fríggjadagur 26. oktober 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Íkast til (miðla) etikkdagin:
Avgerandi spurningur til
Gunnar Bodahl Johansen
Í morgin verður skipað fyri
etikkdegi í Miðlahúsinum
við luttøku av norska ser
frøðinginum á hesum øki,
Gunnar Bodahl Johansen. Á
skránni eru fleiri áhugaverd
evni sum »ærumeiðing« og
»persónsvernd« hjá miðlun
um, eisini við dømum úr Før
oyum.
Ynskiligt hevði verið, at
eisini »brúkarin« eisini slapp
at vera við til eina slíka við
gerð grundað á dømi um
egnar royndir av miðlunum.
Her skal verða nevnt eitt
tað »besta« og mest upplagda
dømið um føroyskan tíðinda
flutning, sum nemur flestu
økir í leiðreglunum fyri góð
an fjølmiðasið.
Talan var um sera æru
meiðandi tíðindi um ein
persón. Hetta skuldi í sær
givið ein eyka »etiska« skyldu
at kannað málið.
Men
persónurin
fekk
ikki møguleika at svara fyri
seg. Hann var sambært fjøl
miðlinum ikki umfataður av
leiðreglunum fyri góðan fjøl
miðlasið!!
Samstundis váttaði miðil
in, at málið ikki fekk nakra
journalistiska viðgerð. Hann
kundi uttan víðari »síggja«,
at her var einki skeivt!
Umframt hetta kann stað
festast, at fjølmiðilin visti
longu tá, at alt hetta málið
var grundað á falsan við tí
einasta endamáli at skaða
viðkomandi. Tí vildi tað
»oyðilagt« tíðindini, um tey
vórðu kannaði.
Politikkur at
tiga mál í hel
Eg hevði í 2004 eitt mál við
danska TV2 um skeiv tíðindi,
sum eg varaði av. Í fyrsta
umfari hildu teir fast um sín
órætt. Men tá teir so fingu
eina gjølla frágreiðing um
málið, tóku teir tíðindini
aftur og bóðu um umbering.
Hetta hevði stórt sæð
ikki kunnað hent í Føroyum.
Almenni stovnurin Kringvarp
Føroya hevur tað prinsipp,
at hann bara svarar aftur,
tá ið hann heldur seg kunna
vísa aftur ivamál. Men kann
skjalprógvast, at stovnurin
eftir øllum at døma hevur
framt brot á grundleggjandi
fjølmiðla- og rættarreglur,
verður als ikki svarað aftur.
Teirra loysn er heldur enn
at kanna málið og at rætta
skeiv tíðindi, at tiga málið
burtur, og hetta eydnast
eisini vanliga.
Ein áhugaverdur spurn
ingur er eisini, um hetta í
samsvar við góðan fyrisit
ingar- og fjølmiðlapolitikk
og tann opinleika, sum fjøl
miðlar krevja av øðrum.
Tað er alment kent í al
menna
tíðindaflutningin
um, at tað kann bera til hjá
»summum« at verða endur
givin, sum »teimum lystir«,
sum í hesum førinum umboð
fyri fakfeløg m/k.
Men nú er hetta enntá
váttað skrivliga av Kring
varpinum. Hetta er uttan
mun til, um tíðindini eru
ærumeiðandi ósannindi og
uttan atlit til, hvønn skaða
slík tíðindi eru atvold til hjá
viðkomandi.
Men tað valdast eisini,
hvør tað er, sum »eigur« tíð
indini!
Ein viðkomandi spurn
ingur er eisini rættartrygdin
hjá tí, sum verður so hart
tikin av slíkum tíðindum,
at hann ikki fær møguleika
at kæra fjølmiðlanevndina.
Skal tað kunna vera ein fyri
munur hjá tí, sum fremur
brot á grundleggjandi fjøl
miðlareglur?
Kundi greiða fingist á
øllum ivamálum í hesum
máli, høvdu vit komið mun
andi nærri »etiskum« fjøl
miðlum. Men verður tað
ikki gjørt, kann tað gera tað
sama við nøkrum etikkdegi.
Tey mál, sum annars eru
nevnd, eru meira ella minni
bagatellir í mun til umrødda
mál, ikki minst tá ið hugsað
verður um avleiðingarnar.
Annars er hetta mál nærri
útgreinað í Sosialinum 22.6.
2012 og 1.12. 2010.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Tað sæst á talinum á lesarabrøvum og vinarumbønum
á Facebook at kommunuvalið nærkast. Lyftini og hug
skotini tróta ikki: gott samstarv, vetrarfriðing, barna
kekkar, kirkjugarð, vegbungur, you name it.
