Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú tað stundar til komm­ unuval verður nógv skrivað og tosað um hvat gerast skal í Tórshavnar Kommunu komandi valskeið. Samfelt verður víst á sjálv­sagda týdningin at ar­ beitt verður fyri trivnaði og framburði. Kortini er tað eyðsýnt, at flestu av góðynskjunum ikki vinna út um bøgarðarnar í Havn. Bygdirnar í komm­un­ unu koma sjónliga í aðru røð. Og tað er stórt spell. Tað er bæði ein sjálvsagd uppgáva og skylda hjá Tórs­ havnar Kommunu at virka fyri trivnaði, menning og mentanini í bygdaløgunum í kommununi. Tórshavnar Kommuna hevur gjørt kilometrar av hugnaligum og nossligum gøtum í runt Havnina. Og tað er at gleðast um. Íløgur, sum eru til stóra gleði fyri borgararnr, yngri sum eldri. Fólkaflokkurin játtaði Men tað er so eiðasørt, at hes­in vælvilji røkkur aðra­ staðir. Í Kollafirði, har tað so sjálvsagt átti at verið gjørdar íløgur í íbúðar- og trivnaða­ røki, gonguteigar, gøtur og planting er slettis einki gjørt. Allar íløgurnar í bygdini, stórar sum smáar, vóru játtaðar tá Fólkaflokkurin á sinni sat í býráðsleiðsluni. Seinastu 8 árini er nærum einki nýtt komið av skafti. Mitt í Kollafirði er viðar­ lund, sum var gróðursett fyri um 20 árum síðani. Har um leiðir vildi tað verið so sjálv­ sagt at gjørt alt økið til eina miðstaðarperlu. Men tað hev­ur heldu ikki havt nakran ans frá verandi meiriluta. Her má vend koma í. Kollfirðingar skulu hava sín sjálvagda lut í trivnaðar­ menningini í kommununi. Tað kann bert ein nýggjur meiriluti í Tórshavnar Býráði tryggja. kommunuval 2012 Hallbjørg Lamhauge Í vár samtykti løgtingið, at frá 1. januar 2013 verða for­ sorgarveitingar ikki long­ur roknaðar eftir tørvi hjá tí einstaka, men verða fast­ar bruttoveitingar, har up­p­ hæddin verður treytað av aldri, forsyrgjaraskyldu, og um tey eru sambúgvandi ella búgva einsamøll. Alt gott um tað, men upp­ hæddirnar sum ásettar eru í broytingini viðføra eina ógvusliga lækking í veit­ing fyri flestøll, sum fáa for­sorg­ ar­veiting. Broytingin merkir til dømis, at ein stakur persón­ ur undir 25 ár fær umleið kr. 4.760 aftaná skatt í for­sorgar­ veiting. Er sami persónur búsit­ andi hjá foreldrum sínum er veitingin umleið kr. 1.669 aftaná skatt. Støðan er ikki stórt betri fyri tey, sum eru eldri enn 25 ár. Veitingin til tey sam­búgv­ andi er tá kr. 4.760 krónur um mánaðin, og tey sum búgva einsamøll fáa kr. 6.880 at liva fyri um mánaðin, tá ið skatturin er farin av. Av hesum upphæddum skal hesin persónur upp­ ihalda sær við mati, klæðum, húsaleigu, olju umframt øll­um øðrum vanligum út­ reiðslum til forbrúk. Við tí kostnaðarstøði og teimum bústaðarútreiðslum, sum vit hava í dag, fara hesi fólkini ikki at hava til dagin og vegin. Í løtuni eru tað umleið 300 fólk í Havn, ið fáa for­ sorgarveiting, og longu frá 1. januar 2013 blíva hesi fólk munandi rakt av lógar- broytingini. Spurningurin er hvussu vit kunnu lofta øllum hesum persónum, soleiðis at teimum verður lív laga, og at tey kunnu trívast í kommununi. Eg vil virkað fyri, at Tórs­ havnar kommuna verður ein vælferðarkommuna, har allir borgarar kunnu liva í trivnaði og undir góðum og tryggum korum. Alneyðugt er at gera nak­ að við hesi viðurskifti, um hesi fólkini ikki skulu flyta av landinum. Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi. fo/hallbjorg Ta røttu at ráða? – Vel mammu Høgna og Boga Vend má koma í! Vagnur Johannesen Grundstykkir til sámiligan prís Karlot Hergeirsson Valevni fyri Framsókn Nógv verður skriva og tosa um alternativ bústaðir í Havnini. Millum annað íbúðir í kommunuskúlanum, men eitt sum tað komandi býráði eisini má gera nakað við er grundstykkjaprísurin, hann eigur skal longur niður. Prísurin á grundstykkjum má ikki vera forðingin fyri at fólk seta seg niður í høv­uðs­ staðar kommununi. Sitandi býráð skal til ein og hvørja tíð kunna bjóða stykkir í øllum bústaðar økjum í komm­ununi. Og um kommunan ynsk­ir at varðveita bústaðar fjøl­ broytni , so má prísurin á grundstykkjum á teimum smáu plássunum og oyggj­ un­um vera enn bíligari enn á “meginlandinum.” Tí lán­ veitararnir krevja so nógvan eginpening fyri at veita lán til húsabygging í at vanlig ungfólk ikki hætta at seta seg niður har. Sum so aftur hevur tað avleiðing at bygdirnar spakuliga blíva tómar fyri ungfólk og børn. Vit skula ikki bara hugsa at tað er ein útreiðsla, at kommunan fer at geva grundstykkir fyri líki og lætt, nei tað er íløga í framtíðina. Íløga í framtíðarborgarar, íløga í fleiri skattgjaldarar til kommunukassan og stoppar fólka minkingini. Eg vil virka fyri einum sámiligum grundstykkja prísi og einum enn sámiligari á teim­um smærri plássinum í høv­uðs­staðar kommununi. Visjónir og handling Ein av orsøkunum til, at eg játtaði at stilla upp til býráðsvalið, er tann órættur, ið Róðrarfelagið Knørrur og Argja Róðrar­ felag eru fyri, tá skipað verður fyri kappróðri á ólavsøku. Sum tað altíð hevur verið, so skipar Havnar Róðrarfelag fyri ólav­ søkuróðrinum á Havnar­ vág. Hetta var í lagi, so leingi tað bert var tað eina róðrarfelagið í Havnini. Í 1980’unum vórðu Róðrar­felagið Knørrur og Argja Róðrarfelag stovnað. Hesi feløg hava hesi seinastu 30 árini ment seg til at vera mill­um allarstørstu og best riknu róðrarfeløg í landinum. Í mong ár hava tey roynt at koma upp í fyri­skipanina av ólav­ søku­róðrinum, men higar­til uttan úrslit. Fund­ast hevur verið við Havnar Róðrarfelag, men tað hevur ongan veg borið. Fleiri ferðir er Býráðið, ella rættari sagt borgarstjórin sum hægsti myndugleiki, bið­in um at greiða málið. Enn er eingin fløkja greidd. Nú er nokk snikkað og snakkað. Nú er nokk lovað og lifrað. Hetta átti ikki at verið eitt politiskt mál, men tá tað ikki ber til at loysa tað við góðum, so má tað loysast av borgarans kosnu. Tí tað er eitt fólkakrav, at øll skulu viðfarast eins. Latum okkum øll, sum vilja kappróðrinum á Havnarvág væl, standa saman um okkara sjálv- sagda rætt. Tín róðraratkvøða eigur hesa ferð at fara til Fróða Olsen á lista A. Róðrar­ feløgini eiga at fáa somu viðferð Fróði Ó Olsen valevni á lista A Hvar bleiv hungursmarkið av hjá teimum, sum liva av forsorgarveiting?