fríggjadagur 26. oktober 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ina gekk fyrimyndarliga væl,
men tá ið grindin skuldi fáast
út aftur, tóku trupulleikar
seg upp.
- Grindin vildi bara ikki út
aftur, hvussu vit so royndu.
Vit høvdu fleiri mans sum
vassaðu út í og sum royndu
at venda teimum útfrá, og
leiða teir úteftir, men har var
onki at gera.
- Teir vendu inn aftur
hvørja ferð.
- Vit høvdu eisini fleiri
bátar, sum eisini settu á
hvalirnar og sleipaðu teir
nakað út á fjørðin. Men alt
fyri eitt, teir vórðu loystir,
fóru teir við sjógv á bak inn
aftur.
- Ta einu ferðina setti
hvalurin ferð á innaftur,
beinanvegin endin slakaðist
eitt sindur og dróg enntá
bátin við sær inn aftur, sigur
grindaformaðurin.
Signar Olsen sigur, at tað
var fjarandi sjógvur og út á
kvøldið vóru hvalirnir fjarað
ir uppi, so at teir kundu ganga
turrskøddir rundan um teir.
- Vit vóru púra maktar
leysir tí vit kundu ikki gera
meir, enn vit longu høvdu
gjørt. Vit høvdu fleiri mans
vassandi upp undir mitt og
meiri enn tað, úti í tí kalda
sjónum í fýra, fimm tímar
og hóast summir teirra vóru
í froskmannabúna, vóru teir
rættiliga kaldir og illa fyri.
Fingu ikki loyvi
Tá ið ein grind er merkt, er
hon friðað og tí kundi hval
irnir ikki avlívast, fyrrenn
loyvi fekst til tað.
- Sýslumaðurin fekk boð
um, hvussu støðan var, men
boðini frá honum vóru, at
loyvi mátti fáast frá myndug
leikunum í Havn til at avlíva
hvalirnar, tí at grindin var
merkt og sostatt friðað.
Men loyvi til at drepa
grindina kom ikki fyrrenn
klokkan gekk til 23.
Tá vóru fleiri hvalir longu
deyðir av sær sjálvum.
- Tað var ikki nøkur vøkur
sjón at síggja hvalirnir liggja
á sandinum og eg haldi ikki,
at hetta var nóg væl handfar
ið, sigur hann.
- Vit hava ringan smakk í
munninum av hesum, sigur
Signar Olsen.
Sjálvt um hann ásannar,
at hann er ikki serfrøðingur,
ivast hann ikki í, at talan var
um djórapínslu
Signar Olsen sigur, at teir
fingu at vita, at fólk skuldi
koma suður aftur morgunin
eftir at meta um støðuna og
aty hvalur kann saktans liva
leingi uppi á turrum.
Men hann ivist um tað
sama er galdandi á sandi,
sum á fastari grund.
- Vit hava aldubrot og eg
veit, at fara vit oman í sjóvar
málan at fáa sjógv at skola
við, er nógvur sandur í sjón
um. Onkur veit kanska betri,
men eg ivist ikki í, at hvalir
nir hava fingið sand í anda
leiðina og í lunguni.
Ikki aftur
Signar Olsen væntar ikki, at
nakar av grindaformonnu
num í Hvalba fara at taka
slíkt arbeiði upp á seg eina
ferð afturat at merkja eina
grind, soleiðis sum manna
gongdin nú er.
- Skuldi tað komið soleiðis
fyri aftur, at ein grind skal
merkjast, skulu teir, sum stíla
fyri merkingini, eisini sjálvur
vera við til at fáa grindina út
aftur til havs.
-
Sum
grindaformenn
hava vit eina stóra ábyrgd og
hetta standa vit ikki modell
til einaferð afturat, staðfestir
hann.
- Í hesum føri fingu einki
gjørt, tí teir frá Nátturu
gripasavninum fóru norður
aftur, at kalla beinanvegin,
merkingin var liðug og lótu
tað standa til okkum at fáa
grindina út aftur.
- Og tá ið tað so ikki eydn
aðist, gekk alt í verðini ov
long tíð at fáa samband við
teir og síðani aftur at fáa
loyvi til at avlíva hvalirnar.
Grindaformaðurin sigur,
at tá ið teir høvdu gjørt
støðuna upp, átti avgerðin
um at avlíva hvalirnar, at
verðið tikin nógv skjótari,
enn hon varð.
- Høvdu teir, sum stíl
aðu fyri merkingini, verið
á staðnum og høvdu sæð
støðuna við egnum eygum,
høvdu teir fingið veruleika
kenda uppfatan av støðuni,
heldur uppfatanin teir fingu,
tá ið avgerðin skuldi takast
umvegis telefon úr Havnini.
- So er eisini sannlíkt, at
teir høvdu tikið eina skjótari
avgerð um at avlíva hvalir
nar.
- Hjá okkum, sum stóðu
uppi yvir hvalunum alt
kvøldið, fall tíðin pínandi
long, tí vit sóu, hvørjari støðu
hvalirnir vóru í, sigur hann.
Alt ov leingi
Signar Olsen ivast eisini í um
tað er rætt at reka alla grind
ina inn fyri at merkja fimm
hvalir.
- Eg haldi, at tað hevði
rættari at tikið fimm hvalir
burtur úr og merkt teir og so
latið teir farið aftur til grind
ina.
- Men vit fingu at vita,
at tað hevði týdning at øll
grindin var saman og tí varð
øll grindin rikin inn.
Hann heldur, at vit eiga at
læra nógv av hesari støðuni,
tí skal grind merkjast aftur,
kann hetta ikki verða man
nagongdin.