Hvønn skal eg so velja og hví. Eru tað flottu vallyftini,
sum fáa meg at velja eitt ávíst valevni? Nei, og tað hevur
tað ongantíð verið. Eg trúgvi – vóni í øllum førum –
eisini, at soleiðis er tað hjá meirilutanum av veljarum. Vit
velja tey fólkini, sum vit hava álit á, sum vit halda líkjast
okkum og sum hava nøkulunda somu virðir og hugsanir
sum vit sjálvi. Vit velja tey, sum vit hava sæð gjørt eitt
gott arbeiði frammanundan, antin sum politikarar
ella í øðrum starvi. Vit velja teir politikarar frá, sum til
seinasta val lovaðu eina rúgvu, gloymdu alt um hetta í
3 ½ ár fyri síðani at lova aftur nú seinastu tíðina. Alt
annað vildi verið ábyrgdarleyst av okkum.
Til hvørt einasta val havi eg ein luksustrupulleika. Stóri
spurningurin hjá mær er, hvørja av teimum nógvu góðu
kvinnunum, sum eru uppstillaðar, eg skal velja. Ja, tí
eg velji sjálvandi altíð eina kvinnu. Eg hugsi sum Elin
Winther Poulsen segði í sendingini Pressan í farnu viku,
at hon altíð fyrst ringdi til kvinnur, tá hon vildi hava
onkran at úttala seg um okkurt. Hon helt seg ikki kunna
vænta, at hennara miðaldrandi mannligu starvsfelagar
skuldu syrgja fyri, at kvinnur sluppu framat. So
hóast tað ideelt sæð skuldi verið so, at bæði kyn valdu
bæði kyn, so mugu vit kvinnur nokk viðurkenna, at
høvuðsábyrgdin her liggur á okkum.
“Eg ætli mær ikki at velja eina kvinnu, bara tí hon er
kvinna”, hoyrist meira enn so. Tað kundi eg væl funnið
uppá, hví ikki? Eg ivist ikki í, at nógvir menn eru valdir
uttan betri grundgeving enn hetta: “Eg velji hann, tí at
hann er úr Klaksvík ella tí hann er systkinabarn mítt ella
tí at vit í okkara familju hava altíð valt xx” . Yvirhøvur
einki um, hvat hann hevur avrikað ella hvørt sannlíki
eru fyri, at hann fer at avrika.
Men tað er nú ikki “bara” tí, at eg konsekvent velji
kvinnur. Tað er tí, at eg haldi, at tað er neyðugt og rætt at
hava politikarar av báðum kynum har, sum avgerðirnar
skulu takast. Harafturat og minst líka so týdningarmikið
er tað, at eg frá tí eg havi sæð og hoyrt úr politiski skip
anini veit, at flestu kvinnuligu politikararnir raðfesta
politiska starvið sera høgt, og arbeiða bæði meira
miðvíst og heilhjartað við teimum málum, sum hava
týdning fyri meg. Eg haldi snøgt sagt, at miðal kvinnuligi
politikarin er betri enn miðal mannligi politikarin.
Kvinnan má sjálvandi eisini vera á rætta listanum. Tað
nyttar lítið hjá mær at velja eina á einum ávísum lista,
um størstu sannlíkindini eru fyri, at onnur valevni – les:
onkur stokkonservativur maður – koma inn í staðin. Tað
havi eg roynt nakrar ferðir og tað ætli eg mær ikki at
gera aftur við vilja.
Beint nú er uppstilling á skránni. Fyri at sleppa at velja
eitt gott umboð krevst, at røttu fólkini sleppa á listar
nar og síðani, at vit geva teimum álit. Vilja vit hava
ávirkan á kommunalpolitikkin komandi fýra árini,
kunnu vit vera við til at tryggja at tey umboðini, sum
vit gjarna síggja í bý- og bygdaráðunum koma á røttu
uppstillingarlistarnar.
Vit eiga atkvøðuna, vit eiga avgerðina og vit eiga
ábyrgdina. Vit fáa teir politikarar vit sjálvi velja.
Annika
Sølvará
Stjóri fyri
Granskingarráðið
EYGA
MÁLIÐ
Vetrarfriðing ella
vegbungur, hmm...
Óli
Jacobsen
21
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Bjarni Djurholm hevur rætt:
Etikkurin hjá Kringvarpinum valdast …
T
ann 30. mai var ein
áhuga verd frásøgn í
blaðnum Trú boðin frá
pall borðs fundi, sum Kristi
ligt Lurt ara og Hyggj ara felag
skip aði fyri Kristi Himm
al ferðardag um fjøl miðla
etikkin í Kring varpinum.
Á hesum fundinum segði
formaðurin Uni Næs seg
sakna ein dialog um virðis
grund arlagið hjá Kring
varpinum og hjá journalist
un um.
Hetta
sjónarmið
varð
meira útgreinað av Bjarna
Djur holm, tá hann millum
annað segði:
“Veruleikin verður stýrd
ur av nøkrum fáum jour nal
ist um, og alt skal gjøg num
sáldið hjá hesum tíð inda fólk
um. Etikkurin og og moral
j
nalistum
vita øll, sum fylgja tað allar
minsta við í tíðindunum.
Eitt dømi um
almennan einvísan
tíðindapolitikk
Her skal verða sagt frá einum
máli, sum lýsir til fulnar
etikkin hjá Kringvarpinum.
Tá ið slíkt kann henda er
avgjørt einki (lág)mark fyri
tí
tíðindaflutningi,
sum
Kringvarpið kann standa
fyri, enntá tá ið talan er um
eina mannalagnu.
Dømið snýr seg um eitt
mál millum tveir partar. Í
fyrsta umfari varð málið
lýst “eftir bókini” av DV. Her
fekk DV púra rætt staðfest,
at talan var um lógarbrot
móti tí órættaða partinum í
málinum.
dist partur
Kringvarpsetikkur:
Fullan rætt at svara
sum “honum lystir”
Boðað varð Kringvarpinum
frá hesi undran. Tað kom
skjótt svar aftur, og niður
støð an hjá Kringvarp in um
var, at lógbrótarin í mál in um
“hevur fullan rætt til at svara
á tann hátt honum lystir og
ongin av útsagnum hansara
í brotinum er av slíkum slag,
at vit kunnu prógva tær
skeiv ar.”
Greiðari kundi Kring varp
ið ikki lýsa seg sjálvt og sín
etikk. Men grundleggjandi
má tað undra, at eini eftir
egnum tykki professionellari
tíðindatænastu kundi koma
til hugs, at nakar skal yvir
høvur kunn úttala seg í
einum fjølmiðli, sum “honum
lystir”. Enntá tá talan er um
eitt persónsmál, sum snýr
seg um æru og lívsvirði hjá
parti í málinum.
Tað eru so sanniliga ikki
øll sum sleppa at verða end
urgivin, sum teimum “lyst
ir”. Bert eitt dømi er Tórs
havnar býráð. Har vóru
slík ar treytir settar fyri
teirra luttøku í sendingina
um “deyðsfelluna”, at býráðið
ikki vildi luttaka. DV hevur
síðani í ótaldum sendingum
roynt at geva býráðnum
ábyrgdina
fyri
syrgiliga
álinum
Einki svar er
eisini eitt svar
Kringvarpinum varð síðani
við dokumentatión greitt frá
málinum út í æsir. Umframt
tað, at málið sum slíkt bygdi
á heilaspuna, kundi vísast
á setning fyri setning í um
røddu “tíðindum”, at talan
var um ósannindi og mani
pulatiónir frá enda í ann an
við tí einasta enda máli hjá
lóg brótaranum at rætt vís
gera seg sjálvan og at geva
órættaða partin í mál inum
ábyrgdina fyri ta við ferð,
hann fekk. Hansara “brots
verk” var, at hann hevði kravt
og fingið sín rætt. Hetta visti
DV alt um.
Samstundis vórðu settir
fram Kringvarpinum nakrir
ítøkiligir
spurningar,
um
hvussu hesi tíðindini kundu
sam s vara við leiðreglurnar
fyri
góðan
fjølmiðlasið.
Henda frágreiðing varð eis
ini sent stýrinum fyri Kring
varpið.
Men nú hoyrdist ikki
eitt kis frá Kringvarpinum.
Formaðurin fyri stýrið var
kortini so frægur at senda
eina váttan um, at brævið
var móttikið.
Tað kann tískil staðfestast,
at kringvarpið ikki kundi
svara hesum ítøkiligu spurn
ing um, tí talan var um greið
á h sar leiðreglur.
um bering var eftir øllum at
døma givin av ringum huga.
Sambært Sosialinum kom
hon nærum tveir mánaðir
aftaná hesi tíðindi, og lá hon
bert eina løtu á heimasíðuni
hjá Kringvarpinum.
Men her var jú talan um
maktfull ítróttarfeløg, sum
kundu seta í verk tiltøk móti
kringvarpinum við teimum
trupulleikum, hetta kundi
geva fyri teirra ítrótta tíð
indi.
Í hesum málinum taldi
tað meira fyri Kringvarpið at
tekkjast tí partinum sum var
upprunin til hetta mál, enn
at tryggja rættvísa viðferð
– og eftirmæli hjá manni,
sum ikki kundi, ikki slapp og
nú ikki kann verja seg.
Umbering valdast nevni
liga eisini hvør tað er!
Teir ósvaraðu
spurningarnir
Einki svar er eisini eitt svar.
