Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bussleiðin í Tórshavnar kommunu kann av sonnum lýsast sum ein sólskinssøga. Hetta er ein tænasta, sum borgarar í kommununi eru glaðir fyri. At tað so eisini er ókeypis at ferðast við hesum bussum, ger søguna ikki verri. Ferðaætlanin fyri buss­ leið­ina er í flest førum góð – tí í flestu støðum koyra buss­arnir tríggjar ferðir um tíman. Hetta má sigast at vera sera góð tænasta. Men hyggja við eftir leið 4, sum er leiðin til Kollafjarðar, so sær heilt øðrvísi út. Her er als ikki talan um eina ferðaætlan, ið er nøktandi fyrí teir um­ leið 1000 íbúgvarnar í Tórs­ havnar kommunu, sum eru í teirri serligu støðu at búgva í útjaðaranum av komm­ununi. Bussleiðin koyrir bara heilt fáar túrar hvønn gerandisdag og als ikki leygardag og sunnudag. Tað er sjálvandi gott, at fólk í Kolla­firði sleppa til Havnar í sambandi við skúla og arbeiði um morgunin og til hús aftur eftir loknan skúla- og arbeiðsdag, men tað er als ikki nøktandi fyri øll onnur, sum eisini hava ørindi í Havn mitt um dagin, at møguleikin fyri at kunna fara til Havnar og koma aftur til Kollafjarðar við býbussinum er so vána­ ligur, sum hann er nú. Støð­ an er í veruleikanum tann, at kollfirðingar ikki hava sama møguleikan at ferðast við bussleiðini sum aðrir borg­ arar í kommununi. Hetta rakar t.d. bæði skúlan og stovn­ar í bygdini, sum ofta mugu leiga buss til Havnar, tá ið tiltøk av ymsum sløgum eru í Havn. Umframt at bussleiðin verð­ur brúkt sum ferða­sam­ band millum Kollafjørð og Havnina, so kundi hon eisini verið nógv brúkt í Kollafirði, tí øllum kunnugt, so er langt at ferðast í sjálvari bygdini. Sum nú er, ber næstan ikki til at brúka bussleiðina til at ferðast við í i bygdini, tí at bussurin koyrir alt ov sjáldan. Tað er tí neyðugt hjá kollfirðingum at brúka bilin, um teir skulu onkur ørindi aðrastaðni í bygdini, og foreldur brúka nógva tíð uppá at koyra børnini til t.d. ítrótt og heinta tey. Hetta sleppa fólk í sjálvum høvuðs­staðnum undan, tí at tey hava møguleika at brúka bussarnar fleiri ferðir um tíman. Eftir mínari meining er tað ikki í lagi, at fólk í Kollafirði eru fyri so stórum vanbýti í mun til aðrar borgarar í kommununi hvat bussleiðini viðvíkur. Tað er ikki neyðugt, at bussleiðin koyrir tríggjar ferðir um tíman, men hon má koyra so mikið ofta, at til ber hjá fólkinum í bygdini at brúka hana bæði í samband við høvuðsstaðarvitjan og ferðing í bygdini, uttan at allur dagurin fer til at bíða eftir næsta bussi. Verði eg valdur í býráðið, fari eg m.a. at arbeiða fyri eini betri bussleið. Um tit kollfirðingar vilja hava eina sterka rødd, sum veruliga umboðar bygdina, í býráðið, so vel Jákup Dam á lista E. kommunuval 2012 Hans Mortensen, sum fyrr hevur prógv­að, at hann er undan­gongu­ maður, hevur tikið stig til eitt flott rit, har arki­tektarnir Gunnari Hoydal, Mette Skjold og Osbjørn Jacobsen lýsa, hvussu Havnin kann gerast eitt betri stað fyri borgararnar í býnum. Tey hava í felag fram­ lagt eitt rit, sum vísir ítøkilig uppskot til broyt­ ingar, ið høvdu framt trivnaðin í býnum. Eitt av hesum stigum snýr seg um at opna Havnará fram­við Áarvegnum og samstundis taka múrin hjá Ríkisumboðnum nið­ ur, soleiðis at urta­garð­ urin hjá Ríkinum gerst ein partur av dagligu myndini hjá teimum, ið koma framvið. At opna Havnará kostar pengar og kann gerast, tá ráðini eru til tað, men at lækka múrin kostar lítið og einki og kann gerast bein­an­ vegin. Effektin hevði verð­ið øgilig, alt hevði verði opnari og ljós­ari og litfagrari á Áar­veg­ num, sum í dag liggur kroyst­ur millum Hafnia og múrin. Kommunan kundi afturfyri boðið sær til at hildið garðin í góðum standi og gjørt tað enn vakrari fyri eygað, eisini hjá teimum, sum arbeiða hjá Ríkinum. Múrurin stendur í dag sum eitt symbol uppá tíðina, tá munur var á fólki. Havnarfólkið, sum vaskaði í ánni uttanfyri og tuskaðu aftur og fram í húðaskóm, máttu ikki koma ov tætt uppá kongsins umboðsmann, og tí var múrur ímillum. Fjaðurhattur og sábil undirstrikaði til serligar hátíðarløtur, at her gjørdi øðrvísi tign seg galdandi. Tann tíðin er farin, men virðingin fyri umboðsmanninum er ikki minni í dag, tá vit síggja hann lættliga spela runt í havnargøtum saman við øðrum mara­ thon­rennarum í topp­ formi. Sum eg síggi tað, so hevur danska ríkisum- boðið dugað ómetaliga væl at niðurlaða og inte­grera og sínar funk­ tiónir inn í okkara sam­ felag í samsvari við yvir­ tøkurnar, og tað hevur l ríkisumboðið uppiborið rós fyri. Ríkisumboðið hevur longu fleiri ferðir opnað garðin fyri borgarunum, seinast tá mentanarnátt var í býnum. So tað gong­ ur tann rætta vegin. Tað hevði verði ein vælkomin gestus og prikkurin yvir i ́ ið og eitt fantastisk symbolsk mynd av einari broyting, sum er farin fram, at Ríkið lat múrin falla! Lat múrin falla! Vit eiga øll Landssjúkrahúsið Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Tey flestu munnu vera samd um, at Føroyar í allar mát­ar eru eitt framkomið land, javnbjóðis øðrum væl­ ferðartjóðum. Fá lond sum vit hava eitt so væl út­bygt undirstøðukervi og sam­ ferðslu­net. Tunlar, vegir, brýr, havnir og skip og tyrlur tryggja okkum lætta og skjóta atgongd til hvønnannan og ikki minst til høvuðsstaðin, sum er veitari av so mongum ymiskum tænastum til alt Føroya fólk. Vit í høvuðsstaðnum eru eisini errin av hesi gongd og vilja – enn sum áður – gera alt fyri at skapa neyðugu karm­ arnar, ið kunnu tryggja øll­ um føroyingum tær mongu tænastur, sum eitt land eigur at veita sínum borgarum. Men til tað krevst, at vit sum fólk og tjóð eisini duga at síggja, at um vit ikki megna at savna okkara dýru íløgur í lívsneyðugar og týðandi samfelagsfunktiónir, men held­ur spjaða tær til runt landið, so verður tað ongantíð betri eitt hálvgjørt. Um somu tíð sum vit stað­ festa, at Landssjúkra­húsið er sjúkrahúsið hjá okkum øll­um, mugu vit eisini halda tað við líka og hjúkla um tað. At vit eru eitt framkomið væl­ferðarsamfelag, sæst jú millum annað av, at vit hava eitt Landssjúkrahús, ið er ført fyri at veita tær so týðandi tænastur, ið vit øll hava brúk fyri onkuntíð í lívinum. Húsast við pengunum Eg fari ikki her at siga, hvat Føroyar skulu við sjúkra­hús­ unum í Klaksvík og Suður­ oynni, men eg vil bara siga, at tað hevur alstóran týdning, at teir skattapengar, sum verða brúktir til at halda við líka og menna okkara sjúkra­hús ikki má býtast so nógv sundur millum trý sjúkra­hús, at tað tekur grundar­lagið undan einum væl­virkandi føroyskum megin­sjúkrahúsi. Tað vil altíð vera so, at vit fáa ikki viðgjørt allar sjúkur í Føroyum. Neyðugt verður tí framhaldandi at senda sjúklingar av landinum til viðgerð. Men vit eiga og mugu húsast sum best við teim­um pengum, vit hava eftir til viðgerð her heima. Og tað gera vit ikki við at brúka skattapengarnar til at halda lív í og útbyggja trý sjúkrahús. Tað er hetta landið alt ov lítið til. Landssjúkrahúsið má rað­festast enn hægri í fram­ tíð­ini, um vit skulu megna uppgávuna. Her hugsi eg bæði um, tá okkara børn skulu koma heimaftur eftir lokna útbúgving í útlandinum, og tá ein oljuvinna fyrr ella seinni tekur seg upp her á landi. Hetta fer alt at seta uppaftur størri krøv til okk­ ara meginsjúkrahús, Lands­ sjúkrahúsið, og tí má og skal tað raðfestast væl og virði­ liga. Ikki hálvar loysnir Her ber ikki til at tosa um bara hálvar loysnir á Lands­ sjúkrahúsinum, tí peng­ar­ nir eisini skulu røkka til at viðlíkahalda og byggja smærru sjúkrahúsini út. Vit mugu gera okkum greitt, at vilja vit vera eitt væl­ferðar­ samfelag, sam­stundis sum vit lata dyrnar upp fyri nýggjum vinnum og fáa okkara egnu heimaftur at arbeiða, so er eitt vælútbygt og væl­virk­ andi Landssjúkrahús ein av fortreytunum. Landssjúkrahús má kunna veita tær optimalu og bestu tænasturnar, og tí er alneyðugt, at ment verður eitt arbeiðsumhvørvi, sum ger, at sjúklingarnir og starvs­fólkini, sum skulu vera um teir, trívast og hava bestu karmar at virka undir. Sum væl­ferðar­sam­felag kunnu vit ikki gera annað! Vit hava í áravís sæð, at okkara fólkavaldu lands­ politik­arar ikki hava torað ella dugað at tikið tær neyð­ugu avgerðirnar, tí alla somlu tíðina skulu takast øll møgulig smá fyrilit. Hetta ber ikki til, um vit skulu hava eitt meginsjúkrahús í Føroyum, sum virkar nøktandi – til gagns fyri allar borgarar í hes­um landi. Álit og vilji krevst, fyri at vit fáa ment okkara sjúkrahús, og her vil eg, um møguleikin býðst, standa aftan fyri tykkum, sum har eru. Eina betri bussleið – takk ! Jákup Dam Finnbogi Arge