mikudagur 24. oktober 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
1.partur
Alfred er ein søgufróður maður og
dugir væl at greiða frá. Hann hevur
eisini roynt eitt sindur av hvørjum.
Alfred hevur búð heima hjá sær
sjálvum í Elduvík til fyrst í ár. Nú er
hann komin á ellis- og røktarheimið
í Runavík, har hann trívist væl.
Alfred: Katolikkar í Elduvík
Fyrstu ferð Elduvík er nevnd er
í Hundabrævinum frá um 1350.
Annars sigst, at katolikkar hava
verið virknir í Elduvík og eru fleiri
minni um hetta í bygdini. Elias
Karl í Oyndarfirði fortaldi mær, at
ein katolikkaprestur búði i Eldu
vík. Hann segði eisini, at ein búði í
Oyndarfirði. Mus æt hann. Músa
steinur er eitt minni um hann.
Har, sum kirkjan í Elduvík stend
ur nú, var ein grótgrund oman
fyri. Hetta var hildið at hava verið
bønhús hjá katolikkum. Onnur
minni um hesa tíðina er Kristini
steinur, og fram við ánni er Knæ
fallasandur. Navnið sigur, at hetta
hevur verið ein biðistaður.
Kyrjasteinur stendur heim ímóti
Oyndarfirði omanfyri bøin, hetta
navnið vísir eisini til kirkju, sum
hevur verið.
Kirkja kom í Elduvík í 1951. Áðr
enn tað var kirkjugongd í skúlanum,
sum hevði torn tá og klokku eisini.
Prestur kom so viðhvørt. Kirkju
garðurin kom í 1924. Abbi mín,
Antines, var tann fyrsti, sum varð
grivin í kirkjugarðinum. Áðrenn tað
vóru líkini grivin í Oyndarfirði. Tey
vórðu vanliga borin gjøgnum líðina,
um tað ikki var farandi við báti.
Hetta var ein strævin gongd.
Betri samband við
Elduvík fyrr enn nú
Tað mundu búgva eini 100 fólk
her, tá ið eg var smádrongur. Her
er sanniliga nógv broytt. Síðst eg
frætti vóru seks fólk í bygdini.
Til fyri kortum vóru vónir fyri, at
Elduvík fór at yvirliva við barna
familjum, sum vóru. Men tær eru
fluttar av bygdini aftur.
Tá mundu vera eini 20 børn í skúl
anum. Lærari var Johanna Joensen,
hon var úr Garðshorni í Oyndar
firði. Seinni vóru fleiri lærarar,
tað var ofta skift. Ein var Sjúrður
Joensen frá Gjógv, beiggi Sigurð,
kenda sakføraran. Hjá okkum var
ferðalærari, sum var tvær vikur í
Elduvík og eina viku í Funningsfirði.
Tað var ikki so langt at ganga, men
lærarinnan gisti í Funningsfirði ta
vikuna, hon var lærari har. Tað var
eingin vegur millum bygdirnar tá.
Vit plagdu at føra lærarinnuna við
báti inn í Funningsfjørð.
Sambandið til Elduvíkar kundi
tá vera Smiril ella Pride, sum komu
higar mikudag, týsdag og fríggja
dag. Tað var í veruleikanum betri
samband tá enn í dag, nú einki
regluligt samband er til Elduvíkar.
Misti pápan 2 ára gamal
Eg eri føddur 10. oktober 1916. Longu
tvey ára gamal misti eg pápan. Í
1919 hendi ein stór vanlukka fyri
bygdina. Teir vóru farnir til út
róðrar 8. februar, og tað var gott
veður. Báturin var upprunaliga
nevndur Flid, men bleiv kallaður
Ognarbáturin, tí frá byrjan av vóru
átta eigarar.