Ósvaraðu spurningarnir til
kringvarpið snúðu seg fyrst
og fremst um, hvussu um
røddu tíðindini sam svaraðu
við fylgjandi leiðreglur fyri
góðan fjølmiðlasið:
1.2 …. Fjølmiðlar hava .. ser
staka ábyrgd av, at øll við
kom andi sjónarmið verða
lýst.
1.4 Fjølmiðlar eiga at verja
i
taklingar
og
bólkar
privatpersón tykist ikki at
nerva nakran, sum hevur
ábyrgd av Kringvarpinum.
Tað er eisini ein spurn
ingur, um Kringvarpið við
um røddu brotum í leiðregl
ur nar ikki eisini hevur framt
brot á hesa reglu:
2.1 Tað áliggur øllum fjøl
miðl um og tí einstaka fjøl
miðlafólkinum
at
verja
inte gritetin og trúvirðið, so
ar beiðast kann uttan trýst
frá einstaklingum ella bólk
um, sum av politiskum, fíggj
ar ligum ella øðrum or søk um
kunnu hugsast at vilja ávirka
innihaldið.
Tað kann í hvussu er prógv
ast, at ágangandi partur í
hesum máli hevur fingið
málið lýst júst, sum hann
vildi hava tað. Bæði við tí
sum er sagt, og tí sum tagt
er um!
Tað skal tilskilast, at hetta
dømið stavar frá tíðini undan
núverandi tíðindaleiðara í
Kringvarpinum.
Hetta mál er so van
æru ligt, at tað skuldi ong
an týdning havt, at fjøl
miðlanevndin eftir øllum at
døma er óvirkin.
Eingin “professionell”
trygd
Á umrødda pallborðsfundi
helt tíðindaleiðarin í Kring
varp inum,
at
øll
tíðindi
fingu eina “professionella”
iðgerð og hetta skuldi vera
í
óli
jacobsen
Sambært kringvarpinum sjálvum ber til at koma til orðanna í tíðindunum
“á tann hátt, einum lystir”. Men tað valdast hvør tað er!
Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Oddagrein
Fríggjadagin høvdu vit eitt lít ið
prik her nið an fyri á síðuni til Sam
tak, sum vit søgdu stuðl aði fak fel
ags skað i lig um virk semi«. Hetta var
í sam bandi við burturvísingina av
Olafi Jo han sen, skrivstovumanni
á Fisk i mann a fel ag num sein astu 35
árini. Hó ast ein ávís spei var í hes um,
so halda vit tað kortini vera ógv u liga
ó virð i ligt, at fýra fak fel øg standa
saman við Føroya Fisk i manna fel ag
est grundleggj
Tað er sjálvandi ikki rætt av okk
um at leggja Samtak og hini fak fel
øg ini und ir aktivt at hava tikið lut í
mál i num, um tey bara hava látið sum
einki. Tó er tað ógvuliga á tal u vert,
at hini fýra verkafeløgini lata slíka
eyð mýkj an av mest grund leggj andi
fak fel ags rætt ind um fara aftur við
borð inum.
Men vit eru nú komin eftir, at tað
er ikki rætt, tá Sonja Jógvansdóttir
sig ur, at Samtak einki hevur havt við
rætt indini hjá starvsfólkum.
Í Kring varpinum varð Sonja Jógv
ans dóttir end ur givin fyri at siga, at
hó ast hon ikki vildi gera við merk
ing ar til málið, so »sigur hon tó, at
Sam tak stuðlar Jan Højgaard og
meir i lut a num í nevndini í Før oya
Fisk i mann a fel ag í hesum máli num.«
Harvið er Samtak ein aktivur
part ur í málinum – mál i num, sum er
ein tann størsti skammbletturin í før
oysk ari fak fel ags søgu. Vit hava fimm
stór fak fel øg – við nógv um ó fak lærd
h
ið útsettum lim um – sum
standa modell til slíkt?
Framferðin hjá feløgunum í Sam
taki er ikki bara óheppin fyri við
kom andi starvsfólkið, feløgini og lim
ir nar, sum tey umboða men hetta er
ein skammblettur fyri før oysku fak
felagsrørsluna sum heild. Tað er ikki
neyðugt at vísa á, at eitt fak felag sum
ar beiðsgevari onga burt ur forkláring
kann hava um mis skilj ing ar um
manna gongdir – tí so eig ur fak fel ag
ið ikki at vera til!
Um Sam tak ikki tekur frástøðu frá
slík um fak fel ags skað i lig um virk semi,
so hevur før oyska fak fe l ags rørsl an
ein risa stór an trú virð is trup ul leika.
Fiskimannafelagið og Sam tak skylda
allari verkafjøldini eina treytaleysa
umbering.
k fjøldini
Samtak og Skalað trúvirði
Eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo