mikudagur 24. oktober 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hálvt triðja ár tá. Eg minnist tískil
ikki pápa mín ella vanlukkuna.
Jógvan, fosturbeiggin, var komin
til Elduvíkar úr Haldórsvík tvey ára
gamal, tí mamma hansara, Maria,
sum var mostur mín, livdi ikki væl.
Jógvan var føddur í 1910 og var seks
ár eldri enn eg.
Jógvan mintist heimanífrá, at
hann og 3 ára gamli beiggin sótu á
gólvinum og spældu, tá ið beiggin,
Jóan Petur, fekk krampa. Hann var
borin út á trappuna, men kláraði tað
ikki. Mamman var komin at eiga, og
hon átti eina dóttur, ið varð kallað
Johanna Petrina eftir beiggjanum,
men hon doyði ein mánað gomul.
Seinni fekk mostir eina dóttur
afturat, sum eisini doyði.
Hesar
umstøður
gjørdu,
at
Jógvan fór til mammu, sum einki
barn átti tá. Jógvan átti tvey onnur
systkin, sum komu til.
Eg og Jógvan vuksu upp sum
brøður. Hann lærdi til maskin
meistara í Havn. So fór hann niður
á motorfabrikkina Tuxham. Har
var hann nøkur ár. Hann bleiv for
lovaður niðri, gentan æt Gerda. Tey
fingu tvær gentur og ein drong. Eg
var niðri á bóndagarði tá, og eg var
gubbi teirri eldru gentuni.
Jógvan var mest sum forlovaður
við dóttur lærarinnuna Elspu, tá ið
hann fór niður. Tá ið kona Jógvan
doyði, flutti hann upp aftur til
Føroya. Tá hevði Elspa eisini mist
mannin. Tey funnu so saman aftur
og búði fleiri ár í Elduvík. Jógvan
kom eisini her á ellisheimið, og
hann gjørdist 100 ár. Tey eru so
bæði deyð nú.
Lítil hjálp til einkjur
Mamma mín, Andrea 1886-1934,
var av Breyt í Oyndarfirði. Omma
var úr Leirvík, kallað Lorvíks Elsa.
Hetta var slektin hjá Jákup Fr.
Øregaard, kenda politikaran.
Tá var ikki stórvegis trygging
ella hjálp til einkjur. Tí mátti ar
beiðast lønarbeiði fyri at fáa
húsið undan. Hetta var fyrst og
fremst at vaska fisk um summar
ið. Tað var fiskaarbeiði i Elduvík,
men mamma arbeiddi eisini nógv
fisk í Oyndarfirði hjá handlinum
í Víkunum. Eg var ofta við henni
og kom tí at kenna allar oyndfirð
ingar.
Tað var bara ein háttur at koma
hagar, og tað var til gongu. Tað var
ein tími at ganga hvønn vegin.
Hetta kundi vera vandamikið,
og tað eru hendar vanlukkur. Ein
var, tá ið tveir funningsmenn komu
úr Funningi. Tá gekk gøtan niðri á
bakkanum. Teir vóru í gummiskóm.
Annar læt seg úr gummiskónum
og bað hin steðga. Hin fór eisini
úr gummiskónum, gleið útav og
doyði.
Ein onnur hending var, tá ið
Jacob Olvhøj bar systrina til dópin
í Oyndarfirði. Tá ið hann kom heim
um líðina, var gler, og hann fór á glið
við barninum. Hann steðgaði aftur á
einum ryggi. Gentan var Jana, sum
giftist við Hans Jacob Abrahamsen
í Oyndarfirði. Tey kalla staðið Janu
rygg til henda dag.
Handlar
Tá vóru heilir tríggir handlar í
Elduvík. Ein teirra hevði abbi mín,
Antines Haraldsen, sum eisini var
óðalsmaður. Omma doyði á barsils-
song. Seinna kona hansara, var
Suffía, f. Lamhauge, var ættað úr
Lamba.
Abbi keypti fisk frá útróðrar
bátunum, flakti, saltaði, vaskaði og
turkaði hann. Hann hevði eisini
pakkhús og fiskastykki norðanfyri
pakkhúsið. Fiskarúgvan man hava
roynt nakað væl, tí Tjaldrið kom
javnan norður til Elduvíkar eftir
fiski.
Elduvík var eitt rættiliga inni
byrgt samfelag, men hevði kortini
samband við umheimin og stóru
verð. Tá var eingin fiskasøla, so abbi
mátti, sum mangir aðrir, finna sín
egnað marknað og fiskakeyparar.