Eg havi fyri kortum hoyrt, at
teir sóu eitt ljós yvir neystini, áðr
enn teir fóru, og kann hetta hava
verið eitt varsil. Tá teir komu aftur
av útróðri og komu inn um Funn
ingsmúlan, kom ein trolari framvið
teir. Teir veittraðu eftir honum
at fáa sleip, og tann beinan vildi
trolarin geva teimum.
Eg havi hoyrt, at skiparin bað
menninar koma uppá dekkið, með
an báturin varð sleipaður. Men tað
vildu teir ikki.
Jógvan, eldri fosturbeiggi mín,
sat uppi á loftinum og sá tilburðin.
Hann hevur greitt soleiðis frá:
“Hetta var eitt leygarkvøld, eg sá
tá trolaran kom undan við bátinum
uppá sleip, og eg skundaði mær at
siga mostir, mammu Alfred, frá.
Tá vit komu aftur til vindeygað, lá
trolarin bara og mól runt. Vit vistu
einki, men ein kona á Dunganum
kom inn og bað mostur koma, tí
onkur hevði fingið skaða. Hon
skuldi taka okkum báðar við. Tá
vit komu inn, og hon spurdi, hvør
var sjúkur, fingu vit at vita, hvussu
vorðið var.”
Har fóru seks mans í góðum
árum, og tað merktist í vanlukku
mát í eini so lítlari bygd.
Dimmalætting skrivaði 12.2 1919
um henda tilburðin:
“Ognarbáturin hevði verið á
Norðhavinum og var á veg inn
aftur. Tað var nógvur vindur av
útsynningi suðri, so teir royndu
at koma sær inn. Tá teir komu út
fyri Gjáar bygd, møttu teir tveim
um bretskum trolarum, ið vóru
á veg inn til Fuglafjarðar. Báts
menninir bóðu um hjálp og trol
arin Mollyhawk fór til teir og blak
aðu teimum ein trossa, sum teir
smoygdu um framstavnin og inn
undir fremsta toftubekk, og ein
maður helt um endan. Tveir mans
har frammi syrgdu fyri at halda
bátin passaliga langt frá trolaran
um. Men tá trolarin við bátinum
uppá sleip var komin inn á Funn
ingsfjørð, gleið trossin av fram
stavninum, so báturin legðist tvørs
av aldunum, fyltist við sjógv og
koppaði.”
Tveir menn bjargaðust. Teir vóru
24 ára gamli Sivert Frederik Høgne
sen, Sjúrður á Mýrini kallaður, og
pápabeiggi, Jóhan Haraldsen, á
Dunganum, sum var 37 ár.
Hinir seks, sum druknaðu, vóru:
Brøðurnir Hans Hendrik, 32 ár,
og Jóan Henrik Høgnesen, 28 ár, á
Mýruni, annar teirra var trúlovað
ur.
Brøðurnir Johannes, 34 ár, og
Marius Garðshorn, 29 ár, á Brúgv.
Poul Johannes Poulsen 55 ár,
giftur við Siggu úr Fuglafirði og
Sofus Haraldsen, 35 ár, pápi
mín.
Tann 6. november 1994 var ein
minnispláta fyri hesar menn av
dúkað í kirkjuni í Elduvík.
Á skránni fyri hetta minningar
hald var hetta versið prentað:
Róðu teir sólarkós
Undir vakandi himli
Sangur og áralag
Enn tey í lotinum reka
Lýsir nú eftir í slóð
Har garpar í kærleiksyrki
Løgdu forløg og lív í Harrans hond.
Søgan hjá Jógvani
Eg var einsamalt barn, og eg var
Vit hava hitt Alfred Haraldsen úr Elduvík. Hann er 96 ára gamal og hevur búð í Elduvík mest sum
alt lívið. Í hesi og komandi tvær Miðvikurnar kemur Alfred at greiða frá Elduvík og sínum lívi
Alfred Haraldsen: Misti pápan
í bátavanlukkuni í Elduvík í 1919
Alfred Haraldsen hevur upplivað flestu broytingar í samfelagnum
Dungahúsini, haðani pápi Alfred var ættaður