Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Sosialurin hitti hann í Løks­ høll mikudag seinna­part, tá hann var við í einum pall­ borðs­kjaki, og annars lurtaði eftir teimum fýra fyri­lestr­ unum, ið vóru á skránni. Men Johan Dahl helt ikki, at tað kom so nógv fram, sum hann ikki visti framman undan. – Vit hava hoyrt, hvussu oljusøgan hjá Noregi hevur verið og hvussu gingist hev­ ur í Onglandi og Írlandi. Eis­ ini var nomið eitt sindur við, hvussu ein møgulig olju- og gassvinna ávirka eitt lítið samfelag sum tað føroyska, sigur Johan Dahl. Hann sigur, at eitt møgu­ ligt fund í føroyskum øki fer at merkja, at øgiligir fíggjar­ ligir resursir far at koma til landið. – Talan verður eisini um eina fólkatilflyting, og spurn­ ingurin er so, hvussu vit hondtera tað, bæði politiskt og samfelagsliga, sigur Johan Dahl. Men hann heldur kortini, at fyrilestrarnir hava verið áhugaverdir. – Bæði tann hjá Richard Vernon og tann, hjá Bengt Eidem. Eisini var áhugavert at hoyra um niðurtøku av bori­pallum, ið er ein stór vinna, har talan bæði er um at avmontera partin oman­ fyri sjóarmálan og tað, sum er undir vatni, sigur Johan Dahl. Hann heldur, at føroying­ ar saktans kunnu vera við har sum undirleverandørar til størru aktørarnar. Eru longu í oljuvinnuni Tað eru nógvir lutir, ið verða umrøddir og lýstir í teimum fýra fyrilestrunum, ið hildnir vóru á FaroExpo – Tað er gott, at fokus verð­ur sett á trygd og á tær av­bjóð­ingar, ið liggja fyri framm­an hjá einum vónandi olju- og gassframleiðandi sam­felag um nøkur ár, sigur Johan Dahl. Hann heldur eisini, at tað hevur stóran týdning, hvussu politiska skipanin fyrireikar seg til eina møguliga komandi oljuvinnu. – Hvussu fordeila vit ein ágóða av einari oljuvinnu, skulu vit hava ein olju­fond. Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, hvat gerast skal við eitt møguligt oljuríkidømi, áðrenn oljan er funnin, so tað ikki skal kjak­ast um hetta, tá oljan er komin, sigur Johan Dahl. Hann vísir á, at norðmenn ikki stovnaðu sín oljugrunn fyrr enn í 1990, hóast teir byrjaðu at bora eftir olju á Ekkofisk í 1969. – Teir hava í hvussu er olju eini 50 ár fram við teimum fundum teir nú hava, so kunnu vit vera upp á forkant og hava alt hetta upp á pláss, áðrenn vit finna oljuna, so hevði nógv verið vunnið, sig­ ur Johan Dahl. Hann heldur tað hava týdn­ing at fokusera upp á, at vit eru vornir ein partur av frálandavinnuni, hóast Før­ oyar ikki enn eru ein olju­ vinnandi tjóð. – Vit hava eina rúgvu av góðum fólki, bæði sjófólki, handverkarum og øðrum fakfólki, sum í dag arbeiða innan oljuvinnuna. Tað merk­ir at Føroyar eru inni í olju­vinn­uni og tað fara vit eis­ini at vera í framtíðini, sigur Johan Dahl. leo@sosialurin.fo Mugu vera klárir til oljuvinnu FAROEXPO Johan Dahl, landsstýrismaður við oljumálum, setti FaroExpo 2012, og hann var sjálvandi við á ráðstevnuni Johan Dahl setti FaroExpo 2012, sum í ár hevur heitið Føroyar í oljuvinnuni Mynd: Vilmund Jacobsen Leo Poulsen FaroExpo 2012 er 8. ráð­ stevnan av sínum slag. Hon byrjaði við umleið 30 fyri­tøk­ um, men hevur síðani vaksið seg størri, og ráð­stevn­an í ár hevði luttøku av oman fyri 70 virkjum og fyri­tøkum. Og borgarstjórin í Runavík letur væl at stevnuni í ár. – Eg havi verið við hesar dagarnar, og eg havi tosað við nógv fólk, og tey eru væl nøgd. Talan er eisini um somu fólk, sum venda aftur ár undan ári saman við onkrum nýggjum, so tað er eis­ini eitt gott tekin, sigur Magnus Rasmussen. Heitið á stevnuni í ár var Føroyar í oljuvinnuni. – Tað er eitt stýri fyri FaroExpo, sum er mann­að av Eysturoyar Vinnu­lívs­felag, og so umboði eg komm­un­una. So er tað eisini Virkis­ráð­ gev­ingin, sum hjálpir okkum og sam­skipar tiltakið. Tað er í tí for­umi, at hugskotið er sprott­ið, sigur Magnus Rasmussen. Evnið er eisini viðkomandi, nú borað verður eftir olju á før­oyska landgrunninum, og fýra fyrolestrar um evnið vóru eisini hildnir. – Teir vóru sera áhuga­ verdir, kanska serliga tann norski, har greitt var frá norsku oljusøguni, og har vit fingu góð ráð, finna vit olju. Men allir fýra vóru upp­lýs­ andi, og eg haldi meg hava fingið nógv burtur úr, sigur Magnus Rasmussen, borgar­ stjóri í Runavíkar komm­ unu. FaroExpo gingist væl FAROEXPO Tað heldur borgarstjórin, Magnus Rasmussen, nú FaroExpo 2012 er av Magnus Rasmussen er stak væl nøgdur við FaroExpo 2012