- Vit gjørdu allir eitt fyri
myndarligt
arbeiði,
bæði
grindamenninir
í
Hvalba
og fólkið frá Náttúrugripa
savninum. Men tað stóð ikki
í okkara makt at fáa hvalir
nar avstað aftur og tí átti
ein avgerð at verðið tikin
beinanvegin
útfrá
støðu
ni, sum hon var. Og tá ið
vit hugsað um hvalirnar,
tók tað alt ov langa tíð at
taka avgerðina, sigur Signar
Olsen.
Jaspur Vang, sýslumaður
í Suðuroy, heldur, at hval
bingar eiga stórt rós uppi
borið fyri teirra leiklut í
grindini, sum var miku
dagin.
- Teir vóru óførir, tí teir
vóru bundnir av grindini
frá klokkan 10 á morgini
til klokkan fýra morgunin
eftir, tá ið grindin var drip
in og sleipað út á bryggju
na.
Í nógvar av hesum
tímunum gingu fleiri av
teimum og vassaðu upp
undir mitt í sjónum, sum
er kaldur hesa árstíðina, í
eini roynd at fáa grindina
til havs aftur.
Talan var um eina lítla
grind, sum var funnin
mikumorgunin og semja
var um at lata Náttúru
gripasavninum hana til at
merkja til vísindalig enda
mál.
- Arbeiðið at merkja
hana gekst væl, men tað
var vónleyst at reka hana
aftur til havs, tí hon leitaði
alla tíðina at landi aftur,
sigur sýslumaðurin.
- Og tá ið fjøran kom,
lógu teir á turrum og tað
endaði so við, at teir vórðu
avlívaðir.
Men
sýslumaðurin
ásannar, at tað tók long tíð,
til teir vórðu avlívaðir.
-
Tað
var
øgiliga
óheppið. Men talan er um
stór dýr og vit eru ikki altíð
harrar yvir støðuni.
- Men so eru vit hesar
royndirnar ríkari, sigur
hann, leggur hann afturat
Nakað av tíð
Hinvegin hevur tað eisini
verið so, at merkt grind er
friðað og tí kundi hon ikki
avlívast fyrrenn loyvi fekst
til tað av Náttúrugripa
savninum.
Men merkingin hevur
alstóran vísindaligan týdn
ing og tískil gekk nakað av
tíð, til loyvi fekst at avlíva
grindina.
Jaspur Vang heldur, at
helst hava teir væntað,
at tað fór at ganga at fáa
grindina út aftur, tí grind
in, sum varð merkt í Vági
herfyri, fekst út aftur,
sjálvt um tað tók sína tí.
Men í so máta sá støðan
í Hvalba út til at vera betri
og hartil vóru hvalbingar
eisini væl betri mannaðir.
Hann heldur, at tað
verður neyðugt at finna
eina aðra mannagongd, tá
ið grind skal merkjast.
Í hesum sambandi ivast
Jaspur Vang í mátanum,
har øll grindin verður rikin
inn fyri tað um nakrir fáir
hvalir skulu merkjast.
Hann heldur, at kanska
er betri at taka teir hvalir
nar burtur úr, sum skulu
merkjast og so fáa teir út
aftur til grindina.
- Tað vísir seg, at kemur
øll grindin inn at, er sera
tórført at fáa hana út aftur,
heldur hann.
Sýslumaðurin
rósar hvalbingum
Hatta var
óheppið
Randi Jacobsen
Lívfrøðingurin Bjarni
Mikkelsen á Føroya
Náttúrugripasavni
harmast um alt, sum
hendi við grindahval
unum í Hvalba miku
kvøldið.
Hann
var
fegin
um tilboðið frá sýslu
manninum
um
at
sleppa at merkja grind
ina, og teir fóru suður í
skjóttgangandi báti.
Væl gekk at merkja,
og teir hildu tað vera
best at sleppa sær
norður aftur, áðrenn
tað bleiv myrkt. Hann
helt væl til standa, og
teir vóru eisini væl
mannaðir á sandinum.
Ikki
fyrr
enn
teir vóru komnir til
Kaldbaks
klokkan
hálvgum
sjey,
fekk
Bjarni Mikkelsen at
vita, hvussu støðan
var.
Tá ið grindin í Vági
varð merkt fyri góðum
trimum vikum síðan,
høvdu hvalirnir ongan
skund at fara út aftur
av
fjørðinum,
men
hinu ferðirnar, men
hinu ferðirnar fóru
hvalirnir við sjógv á
bak aftur til havs.
Í Hvalba var trupul
leikin, at tað var út
grunt
og
fjarðandi
sjógvur, og tí endaðu
hvalirnir á turrum.
Bjarni
Mikkelsen
sigur, at hann setti ikki
beinleiðis forboð fyri
at drepa hvalirnir, sum
vóru friðaðir í tí løtu,
teir vórðu merktir. Tað
var samskiftið, sum
gjørdi, at tíðin gekk, og
teir mettu um støðuna.
Avgerðin um at lata
hvalirnar drepa kundi
helst verið tikin fyrr.
- Hetta var alt sera
óheppið, sigur Bjarni
Mikkelsen, sum ásann
ar, at hvalir, sum liggja
uppi á turrum ikki ha
va tað gott.
Maktarloysi
- Hjá okkum, sum stóðu uppi yvir hvalunum alt kvøldið,
fall tíðin pínandi long, tí vit sóu, hvørjari støðu hvalirnir
vóru í. Tað stóð ikki í okkara makt at fáa hvalirnar til havs
aftur, men tað tók alt ov langa tíð at taka avgerðina um at
avlíva teir, sigur Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba