Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sundsbúgvar Marita Gunnarstein Joensen býr saman við sjeiki hennara í íbúð á Oyrasundi, men sjeik­ur hennara arbeiðir uttan­lands, og tí er hon mang­an einsamøll. Men tað ávirk­ar ikki Maritu, sum held­ur ein ikki skal óttast fyri tí, sum kann henda. – Lestrartíðin er tann besta tíðin í lívinum, og tað nytt­ar ikki at vera bangin fyri øllum, sum kann henda. Tó so fær ein sjálvandi allar hugs­andi tankar í høvdið eftir eina neyðtøkuroynd á Oyra­sundi, og eg royni at hava hurðina læsta. Men sjálvt um eg verið bangin fyrsti ferð eg hoyri slíkt, so er tað ikki nakað, sum ávirkar meg leingið. Ein hoyrir jú altíð um, at okkurt líknandi hendir í stórbýum, og tað kann tað sjálvsagt eisini her á Oyrasundi, sigur Marita Gunnarstein Joensen, sum kort­ini heldur, at Oyrasund er eitt trygt og gott stað at búgva. Jeannet Ryggshamar Bech býr saman við sjeikinum og ný­føddu dóttrini á Oyra­ sundi, og hon heldur, at før­oy­ingarnir eru óførir at standa saman, og siga frá um okkurt er áfatt. – Sjálvandi er tað sera skelkandi at hoyra um, at nakað so ræðuligt sum ein neyðtøkuroynd er farin fram á Oyrasundi. Men vit mugu royna at ansa eftir hvørjum øðrum, og ikki stúra fyri, at okkurt fer at henda, tí tað hjálpir ikki uppá støðuna, sigur Jeannet. Hon heldur, at Oyra­ sunds­næmingaheimið eigur at syrgja fyri, at vak­mynda­ tól verða sett upp á økinum, soleiðis at brotsmenn møgu­ liga halda seg aftur. – Vit mugu eisini lata vera við at lata úthurðar upp fyri fólki, sum ikki hava lykil. Tað er jú ikki øll, sum skulu inn á næmingaheimið, sigur Jeannet Ryggshamar Bech. Óli Edvard Olsen býr á Oyra­ sundi, og hann sigur, at sein­ astu trý árini hava broytt hansara sjón á Oyra­sunds­ næm­ingaheimið. – Eg kenni meg ikki líka tryggan sum eg gjørdi fyri trim­um árum síðan. Tá hugsi eg serliga um inn­brot, tí eg meti meg ikki vera »málbólkurin« hjá ein­um typiskum sexfor­brydara. Men tað hava verið nógv inn­brot á næminga­heim­ inum, og eisini heilt upp á 7. hædd, sum eg búgvi á, so tað ger meg nervøsan, tá eg eri úti, og serliga tá eg ferðist, sigur Óli. Tó so váttar hann, at dama hansara er sera ávirk­ að av hendingini, sum fór fram farna vikuskiftið. – Daman følir seg sera ótrygga eftir óhugnaligu hend­ingina, sigur Óli. Hann heldur eisini, at tað er týdningarmikið at seta vakmyndatól upp á Oyra­ sundi. – Eg haldi, at næminga­ heimið skal seta vak­mynda­ tól upp við allar úthurðar á økinum – ongantíð ov skjótt, sigur Óli Edvard Olsen. Rakul Lisberg og sjeikur henn­ara búgva saman í íbúð á Oyra­sundi, og eftir hennara tykki er tað altavgerandi, at vak­myndatól vera sett upp á økinum, soleiðis at ein brots­maður altíð verður av­ dúkaður. – Eg føli meg meira ótrygga eftir tað sum er hent her á Oyrasundi. Vit hoyra i heil­um um, at onkur brýtur inn, ella tekur súkklur frá øk­inum, men eg haldi vit eru rættiliga ófør til at ansa eftir hvørjum øðrum, og boða frá, um okkurt er at stúra fyri. Eitt nú hava vit eina heimasíðu, sum eitur Føroy­ ing­ar á Oyrasundi, og her boða fólk altíð frá, um onkur ill­gruna­samur persónur gongur á økinum, ella um súkklur er tiknar. Men eg haldi tað er neyðugt at fáa vak­myndatól upp á økinum, soleiðis at vit kunnu avdúka møgu­ligar brotsgerðir, sigur Rakul Lisberg. Fleiri trygdarfólk á økið Marita Gunnarstein Joensen 28 ár Vit royna at ansa eftir hvørjum øðrum Jeannet Ryggshamar Bech 27 ár Ikki líka tryggur Óli Edvard Olsen 28 ár Vakmyndatól mugu upp Rakul Lisberg 25 ár