Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Fólk frá universitetinum í Leeds í Englandi gera seism­ isk­ar royndir í Føroyum. Tey vóru her fyri hálvum øðr­um ári síðan og gróvu seismo­ gra­far niður fyri at kanna undir­grundina, og nú hava tey savnað teir inn aftur. Granskarin David G. Corn­well, sum hevur staðið fyri teimum kanningunum, hevði nakað av peningi eft­ir, og hann fekk hug at lata eina skúla í Føroyum ein seismograf, soleiðis at føroyski skúlin kundi vera við í eini bretskari skúla- verk­ætlan um seismiskar mát­ing­ar. Tað var ikki heilt av tilvild, at júst Skúlin á Argjahamri kom upp í verk­ætlanina. Makkari hjá bretska granskar­anum er Rannvá Arge. Hon kom við hug­skoti­ num at bjóða Argja skúla seis­mo­grafin. - Eg hugsaði, at Skúlin á Argjahamri var nýggjur og stórur, og haraftrat kendi eg skúla­stjór­an Marjun Holm, sig­ur Rannvá Arge, sum er geo­fysik­ari. Ein ørgrynna av skúlum í Stóra Bretlandi eru við í hesi verkætlan, og skúlar í øðr­ um londum eru eisini við, til dømis ein skúli í Íslandi. Eing­in skúli í skandinavisku londu­num er við. Hans Fróði Jensen, sum er lærari í alisfrøði í Skúlanum á Argjahamri, hevur gjørt eitt stórt ar­beiði við at fáa teknikkin at virka. Seismografurin er ikki nak­að stórt tól. Tað stendur á gólvi­num og er knýtt at eini teldu, sum hevur eitt serligt teldu­forr­it. Neyvar mátingar Til eina og høvrja tí ber til at fara í telduna og síggja, hvar ristingar hava verið, og hvussu harðar tær hava ver­ ið. Seismografurin á Argjum hev­ur víst skjálvtar, sum summ­ir hava verið langt burtu­ri. So langt burturi sum í Japan. Í seinastu viku vóru fleiri smær­ri skjálvtar, men júst tá rigg­aði skipanin í Argja skúla ikki. Men tey hava merkt aðrar skjálvtar, onkr­an í Italia í Meksiko og ein norðan fyri Ísland. Fyribils varð seismo­graf­ ur­in settur upp í einum goymslu­rúmi, men ætlanin er at finna eitt betur egnað høli, tí so nógv fólk ganga inn í goymslurúmið, og tann gongd­in ávirkar. Hans Fróði Jensen sigur, at seismo­grafurin var ein góð gáva at fáa til undirvísingina fyri næmingunum í 6.flokki og upp­eftir, tí næmingarnir kun­nu á henda hátt læra nógv um eitt nú jarðfrøði. Tað hevði borið til at brúkt seismografin eisi­ni fyri teimum yngru næm­ing­ un­um, latið teir hoppað, so teir sóu ristingarnar. - Tað hevði verið ein góður máti at latið eygu teirra upp fyri evninum, sigur Hans Fróði Jensen, sum er bitin av nýgg­ju útgerðini og tí hon kann. Hvønn dag hyggur hann í telduna fyri at fáa at vita, um skjalvtar hava verið nær ella fjar. Í dag hava David G. Corn­ well og Rannvá Arge havt fram­løgu fyri næmingunum um jarðskjálvtar, og tey vístu á tey náttúruvísindaligu fyri­ brigd­ini tengd at tí. Máta jarðskjálvtar í Skúlanum á Argjahamri Nú kunnu næmingar og lærarar í Skúlanum á Argja­hamri fylgja við í einum stórum parti av heiminum, tá ið jarðskjálvtar eru Á telduni ber til at síggja, hvar ristingar hava verið og styrkina av skjálvtunum Hetta er sjálvur seismografurin Hans Fróði Jensen, sum er lærari, hevur riggað útgerðina til