Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað varð ringt í eystur og vest­ur. Men boðini vóru greið: Hvalirnir skuldu ikki rørast. Claus Olsen er royndur grinda­maður og hann var við allan mikudagin, tá ið roynt var at fáa eina grind, sum varð merkt í Hval­ba, aftur til Havs. Hann sigur, at teir vóru væl mannaðir og tað gekk væl at merkja teir fimm hval­ir­nir. Vit vóru úti í í einar fýra tímar og vóru kaldir og illa fyri, men grindin vil­di bara ikki aftur til Havs, segði hann við Rás2 í gjár. Claus Olsen sigur, at tað var fjarandi sjógvur og um seks tíðina doyði tann fyrsti hvalurin og teim­um gjørdust greitt, at tá ið fjøran kom, fóru hval­ir­nir at liggja uppi á turr­um. - Tað varð ringt í eyst og vest, men boðini vóru greið um, at hvalirnir skul­du ikki rørast. Hann heldur, at tað, sum fór fram, er ein stór gøla og tað hoyrir ongastaðni heima. Hann heldur tað vera løgið, at teir á Náttúru­ gripa­savni­num, sum leggja so stóran dent á at merkja hval, ikki vísa størri áhuga enn at teir fara til Havnar aftur, áðr­ enn hvalirnir eru fingnir aft­ur til Havs, ístaðin fyri at verða verandi og trygg­ ja sær, at alt spælir væl av. Hann legði afturat, at grinda­menn í Hvalba fara ikki at standa modell til slíkt einaferð afturat. Ein stór gøla Áki Bertholdsen - Vit gjørdu eitt fyri­mynd­ ar­ligt arbeiði, men vit eru ómeta­liga kedd av, at tað gekk so illa, sum tað gjørdi. Signar Olsen, grinda­for­ maður í Hvalba, sigur, at tað, sum hendi í Hvalba í miku­ dagin, pínir hann, sum gaml­ an grindamann. Hann fýlist á, at tað gekk alt ov long tíð frá tí, at tað varð greitt, at hvalirnir stóu ikki til at bjarga, og til teir um­síður fingu loyvi at skera teir á háls. Hann staðfestir sam­ stund­is, grindaformenn í Hvalba vera ikki við til at mer­kja hval einaferð afturat, uttan so, at mannagongdin verð­ur munandi broytt. - Í Hvalba hava vit ikki ver­ið úti fyri slíkum áður og vit vilja ikki vera úti fyri slík­ um aftur, sigur hann. Fyrimyndarligt Signar Olsen sigur, at grindin varð funnin um morgunin, og tá ið tað varð greitt, at talan var um eina lítla grind, vórðu teir samdir um, at Náttúru­gripa­savnið skuldi fáa grindina at merkja. - Vit ætlaðu at gera eina góða gerð, tí vit vita, hvussu stóran dent, tey á Náttúrugripasavninum legg­ ja á at sleppa at seta sendarar á grindahval til vísindaligt enda­mál, sigur hann. Seinnapartin komu fólk frá Náttúrugripasavninum suð­ur úr Havnini við skjótt­ gang­andi báti at merkja. - Arbeiðið at merk­ja grind­ Vit vóru púra hjálparleysir HVALAMERKING Tað píndi meg at síggja grindahvalirnar liggja og veltast á sandinum uttan at vit sluppu at avlíva teir, sigur Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba