Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Síðan seinast eru vit 900, sum arbeiða í Hoy­ dølum, sloppin undan at verða jagstrað av par­ keringsvørðum. Tað er ein bati. Takk fyri, um tað varar við. Orðadrátturin, sum stóðst av seinasta les­ara­ brævi, bendir á, at par­ keringin (uml. 60 pláss) her á landsins størsta arbeiðsplássi er ein al­ mennur vavgreytur. Borg­arstjórin sóknaðist eftir vilja, men eingin tekur ábyrgd. Skógrøkt Landsins sam­an við Teknisku nevnd í býráðnum og so onkur friðingar­mynd­ ugleiki hava verið músa­ kúrr. Tey munnu – hóast tøgnina - vera blóðsek í, at ‘grótkastið’ (uml. 20 pláss) varð steðgað av teirra byrokratiska illvilja. Grótkastið hevur síðani tá, ligið sum eitt sár í landslagnum. Var nakar sum helst vilji, so varð grótkastið as­fal­tera, og gjørt til par­ker­ingsøki. Fyribils hev­ur Tórs­ havn­ar komm­una tikið ær­una fyri at hendan steðgaða verkætlanin ikki varð umfatað av par­keringsforboði. Undantikið frítøku fyri parkeringsvørðar er tó einki hent! Men frítøkan av par­ keringsvørðunum loysir ikki ruðuleikin, sum í ferðslu og parkering ræð­ur. Øll hava skákað sær undan ábyrgd. Vit skulu helst rekast út í Marknagil við øllum list­ um og lótum. Men tað tekur fleiri ár og kostar 100-tals milliónir. Har er einki óført. Vit tosa ikki um ein motorveg oman í Hoy- dalar, men bert um smá­vegis ferðslubatar, sum høvdu gjørt allan munin. Borgarstjórin, hvørs býráð broytir byggi­samtyktir mest­ sum dagliga til ‘Visión­ ina’ við Gjónna, vísir til Mentamálaráðið (Lands­ stýrið), sum nú sigur seg vilja leggja ‘dúk’ á fløt­una. Men hendir nakað? Úti á Boðanesi, er nógv av svørðinum tik­ ið burtur, og asfalt er sprænt oman í dalin. Hetta svarar helst til fleiri parkeringspláss í Hoydølum – men viljin er langt frá hin sami. Í Hoydølum er hvør tummi uttan fyri veg og tún friðaður, sjálvt deyðagrasið. Hoydalar er tikið til gísil av friðingar­ myndugleikunum. Takið tykkum saman og vísið ein vilja! Veturin stendur fyri durum. Eitt er parker­ ing­in. Men hvat við teim­um 3-400 bilunum, sum foreldur koyra ung­ dómar niðan og oman í Hoydalar hvønn morgun og hvønn seinnapart? Teir skulu allir, skorandi millum soppafongdar bygningar, sum standa sum tómleikanstempul. Fyri síðani at venda í túninum í regni og myrkri, kava og illveðri, meðan næmingar og starvsfólk leypa ósædd sum fyri lívinum fyri ikki at verða yvirkoyrd. Takið tykkum saman, politikarar! Hetta er ein ótolandi støða, sum hvørki býráðs- ella landspolitikkarar eiga at kunna liva við! Eing­ in er sinnaður at gera enda á marruni. Tit hava ‘stoytt’ 42 mió kr nið­ur í tekningar yvir Marknagil, uttan at spakin er ísettur enn. Tit kappast um at lova okkum 900 næmingum eitt ‘palass’ fyri 700 mió kr, sum vit aldrin koma at síggja innarasíðuna av. Tit spæla jólamenn við blonkum kekkheftum. Men tit megna ikki at brúka 1 millión at leggja dúk og skerv tvørtur um fløtuna, so 900 fólk sleppa undan at vága lív og limir hvønn dag aftur nú í vetur. Marran í Hoydølum Siðamisbrot skulu steðgast! Vegna Unga Tjóðveldið Regin Winther Poulsen Formaður Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið frammi, um trupul­ leikan viðvíkjandi kynsligum ágangi móti børnum. Kjakið hevur verið merkt av øði og hatri, og hetta er eins óheppi, og tað er skiljandi. Nógv hava róð framundir, at pedofilurin eigur at revs­ ast harðari. At ein treytaður dómur er ov lítið, tá ið hugsað verður um, at brotsgerðin ofta endar við syndraðum og syrgiligum mannalagnum. Offurið er merkt restina av lívi sínum, av tí brotsgerðini, ið framd verður. Brotsgerðin er heilt einfalt størri, enn revsingin leggur upp til. Men hvussu so víkir og vendir, kemst ikki uttan um, at tað at herða dómin ikki steðgar siðamisbrótum. Heldur enn einans at leggja dent á herda revsing, so eiga vit at leggja okkum eftir birta í kjak í samfelagnum, um hvat siðamisbrot eru, og hví tey verða framd. Ein kanning, ið júst er gjørd, vísir at 5,2 % av øllum átt­ anda floks næmingunum í Før­oyum, eru komnir undir kynsligan ágang. Tað svarar til á leið 35 