið eru farin á rund­ ferð til størru bygdirnar í Tórshavnar kommunu. Fyrsti fundurin var í Kaldbak, har ferðslutrygdin á vegnum millum húsini og býlingarnar var heitasta evnið. Vegurin er gamal og smal­ ur og trygdin hjá ferð­andi ivasom. Teir ymsu veg­irnir trongja til at verða endur- nýggjaðir og breiðkaðir og ferðslan skipað á tryggari hátt. Betri møguleikar at seta bilar frá sær eiga eisini at verða útvegaðir. Listi E hevur eitt serligt brot í síni valskrá um bygd­ irn­ar. Har verður sagt, at politikkurin er, at fólkið í bygdunum hevur somu kor og somu tænastur, sum fólk­ ið í tættbýlunum. Tí er um­ ráðandi at reka ein virknan politikk í bygdunum og virða teirra sereyðkenni. Umráðandi er at hava gott samband við fólkið í bygd­ unum, og vit virka fyri, at alt, sum hevur við bygdirnar at gera, fer um eina og somu skrivstovu, sum sær til, at málini verða viðgjørd og avgreidd á røttum stað í rímiligari tíð. Henda stevna skal fatast sum ein útbygging av teirri skipan, sum vit í dag hava við staðbundnum nevndum við umboðum fyri bygdarfólkið og býráðið, ið hittast av og á at viðgera og ummæla mál, sum eru bygdunum við-kom­ andi. Fleiri nýggjheitir eru á veg í Kaldbak. Býráðið hevur í hesum døgum til viðgerðar eitt uppskot um at seta á stovn ein ungdómsklubba í Kaldbak eftir sama leisti sum eitt nú á Norðasta horni, ið hevur eydnast væl. Fimleikahøll í Kaldbak er á breddanum. Býráðið hev­ur játtað pening til at fyrireika virksemishús og/ ella fimleikarhøll í bygdum kommununnar. Kaldbak liggur fyrst fyri at fáa greiðu á og koma víðari við, tí ongin fim­leikarhøll varð gjørd, tá skúlin varð víðkaður fyrst í øldini. Eini slíkari hevur bygdin brúk fyri, og helst hevur hon brúk fyri einum bygningi, sum er meir enn tað. Tað er tað konseptið, sum um­ sitingin hevur fingið boð um at arbeiða við, so vit fáa ta bestu loysnina. Onnur ætlan er at gera eina farstøð til Bussleiðina og víðka kirkjugarðin. Byggi­ samtyktin fyri Kaldbak varð broytt herfyri, so nøkur grundstykkir kunnu leggjast aftrat býlingunum við Á og á Gørðum. Tað fegnast kaldbaksfólk um. Kaldbaksfólk fýltust á, at smátingini og ruddingin í bygdini ikki verða røkt so væl, sum ynskiligt er, og kunna hugsa sær, at buss­ arnar koyra eitt sindur í viku­skiftinum eisini. Andrea Heindriksdóttir Jógvan Arge Tórshavn valevni á Lista E Mentan er so nógv ymiskt – er alt grundar­ lagið undir sam­felag­ num, og tí er ment­an eisini eitt sera breitt hugtak og fevnir um nógv fleiri sam-felags­ viður­skifti, enn vit van­ liga geva okkum far um Mentan – men eisini so mangt annað!