Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge FC Nordsjælland hevur fingið nógv rós fyri sín djarva spælistíl, sum hevur íblátur frá tí spanska »Tiki- Taka« spæli­stílinum, sum er tekn­ iskur fótbóltur har liðið heldur upp á bóltin og spælir nógv avleveringar sína millum. At kalla ongantíð verður bólturin bara sparkaður lang upp í loft. Tað hevur kostað okkurt máli og fólk hava verið skjót at peika eftir feilavleveringinum. Hinvegin, so er munurin millum eitt nú FC Nordsjælland og Chelsea umleið tey fýra málini, ið skiltu liðini í seinasta dystinum teirra millum. Tí er tað ikki verri, at FC Nord­ sjælland vísur dirvi og heldur fast í somu spæliskipan og spæli hátt. Í gjár gav tað úrslit, tá danska meistara­liðið megnaði at fáa javn­ leik móti Juventus og í stór­um pørt­ um av dystinum vóru italiu­menn trýstir. Tað skal FC Nordsjælland hava stórt rós fyri, tí teir hava heldur ikki somu møguleikar sum eitt nú FCK, tá teir vóru í Champions League. Hetta er eitt lið, sum hevur eitt budget, ið er væl minni enn tað hjá gamla felagnum hjá Toda Jónsson. Stórur áhugi – fyri eftirnavninum Tað hevur altíð verið stórur áhugi fyri Andreas Laudrup. Hann hevur góð fótbóltsevnir og hev­ur um­ boðað Danmark á flestu ungdóms­ lands­liðunum. Men tað er sjáldan evnini hjá tekniska vonginum, sum skapa áhugan fyri honum. Tað er hinvegin víðagitna eftirnavnið – Laudrup. Pápin er ongin minni enn Michael Laudrup, sum í síni tíð spældi við stórfeløgum sum Juven­ tus, Barcelona og Real Madrid. Hetta veit 21-ára gamli og yngsti sonurin hjá Michael Laudrup eis­ini væl av. Hann segði tað eisini ber­ søgin í dokumentar sending, sum danskt sjónvarp vísti í samband við EM endaspælið í summar. Andreas Laudrup er ikki ókend­ ur í Føroyum. Hann hevur fyri nøkr­um árum síðani verið her í sam­band við U-landsliðsfótbólt og var aftur her við danska U21 lands­ liðnum. »Hvør av teimum er sonur Michael Laudrup?« Tað var ein tann mest vanligi spurningurin í Gundadali til U21 lands­dystin. Men hann hevur eis­ ini avrikað væl móti Føroyum. Í oktobur mánaði 2011 vitjaði før­ oyska U21 landsliðið í Aalborg. Før­ oyska liðið kom væl frá byrjan, men so gjørdi Andreas Laudrup um seg og átti ein fót í uppspælinum til fleiri av teimum fýra málunum, sum danska liðið fekk. Eisini í Gundadali vísti hann í løtum góðan bóltførleika, men tað er ilt at minnast aftaná at Róaldur Jakobsen javnaði til 1-1 í evstu løtu. Úr skugganum Í tveimum teimum fyrstu dystinum hjá FC Nordsjælland í Champions League byrjaði Andreas Laudrup ikki inni. »Byrjar hann ikki so mikið sum inni«, hugsaði kanska tey flestu. Hann er jú sonur Michael Laudrup, men byrjar ikki ein gongd ikki á lið­num hjá FC Nordsjælland. Men hevur ungi danin nakran kjans? Sum 21-ára gamal er hann ein innskiftari á danska meistara­lið­ num og hevur spælt við flestu av U-landsliðunum. Tað ljóðar sum ein góður leikari við eini bjartari fram­tíð – um tað ikki verður sett upp í móti avrikunum hjá Michael Laudrup. Í gjár var so Andreas Laudrup millum teir fyrstu ellivu hjá Kasper Hjulmann, venjara hjá FC Nord­ sjælland. Liðið helst fast í nógv róstu spæli­skipanini og tað passaði væl til vongin við tí kenda eftir­navn­ inum. Fleiri ferðir endar bólturin hjá Andreas úti á vonginum. Hann bjóð­ ar av og fleiri ferðir kemur hann til innlegg ella fær spælt bóltin víðari til ein liðfelag. Perlu fríspark FC Nordsjælland er omaná í løt­um av dystinum og tað er ikki óuppi­ borið, tá Mikkel Beckmann við einum perlu frísparki leggur heima­ liðið á odda. Onkur vil kanska sagt, at tað var um eitt Pirlo-fríspark, tí Mikkel Beckmann leggur bóltin róliga, men sera neyvt upp um mann­garð og í málhorni. At tað so var upp um høvdið á júst Andrea Pirlo, at Mikkel Beckmann sendi bólt­in, er so ein onnur søga. Hetta var fimm minuttir inn í seinna hálv­leik. Eftir málið tekur Juventus yvir og leggur eitt stórt trýst á FC Nordsjælland, sum verjir mann­ iliga. Fleiri ferðir tveitta teir seg nið­ur fyri at verja fyri skotum og í mál­inum hevur Jesper Hansen fleiri bjarg­ingar. Juventus venjarin var í neyð og sá ongan annan møguleika enn at senda Nicklas Bendtner á vøllin. Tíbetur fyri tey nógvu Juventus við­haldsfólkini, so koyrdi hann eis­ ini Mirko Vucinic inn. Tað endaði við, at liðskiparin hjá Montenegro megnaði at javna fyri italsku meist­ar­arnar, so hesir ikki fóru sum flongir hundar aftur til Italia. Juventus hevur nú ikki tapt í 48 dystir. Dribblingin Tað var serliga ein støða í dystinum, tá Andreas Laudrup staðfesti, at hann ætlar sær úr skugganum á pápa sínum. Hart kroystur rekur hann heilt úti í vinstru síðu, mið­skeiðis á vøllinum. Claudio Marchisio ger tað hann er mentur at steðga danska vonginum. Hann hevur hug at hála og trýsta Andreas fyri at sleppa framat bólt­inum. Men frammanfyri eini fullsettari »C-tribunen«, sum er onnur langsíðan, trillar hann hegni­sliga bóltin millum beinini á Claudio Marchisio og setur ferð á. Italski landsliðsmiðvallarin sær ongan annan møguleika enn at hála í Andreas Laudrup. Gult kort, fríspark til FC Nordsjælland og Andreas Laudrup hevur prógvað, at hann ætlar sær úr skugganum á pápa sínum. Tað var eisini Andreas Laudrup, sum var feldur, tá Juventus fekk sítt næsta gula kort. Tað frísparkið tók Mikkel Beckmann sær av og restin er vist nokk søga. Ein Laudrup og annar Michael Laudrup verður av mong­ um mettur at hava verið millum heimsins bestu leikarar. Hann kom umvegis Brøndby til Juventus, har hann eisini var útleigaður til Lazio í eitt tíðarskeið. Síðani gekk leiðin til Barcelona, har Michael Laudrup sló sítt navn fast sum ein av heimsinsbestu, tá hann var ein avgerandi leiklutur í Dream Team hjá Johan Cruyff. Hann skifti til Real Madrid og spanska meistaraheitið skifti við. Michael Laudrup var høvðus orsøk­ in til tað. Andreas Laudrup hevur næstan ongan møguleika at røkka somu hæddum sum Michael, men tað merkir ikki, at hvørja ferð hann ikki livir upp til pápa sín, so er hann eitt vónbrot. Tað mugu bæði altjóða og teir donsku miðlarnir skilja, og geva manninum ein møguleika. trondur@sosialurin.fo Sonur Michael bleiv til Andreas Laudrup Fótbóltur Andreas Laudrup hevur alla sína fótbóltstíð staðið í skugganum av pápa sínum, danska fótbóltslegendan Michael Laudrup. Í gjár sóu vit, at Andreas Laudrup hevur hug at leita úr skugganum Bólkur A: Dinamo Zagreb - PSG 19:45 FC Porto - Dynamo Kiev 19:45 Bólkur B: Arsenal - Schalke 04 19:45 Montpellier – Olympiakos 19:45 Bólkur C: Zenit St Petersburg – Anderlecht 17:00 Málaga - AC Milan 19:45 Bólkur D: Ajax Amsterdam - Manchester City 19:45 Borussia Dortmund - Real Madrid 19:45 Bólkur E: FC Nordsjælland – Juventus . . . . . . . . . . 1-1 Shakthar Donetsk - Chelsea . . . . . . . . . 2-1 Støðan: 1. Shakthar Donetsk . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 2. Chelsea . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 3. Juventus . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 4. FC Nordsjælland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 Shakthar Donetsk er greitt oddalið, eftir at teir vunnu á Chelsea á heimavølli. Juventus og Chelsea tykjast skula kempa um annað plássi. Bólkur F: BATE Borisov – Valencia . . . . . . . . . . . . 0-3 Lille - Bayern Munchen . . . . . . . . . . . . . . 0-1 Støðan: 1. Valencia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 2. BATE Borisov . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 3. Bayern Munchen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 4. Lille . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0 So gekk ikki longur við BATE Borisov, sum hevur tikið øll av bóli. Teir taptu 3-0, meðan Bayern Munchen reisti seg eftir sjokk tapið móti BATE. Bólkur G: Spartak Moskova – Benfica . . . . . . . . . . 2-1 Barcelona – Celtic . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2-1 Støðan: 1. Barcelona . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 2. Celtic . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 3. Spartak Moskova . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 4. Benfica . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 Ikki fyrr enn í yvirtíðini megnaði Barcelona at vinna á Celtic, sum stríddist manniliga. Spartak Moskova vann á Benfica og ongin ivi tykist verða um, at Barcelona kemur trygt víðari. Bólkur H: Manchester United – Braga . . . . . . . . . . 3-2 Galatasaray – Cluj . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1-1 Støðan: 1. Manchester United . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 2. Cluj . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 3. Braga . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 4. Galatasaray . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 Manchester United var aftanfyri 2-0, men megnaði at venda dyst­inum og vinna 3-2. Javier Hernandez skoraði tvey. Átta dystir vóru spældir í bólka­spælinum í gjár. Størsta úrslitinum mundi FC Nord­ sjælland standa fyri, meðan bæði Manchester United og Barcelona vóru kroyst, men vunnu. Í kvøld verða so aftur átta dystir. trondur@sosialurin.fo Champions League: Tað tykist greitt, at Effo-deildin komandi ár byrjar fyrr enn hon gjørdi í ár. Longu 2. mars er stór­ steypadysturin á skránni. Eftir fyrsta uppskotunum at døma, so verður komandi kapp­ ingar­ár skotið í gongu longu 2. mars við stórsteypadystinum mill­um FM vinnarnar, EB/ Streym, og steypavinnarnar, Víking. Fyrsta umfar verður viku­ skiftið eftir, leygardagin 9. mars. Í ár var fyrsti dysturin í Effo- deildini 24. mars. Ein av orsøkunum til longdu kappingina, ið kemur at enda um sama mundið sum í ár, eru teir nógvu A–landsdystirnir. Hetta kappingarárið hava vit spælt tríggjar A-landsdystir, meðan tað í 2013 verða heilir sjey. Tann fyrsti verður longu 22. mars móti Eysturríki. Tað er ikki greitt um stóri steypadagurin verður um viku­ skiftið 23. og 24. august ella 30. og 31. august. trondur@sosialurin.fo Kappingin byrjar fyrr í ár Eisini í næsta dystinum í EM- undankappingini í Kroatia, máttu føroysku U19-genturnar av vøll­inum við ongum. Dysturin móti Belgia varð taptur 4-0 Í mun til dystin móti Ukreina, sum varð spældur leygardagin, gekk heldur frægari hjá U19- landsliðnum við gentum mána­ dagin, tá tær spældu ímóti Belgia. Við tveimum málum fyri steðgin og tveimum málum eftir steðgin, endaði dysturin á NK Hask Leikvøllinum í Zagreb við 4-0 sigri til Belgia, skrivar fsf.fo Seinasti dystur hjá U19-gent­ unum í hesari undankapping verður spældur í morgin, tá verts­landið Kroatia tekur ímóti. Eins og føroyska liðið, hevur Kroatia eisini tapt báðar sínar dystir higartil í kappingini. Mána­dagin taptu kroatisku gent­urnar 2-1 fyri Ukreina. U19-genturnar taptu fyri Belgia