næmingar, ella tveir heilar skúlaflokkar. Taka vit støði í hesum tølum og hugsa okkum, at hvør árgangur hevur umleið sama tal av børnum, ið hava verið úti fyri ágangi, kunnu vit rokna út, at á leið 720 fólk, tey seinastu 20 árini hava verið fyri siðamisnýstlu. Hetta sigur okkum, at tað er ein ovur­stór fjøld av tigandi sam­felags­borgarum, ið hava verið fyri siðamisbróti. Ein­ um nýtist ikki at siga, at hetta er ein stak álvarsligur trupul­leiki! Neyugt at viðgera sjúkuna, ikki sjúkueyðkennini! Spurningurin, ið vit altíð eiga at seta okkum er: hvussu basa vit hesum trupulleika á ein hátt, ið bæði virkar og er virðiligur – fyri bæði brots­ mann og offur? Vit verða noydd at leggja okkum í geyma at hóast brotsgerð sína, so er pedofilurin eis­ ini eitt menniskja. Í Unga Tjóðveldinum trúgva vit ikki uppá revsing sum ein í sær sjálvum kriminali­tets­ minkandi faktor. Heldur eiga vit at hava eina rættarskipan og eina samfelagsskipan sum heild, ið heldur leggur seg eftir at fyribyrgja og viðgera heldur enn at revsa. Upp í leypar av kanningum hava staðfest, at fyribyrging og viðger eru leiðin, ið vit eiga at ganga, og hetta mugu vit eisini hava í huga, tá ið vit viðgera eitt so eldfimt og persónligt mál, sum siða­ misnýtsla er. Men tað er heilt einfalt ikki nógv mikið krøkja seg í eina herðing av dóminum. Á sama hátt sum at deyða­ revs­ing ikki hevur við sær nakrar munandi minking í talinum av framdum morð­ um í teimum londum, hon verð­ur nýtt, eiga vit at um­ hugsa, hvussu virkin ein herð­an av revsingini fyri siða­misbrot hevði verið. Er tað veru­liga sjálv revisingin, ið er trupulleikin? Ella er trupul­leikin nógv størri og trupul­ari enn so? Vit eiga at stremba eftir eini heildarloysn Í Unga Tjóðveldinum ivast vit ikki eina løtu í, at kjakið um pedofili er ov svart/hvítt og perspektivleyst. Hóast fleiri felagsskapir eru settir á stovn at virka fyri eini loysn á trupulleikanum, so tykist tað okkum, at hesir felagsskapir ikki hava megna at viðgjørt málið á fullgóðan hátt, einamest tí at hesir, eins og nógv onnur, ikki hava megna at viðgjørt málið í síni heild. Tað er avgerandi at vit at hugsa í einum størri høpi. Vit skulu tora at draga allar lutir í samfelagnum inn í kjaki – serfrøðina, offurini, brots­ mennirnar, ja alt samfelagið eigur í felag at taka lut í ar­ beiðinum at basa hesum trupulleika! Vit skulu sum samfelag bróta tøgnina! Ongin ivi skal vera um, at vit í Unga Tjóðveldinum ynska at herða revsingina. Men fyrst og fremst eiga vit at stremba eftir eini heildarloysn á trupulleikanum. Brotsgerðin verður allar oftast framd í heimligum um­hvørvi. Tískil tekur ein ann­ar trupul spurningur seg upp: hvussu kann tú steðga nøkrum, ið hendir úti hjá familium og í øðrum umhvørvi, rættarsamfelagið hevur trupult at koma í samband við. Aftur her vísir tað seg, at her er als ikki talan um eitt einfalt mál, ið vit loysa frá degi til dags. Til ber ikki at hava eftirlit við eini og hvørjari familju í Føroyum. Tað er eisini týdningarmikið, at vit í tilgongdini at skapa tryggleika, ikki skapa ótta. Vit skulu finna eina loysn, ið steðgar trupuleikanum, uttan at sosiala umhvørvið hjá barninum verður merkt av ótta og ráðaloysi. Tað, sum vit mæla til, er at ein almennur stovnur verð­ur settur at arbeiða við mál­inum. Hesin skal hava til uppgávis at veita hjálp til tey, ið eru komin undir kynsligan ágang, samstundis sum stovnurin skal arbeiða fyribyrgjandi við málinum, kunna samfelagið og birta í kjak. Visjónin er ein stovnur ella eitt “hús”, ið skal virka fyri at fremja eina nullhugsjón á økinum, og ið skal út í barnagarðar og skúlar at greiða barninum frá, hvussu tað skal gera, kemur tað und­ ir kynslig misbrot. Um eitt mivíst arbeiði verður gjørt fyri at upplýsa barnið, og tey ið rundan um tað eru, so eru sannlíkindini fyri at vit minka munandi um talið av brotsgerðum, stór. Tað krevur einans, at landið, fólkið og politikkarin tora at taka evni upp, viðgera og umrøða tað. Tí at í síðsta enda skal hesin trupulleikin tosast vekk, ikki tigast burt­ ur! Næmingaráðið í Hoydølum