Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. januar 2006 fekk Tórs­havnar kommuna eldraráð. Uppgávan hjá ráð­num er at ráð­ geva býráðnum í eldra­ politiskum spurn­ing­um, at tryggja, at tey gomlu verða hoyrd í viður­skift­ um, ið viðkoma teim­um og at virka sum millum­ lið millum tey eldru og býráðið. Við øðrum orðum eitt eldraráð hevur til upp­gávu at tala søk teirra eldru og at sam­ arbeiða við býráðið fyri at betra um viður­skift­ ini hjá teimum eldru í kommununi. Nú verður val til eldra­ráðið í Tórshavn í no­vember mánaði, freist­in til at stilla upp var eina­ferð síðst í sep­tember, men mátti leingj­ast vegna ov lítla undir­tøku. Uppstillingarfreistin er nú broytt til hin 26. oktober 2012 kl. 16, og allir borgarar í Tórshavnar kommunu, ið eru 60 ár ella eldri, hava rætt til at stilla upp, kvinnur so væl sum menn. Tíverri sær nú út til at lítil áhugi er fyri tí arbeiði, ið fer fram í ráðnum, ov fá fólk hava latið seg stilla upp. Nú skuldi annars ver­ ið serliga áhugavert at sitið í ráðnum Eldraøkið verður 1. januar 2014, altso um umleið 14 mánaðir, lagt út til kommunurnar at um­ sita. Landsstýrið hevur sett ein arbeiðsbólk at orða ein nýggjan eldra­ poli­tikk, har dentur verður lagdur á at betra um lívs­góðskuna og sjálv­savgerðar­rættin hjá hinum ein­staka. Kemur tú í ráðið, hev­ur tú møguleika at fylgja við gongdini! So! um tú er 60 ár ella eldri, ger tær sjálvum og okkum øllum tann beina at stilla upp. Tað verður stórt spell, skulu vit tilkomnu borg­arar í Tórshavnar komm­unu missa hendan møgu­ leikan at gera okkara ávirkan gald­andi. Tú kanst stilla upp við at seta teg í samband við Snarskivuna hjá Bý­ ráðnum. Tey útvega tær valevnisfráboðan og stillaralista; set títt navn á listan, finn tær 5 stillarar og send frá­ boðanina inn aftur til Snarskivuna; harvið ert tú millum tey, ið stilla upp til eldraráðsvalið. Tú kanst eisini útvega tær valevnisfráboðanina við at fara inn á heima­ síðuna hjá Tórshavnar kommunu, torshavn.fo og finna hana har. Vælsignaðu tit, latið ikki tey tilkomnu í Tórs­havnar kommunu missa møguleikan at hava hetta millumlið til at betra um teirra viður­ skifti. Skulu tey eldru í Tórshavnar kommunu missa sína um­boðan? Brynhild Danielsen tiltakslimur í Eldra­ráðnum í Tórshavnar kommunu Tórshavn hægstu rað­fest­ing á eldraøkinum á fíggjar­lógini, Heðin Annika Olsen Landsstýriskvinna í almannamálaráðnum Í lesarabrævi fyri vikuskifti sigur Heðin Mortensen seg aldrin hava upplivað slíkar atfinningar, ella lortabyttu sum hann tekur til, í sínum langa politiska lívi, sum hann fekk frá mær. Eg má bara minna borgarstjóran á, at tað var hann sum leyp á meg í lesarabrævi 12 okt. við grovum ákærum móti mær og um sparingar á eldra­økinum, sum ikki hevði hald í veruleikanum. Hesum ákærum vísti eg aftur í mín­ um aftursvari, løgið var ann­ að. 31 mió í nýggjum rað­ festingum á eldraøkinum í Tórs­havn Borgarstjórin fílist á mangl­andi raðfestingar á eldraøkinum í fíggjarlógini. Gamalt var at taka til, at “ringt er eyga, sum onki gott kann sjá”. Tað er altíð lætt at fílast á og vera atfinn­ingar­ samur. Hetta skal tað sjálv­ sagt vera rúm fyri í einum fólkaræði, men tað sum harmar meg almikið er, at borgarstjórin í øllum sínum kritikki “gloymir” at nevna, at Tórshavnar kommuna hevur fingið hægstu fíggjarligu rað­festing á eldraøkinum á fíggjar­lógini 2013. Talan er um eina nýggja raðfesting á áleið 31 mió. brutto, sum eru settar av á fíggjarlógini til nýggja Boðanesheimið svarandi til 64 nýggj búpláss, og talan er altso um 31 mió kr á hvørjum ári. Tað er nevniliga landið, sum rindar 100 % av rakstrinum av Boða­nes­heiminum. Somu­ leiðis hevur landið veitt Tórs­ havnar kommunu eitt studn­ ingalán til sjálva íløguna áljóð­andi 44,8 mió kr.í 2009. Hesa raðfesting umframt nýggjar raðfestingar til onn­ur nýggj ellis og røktar- heimini í Vestmanna og Klaks­vík hevur landið megn­ að at framt uttan at hækka skattin og hækka játtanar­ karmarnar. Men rætt skal vera rætt, Tórshavnar kommuna hev­ ur eisini verið við til at fíggja heimið. Kommunan hækk­aði skattaprocentið í tí sambandi, nakað sum ikki hevur verið vanligt tá aðrar risastórar íløgur eru gjørdar í kommununi. Borgarstjórin nevnir í síni grein ymsar ætlanir á Boða­nes­heiminum. Til hetta er siga, at eg fegnist um at komm­unan hevur skila­góðar og framskygdar ætl­anir á eldraøkinum. Tað er tó skeivt og ósatt, tá borgar­stjórin sigur, at eg havi steðgað ætlanunum hjá komm­ununi. Eg velji at síggja møgu­ leikar við menning innan eldra­røktina framyvir, held­ ur enn forðingar her og nú. Eisini eru møguleikar inn­ an givnu karmar. Ætl­anin er, eins og á øðrum røktar­ heimum í landinum, at ein partur av búplássunum verða brúkt til umlætting. So­statt er møguligt at skipa um­ lætting- og endurmenning (sam­døgursrehabilitering) við verandi játtan, sum eisini inni­heldur tilboð um ergo- og fysio­terapi. Boðanesheimið verður eisini bygt soleiðis, at tað í framtíðini ber til at skipa bæði eitt tilboð til dement og dagtilhald. Sostatt ber til framhaldandi at menna og útbyggja tilboðið á Boða­ nes­heiminum í tráð við fíggjar­ligu karmarnar. Hetta er avgjørt ætlanir íð liggja í kort­unum, hóast tað tíverri ikki var møguligt at fáa eina serstaka demensdeild innan verandi karmar í 2013. Eitt eru eg og borgarstjórin samd um, at vit eiga at fara fyribyrgjandi til verka, og tí fegnist eg um, at landsstýrið hóast sera trongar fíggjarligar karmar, hevur raðfest eina mió á fíggjarlógina til eitt dagtilhald afturat í Føroyum fyri dement, sum fer at koma 10-12 fólkum við demens og teirra familjum til góðar. Leggja stríðsøksirnar Góði Heðin, vit bæði hava havt eitt gott samstarv líka aftur í 2004 og lat okkum halda fast um tað, heldur enn at liggja og keglast í bløð­unum. Tað liggja ovur- stórar avbjóðgingar fyri framm­an, og tað er líkt til, at vit hóast alt eru samd um virðispolitisku kósina á eldra­økinum, hóast allir lutir kring útleggingina av eldra­ økinum ikki eru avgreiddir enn. Lat okkum finna góða samstarvsandan aftur, teim­ um eldru at frama. O dagur heystsins kom við køldum vindum og rakstrarhoyggi gult um túni feyk. At grána tók á evstu fjallatindum har stormur hvassur gjøgnum øldir streyk. Nú boygnar deyðagrasið bleikt á teigum av farnum summri sólin fána er, í fjarun líðum langt av mannaleiðum við rán í huga ravnur er á ferð. O heim at gørðum kýrnar seigan fjakka eitt fylgi kvirt sum fylgir somu slóð og ross í tolni sínar leiðir traðka og fuglur fluttur er um oyðnan sjóð. Hygg handan liða fylgi kvirra stendur ein trøllslig tøgn av komnum heystið er til fjós og básar hugur teirra vendur, nú dagur aftnar sól í vestri fer. Tað garta børn í trongum skímaskotum ímillum hjallar flagtakt hús og neyst tað gaman var í mjúkun sunnanlotum tá dagar styttust - aftur nærkast heyst. Ein angi dróg um hús av summarsgrøði sum kvøldarrákið yvir túni bar, har leika børn í síni verð og frøði so lætt og meinaleyst hvørt hjarta slær. Sett sólin er og áfram tímans streymar sum tolin alda gjøgnum øldir rann. O summar fánaði sum fagrir dreymar tess eingjaljóð um heiðar bráðan svann. Nú leingjast skuggar millum hús og garðar, sum dagur styttist náttin verður longd, dimmi fjalir fjøll og fyllir fjarðar. Lampan undir bitan verður hongd. Hugmynd frá yngri árum Viggo Johannesen Á Hallandi degi Ein áheitan til borgarar 60 ár og eldri í Tórshavnar kommunu