Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óttafullir Oyra Tryggleiki Seinastu árini hava vit hoyrt sera nógv um innbrot, stolnar súkklur, herverk og hóttanir við knívi á Oyrasundsnæmingaheiminum í Keypmannahavn, har áleið 700 føroyskir ungdómar halda til. Men farna vikuskiftið gjørdist hóttanin móti tryggleikanum í føroysku ghettoini sera álvarsom, tá ið ein ung føroysk genta var úti fyri einari neyðtøkuroynd í sínum kamarið á Oyrasundi Barbara Holm Hetta hevur merkt huglagið á næmingaheiminum, tí spurn­ingar sum »hvør er hann?«, »hvussu fekk hann lyk­ilin til hennara íbúð« og »kann hatta henda fyri meg« hava merkt annars so hugna­ liga føroyska prátið, og úti­ setarnir gera nú enn meira fyri at føla seg tryggan á næm­inga­heiminum. Summi hava keypt sær stór lás til hurðina, onn­ur sett stólar upp fyri úthurð­ ina, so tey eru vís í at vakna, um onkur kemur inn, meðan upp­aftur onnur hava tryggj­ að sær, at tey ikki eru einsa­ møll um náttina. Hóast fjáltur er komin á fleiri av íbúgvunum á Oyra­ sundi, so eru tað eisini summi, sum ikki lata seg ávirka av tí, sum hent er. Vit hava spurt fleiri íbúgvar í føroysku ghettoini, um tey kenna seg tryggan á Oyrasundi, og hvat tey halda skal til fyri at betra um trygdina á næm­inga­ heim­inum. Hendingin farna leygarkvøld hevur ávirkað Rannvu Lutzen, sum býr saman við sínum døtrum á Oyrasundi. – Tað er sera óhugnaligt at vita, at tað er ein maður, sum kann hava ein lykil til eina íbúð, sum hann einki eigur í, og kann koma inn meðan man svevur. Eg hugsi meira um at stongja hurð­ina og verja okkum uppá tann mátan nú, sigur Rannvá Lutzen. Hon heldur, at út­ hurð­arnar á Oyrasundi eiga at vera skiftar út til okkurt, sum er meira álitandi. – Úthurðarnar eru næst­ an sum ein vanlig innihurð, og bara eitt spark skal til, so er hurðin opin, sigur Rannvá Lutzen. Elin og sjeikur hennara búgva á Oyrasundi saman við dóttir teirra. Hóast Elin viðgongur, at tað er skelk­ andi at hoyra um harðskap og neyðtøkuroynd á Oyra­ sundi, so roynir hon ikki at lata seg ávirka. – Eg blívi alt ov bangin um eg hugsi um hvat kann henda, so eg royni at lata vera við at stúra. Tað eru bara føroyingar, sum búgva á mínari gongd, og tí kenni eg meg trygga. Vit royna at ansa eftir hvørjum øðrum, sigur Elin Heinesen. Føli meg ikki trygga Rannvá Lutzen 25 ár Hugsi ikki um tað Elin Heinesen 25 ár John Hansen býr á Oyra­ sundi í M-blokkinum, sum liggur beint uttanfyri sjálvan miðdepilin á Oyrasundi. Hann heldur, at seinasta árið hevur prógvað, at trygg­leik­ in ikki er tann besti á næm­ inga­heiminum. – Eftir tær hendingarnar, ið eru farnar fram tað sein­ asta árið, so má eg tíanverri ásanna, at tryggleikin ikki er tann besti. Hendingin í farnu viku er sjálvsagt sera álvar­som, og má hetta málið takast í álvara, sigur John Hansen. Hann heldur, at vak­myndatól eru neyðug. – Eg mæli til, at vak­ mynda­tól verður sett upp­ kring Oyrasund fyri at fyri­byrgja slíkar hendingar. Eis­ini má atlit takast til øll inn­brot­ini, ið vóru fyrr í ár. Tað vildi eisini økt um trygdina, at sett fleiri trygdar­menn um náttina, ser­liga um vikuskiftið, sigur John Hansen, sum tó stað­ festir, at sum heild óttast hann ikki fyri tí, sum kann henda. Tryggleikin ikki tann besti John Hansen 23 ár