mikudagur 24. oktober 2012síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 24. oktober 2012 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Høgni Madsen hevur havt eitt gott
ár í Fuglafirði, har hann hevur verið
ein týðandi partur av liðnum, sum í
ár vann silvur heiðursmerki. Tað er
besta úrslitið síðani 1979, tá ÍF vann
landskappingina.
Tað er ikki óvanligt, at leikarar
fara ein túr suðureftir, tá kappingin
er komin at enda fyri at koma fyri
seg aftur. Men ørindini hjá Høgna í
Malta eru ikki bara hugni og vitja
vinfólk.
– Eg fór til Malta at vitja ein
góðan vinmann, ið hevur damu og
barn her. So helt eg, at tað ljóðaði
spennandi at finna útav hvussu fót
bóltsmentanin er her, sigur Høgni
Madsen úr Malta.
Høgni Madsen hevur verið í
samband við fleiri feløg í Malta
og royndarvenur við onkrum av
teimum.
– Eg royni bara at venja við
ymiskum feløgum her. Eg havi
millum annað havt ein fund við eitt
felag, ið spælir í bestu deildini, sigur
miðvallarin.
Talan er um Hibernians FC,
sum í løtuni liggur á triðja plássi í
maltesisku Premier League.
– Har fari eg møguliga venja
seinni i vikuni, greiður Høgni
Madsen frá.
Sami kontaktpersónurin hevur
eisini tryggjað føroyinginum møgu
leikan at venja við oddaliðnum í
næstbestu deildini, Pieta Hotspurs
FC.
– Ein umráðandi leikari hjá teim
um bleiv skaddur í síðstu viku, og
teir vilja hava meg at koma og vísa
meg fram, greiður Høgni Madsen
frá.
Hóast tað er ógreitt hvørjum stigi
fótbólturin í næstbestu deildini er,
so er hugurin hjá Høgna Madsen
góður til at royna okkurt nýtt.
– Eg eri opin fyri øllum beint
nú, og fari so at royna meg. Eisini
fyri at kanna nærri hvørjum stigi
næstbesta deildin í Malta er á, sigur
miðvallarin.
Klárur fyri ÍF í 2013
– Hetta er fyrst og fremst eitt upp
livilsi, sigur Høgni Madsen og vissar
allar ÍF fjepparar um, at ætlanin er
at koma aftur til ÍF áðrenn kapp
ingarbyrjarn næstan ár.
Høgni verður fyribils burtur
staddur í tvær vikur og kannar
so teir møguleikar, sum eru. Skal
miðvallarin spæla í maltesisku
Premier League, so verður tað sum
amatørur, tí hann framvegis hevur
sáttmála við ÍF. Tað krevur eisini, at
eitt møguligt felag í Malta kemur
ásamt við ÍF um eina avtalu um
flyting av spæliloyvi, sum liggur í
ÍF.
– Eg venji við onkrum feløgum
her næstu tvær vikurnar og taki
so eina avgerð tá,. Eg havi eitt
gott samstarv við ÍF, so har er alt
í ordan við tí, sigur Høgni Madsen
úr Malta.
Heitt á Malta
Tað er heitt á Malta og tað er ikki
bara í veðrinum. Eisini áskoð
ararnir gera nógv burtur úr, tá
grannauppgerðir eru á skránni. Tað
hevur Høgni Madsen sjálvur roynt
at verið vitni til, tá hann fór dystin
millum Valletta FC og Floriana.
– Eg havi longu hugt eftir tí
størstu grannauppgerðini og stemn
ingurin var øgiligur. Tað vóru um
4.000 fólk, og tað var áhugavert at
síggja hvussu tey sungu og dansaðu
meðan dysturin var ígongd, sigur
Høgni Madsen.
Føroyska landsliðið spældi í 1997
tvær ferðir móti Malta í HM 1998
undankappingini. Føroyar vann
báðar dystirnar 2-1.
trondur@sosialurin.fo
Høgni Madsen roynur seg á Malta
Fótbóltur
Tað er ikki bara í
feriuørindum, at
miðvallarin er farin
til Malta. Hann ætlar
sær at finna eitt
felag at spæla við
Malta
Malta liggur stutt sunnanfyri Italia og har
búgva næstan ein hálv millión fólk.
Tað vóru um 4.000 fólk, og tað var áhugavert at síggja hvussu tey
sungu og dansaðu meðan dysturin var ígongd, sigur Høgni Madsen
Høgni Madsen hevur havt eitt gott
ár í Fuglafirði, har hann hevur
verið ein týðandi partur av liðnum,
sum í ár vann silvur heiðursmerki
Mynd: Álvur Haraldsen
Opin fyri møguleikanum
– Eg eri opin fyri øllum beint nú, og fari so at royna
meg, sigur Høgni Madsen, ið royndarvenur á Malta
Savnsmynd: Álvur Haraldsen