Ein sonur abba og Suffíu var Ják
up Haraldsen, sum gjørdist kendur
keypmaður og reiðari í Fuglafirði.
Hann var tískil pápabeiggi mín.
Jákup setti sær fyri bert 22 ára
gamal at seta nýtt handilsvirki á
stovn í Fuglafirði. Tað sigst, at tá
ið abbi førdi Jákup til Fuglafjarðar
við áttamannafari, og fuglfirðingar
komu oman á støð at taka ímóti
hesum fremmanda báti, skuldi
abbi siga við fuglfirðingarnar,
sum stóðu á landi: “Her havi eg ein
ungan mann við mær. Hann er so
nasadjarvur at fara at handla her í
Fuglafirði. Ikki eigur hann eitt oyra
í lummanum, men eg biði tykkum
taka væl ímóti honum.” Væl kom í
hvussu er burtur úr.
Eg kom seinni at sigla við skipum
hjá Jákupi.
Klæmint Clementsen handlaði
eisini. Elias Joensen hevði eisini
ein lítlan handil. Seinni fór Fríðrik
Bláhamar at handla. Hann leigaði
húsini hjá Johan, pápabeiggja, til
handil. Fríðrik giftist til Vestmanna,
har hann gjørdist ein kendur
skipari. Eisini gjørdist hann løg
tingsmaður, og tað var hann, sum á
fyrsta sinni kom við uppskoti um at
gera 1. november til minningardag
teirra sjólátnu.
Handlarnir góvu nokk so fitt av
arbeiði í bygdini. Tað vóru tríggir
bátar, sum róðu út, og hetta kundi
geva væl av fiski.
Eg bleiv konfirmeraður í Funn
ingi. Vit vóru 60 konfirmantar.
Prestur var vist Fibiger Jensen. Tá
vit gingu til, búði eg hjá Jóannes í
Katrinarstovu. Lættasti máti tá at
fara til Funnings var við báti.
Torv
Vit skóru torv langt úti á Dalinum
omanfyri Funningsfjørð, kallaður
Túgvustíggjur Tað var meira enn
ein tími at ganga hvønn vegin.
Torvheiðarnir vóru heldur vátir,
og tí plagdu tey at bera torvið oman
á eina hellu, har tað tornaði skjót
ari.
Fyrsta, meg minnist, bóru tey
torvið har oman á eini vanligari
fiskabøru. Men sjálvur gjørdi eg
mær ein kassa við tveimum ørmum,
sum eg festi á eitt breitt jarnhjól, so
tað ikki skuldi smokka. So koyrdi eg
torvið oman á helluna á tann hátt.
Tað bar væl til. Tá ið burtur varð
borið ráddi um at fáa tað breitt á
góðan vøll.
Vit skóru á tveimum stykkjum
øll árini. Avgrevsturin niður á tann
svarta mógvin, sum gav tað góða
torvið, mundi vera einir 12 tummar.
Vanligt var at seta á at skera við
síðuna av tí eyganum, sum skorið
varð árið fyri. Tann, ið onga jørð
átti, slapp eisini at skera torv, og eg
veit einki um, at nøkur torvleiga var
latin.
Tað kundi vera nokk so ótespuligt
at vera í torvi. Eina ferð minnist eg,
at tað var illveður, vindur og regn.
Tað var ikki hugsandi at fara heim
aftur uttan torvsekk á bakinum.
Hesa ferðina setti eg sonin, Amaliel,
uppá sekkin, tí hann orkaði ikki at
ganga. Hetta gekk eisini.
Tað var ymisk pátrúgv. Eina
ferð hevði Dánjal Jákup Garðshorn
funnið eitt lógvareiður. Tað varð
sagt, at tann sum fann eitt lógva
reiður, gekk ikki av árinum. Tað
gjørdi hann heldur ikki. Men tað
man hava verið tilvild.
Mamma var jú einsamøll. Men
fólk vóru hjálpsom, og ymsir menn
hjálptu mammu við torvinum.
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi
partur:
Í komandi parti verður
m.a. greitt frá túrinum við
Arizonu í 1932, tá ið teir
forlistu
Elduvík um ta tíðina, Alfred var lítil
Abbi Alfred, Antines, saman við seinnu konuni, Suffíu
Fiskaarbeiði í Elduvík